hildið tíðindafund um hendingarnar, sum órógvaðu flogferðsluna í Kastrup. Løgreglan sigur seg ikki vita, hvør skipaði fyri, men ábendingar eru um, at talan er um onkran "kaðalveitara", sum tikið verður til. [...] av dronum í gjárkvøldið, ti í nakrar tímar varð eisini Oslo Lufthavn stongd. Norska løgreglan segði seg tó ongar ábendingar hava um, at hesar hendingar høvdu nakað við hvørja aðra at gera. Danska løgreglan [...] Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter í morgun, at tað eru russar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm. Men, hetta kundi danska løgreglan ikki vátta á tíðindafundinum í morgun. - Men
hendingina. Kvinnan sum stakk meldaði seg sjálva hjá løgregluni sunnukvøldið. Hon var ikki samd við løgregluni, hvussu hendingin var farin fram, men hon er skuldsett fyri kvalifiseraðan harðskap. Umhugsað
flokkar fara at atkvøða við stórum meiriluta fyri uppskotinum. Men Sambandið er í tvíningum í hesum máli. Tveir politikkarar siga seg heilt víst fara at atkvøða fyri, ja, annar av teimum er enntá uppskotsstillari [...] gott fyri mín flokk, ha? Mín flokkur kundi fingið meginpartin av fólkunum, sum verða og longu eru sera ónøgd við leiðina, ið Sambandið fer. Men hví eri eg so ikki glað? Tí hetta als ikki er gott fyri elskaða [...] ningini hjá portal.fo, har Fólkaflokkurin hevur ligið framman fyri allar hinar flokkarnar í fleiri mánaðir nú. Charlie Kirk er kendur fyri at siga: “Giftið tykkum. Fáið tykkum børn. Byggið ein arv. Latið
eru viðurkent sum fakfelag uttan fyri landoddarnar og hava eittnú limaskap í Nordisk Journalistforbund og European Federation of Journalists Heldur enn at fyrihalda seg til hesi viðurskifti velur landsstýrið [...] sjálvt, sum hevur sett miðlafólkini í KvF í starv? Rætturin at skipa seg í fakfelag við egnum sáttmála er somikið grundleggjandi fyri eitt yrki, at Føroysk Miðlafólk noyddust at stevna landsstýrinum. Felagið [...] staðfesta, at Føroya landsstýri framvegis ikki vil viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg, soleiðis sum eftirhondini øll yrki í okkara samfelag eru tað. Eftir úrslitaleysar samráðingar í nærum
Sambandsfloksins at tosa Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin, frá at vera við til at leggja uppskotið um fría fosturtøku fyri tingið. Samstundis sigur formaður Sambandsfloksins, Bárður [...] sambandsveljaranum taka undir við uppskotinum, sum Eyðdis Hartmann Niclasen fer at vera við til at leggja fyri Løgtingið í morgin. Lesið eisini: Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku Kanningin vísir, at [...] verður loyvd til 12. viku í viðgongutíðini. 35 prosenta av sambandsveljarum eru ímóti og 12 siga seg ikki vita.
Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst. Soleiðis siga tey í F [...] tons í 2025. Sagt verður, at rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022. Limalondini vóru samd [...] Fiskimálaráðnum í dag. Lagt verður aftrat, at nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiði (MLV), sum samstundis tryggjar
sviknar grønlendingar - eitt nú kvinnur íspiralmálinum. Fíggjarligt endurgjald fyri sviknar grønlendingar, sum hava verið fyri mismuni, nærkast. Danska stjórnin er nú til reiðar at stovna ein sokallaðan [...] áður hava fingið noktað endurgjald. Tað málið snýr seg um, at lóggávan gjøgnum 1900-talið forðaði túsundtals grønlendskum børnum, sum vóru fødd uttan fyri hjúnalag, í at fáa samband við pápa sín. Tey høvdu [...] sáttargrunn, sum kann veita einstøkum kvinnum í spiralmálinum fíggjarligt endurgjald, sum hava verið fyri sviki og systematiskum mismuni, tí tær eru grønlendingar, stendur í fráboðanini. Skipanin er ikki
Vit mugu flyta okkum fyri at mennast; vit noyðast at arbeiða við nýskipanum fyri ikki at stagnera og vikna, heldur hann fyri. Martin Tvede Zachariasen hevur á fundi í Ráðnum fyri gransking, menning og [...] siðvenja fyri skeyti. - Nýskipanir skulu sjálvandi gerast við ómaki og hava fyrilit fyri tí, sum verið hevur. Og tá kunnu tær gerast reinar sólskinssøgur, sigur hann og brúkar eitt dømi úr Danmark fyri at lýsa [...] hevði verið til fyrimunar fyri øll, haldi eg, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari, og endurgevur Ráðið fyri Gransking, menning og nýskapan, sum landsstýrið hevur sett fyri at koma við tilmælum á júst
Landsstýrismaðurin kom í síni røðu inn á týdningin, ið mentan hevur fyri eitt haldført samfelag. - Eitt haldført samfelag snýr seg ikki bert um at yvirliva kreppur, men um at varðveita felagsskap, røkta [...] umrøða UNESCO-mál og fyrireika aðalfund og fundir í stýrisráðnum hjá UNESCO, sum er ST-felagsskapur fyri útbúgving, vísindi og mentan. Í ár var fundurin í Føroyum í døgunum 15.- 18. september. Almanna- og
Sum vit skrivaðu fyri løtu síðani, so hevur Steinar Eirikstoft valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið. Heilsumálaráðið skrivar, at Steinar [...] Starvið sum sjúkrahússtjóri og forstjóri verður lýst leyst seinni í ár. Heilsumálaráðið takkar Steinari Eirikstoft fyri gott samstarv og týðandi arbeiðið í Sjúkrahúsverkinum. [...] heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið frá 1. desember 2025, og fram til nýggjur stjóri er settur. Per Busk hevur drúgvar