milliónir krónur minni í 2024 í mun til undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin [...] mi, sum ikki bleiv liðugt við árslok av tíðarskeiðinum av kanningini. Tað eru 61 prosent av føroysku fyritøkunum sum fremja eitthvørt slag av nýskapan. Fyritøkur í Føroyum, Svøríki, Noregi og Finnlandi [...] nýskapandi. Føroyar minst nýskapandi av vørum og tænastum Nýskapan av arbeiðsgongdum er vanligari enn vøru- og tænastunýskapan bæði her í Føroyum og í øðrum londum. Nýskapan av arbeiðsgongdum er ein nýggj ella
partur av nýggja fíggingarleistinum fyri eldraøkið. Jóhannis Joensen hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um kommunala útjavning og fíggingina av eldraøkinum [...] eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Síðani eru útreiðslurnar vaksnar, og broytingar í fólkasamansetingini fara at leggja enn størri trýst á kommunurnar, tí talið av eldri fólkum økist. Fleiri hava [...] Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja somu vælferðartænastur sum borgarar í øðrum kommunum. Verður
fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026, móti 165.000 tonsum í fyrru metingini. Bakkafrost hevur eisini stórar goymslur av fiskamjøli og lýsi. Sambært [...] føroysku alistøðurnar, sum lyfta úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarúrslitið í føroyska partinum var 411 milliónir krónur. Í Skotlandi var úrslitið hinvegin minus 139 milliónir krónur [...] Samanlagt hevði Bakkafrost eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í ársfjórðinginum. Munurin millum londini er sostatt stórur. Í Føroyum var tøkan 26.749 tons, og miðalvektin á tikna fiskinum var 5
hjá monnum vann HM-bronsu í 2025, og KÍ gjørdist í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsfelagið í einum evropeiskum bólkaspæli. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið stór úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku [...] skulu úrslitini halda fram, krevst ein sterkari skipan rundan um úrvalsítróttin. Tað er ein av høvuðsniðurstøðunum í nýggju frágreiðingini Elite Sport in the Faroe Islands , sum Idrættens Analyseinstitut, [...] leikunum, og Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar í 2025. Greiningin er gjørd av Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðara hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professara emeritus á Birkbeck, University of London
pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at [...] heild fegin um gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum [...] útlitini fyri restina av árinum góð”, sigur Turið F. Arge, forstjóri. Góð gongd á íløguøkinum Góða hálvársúrslitið hjá samtakinum stavar í stóran mun frá vaksandi kundavirksemi. Higartil í ár er virkisvavið
Gianni Infantino, forseti í FIFA, hevur svikið álitið við sviki í málinum um ætlanina at selja privatum íleggjarum part av kappingunum hjá FIFA. Tað siga evropeiska UEFA, asiatiska AFC og Concacaf fyri [...] forsetarnir í teimum trimum fótbóltssambondunum. Í juli løgdu FIFA og Infantino fram ætlanina um eitt nýtt handilsligt felag, Fifa Forward Enterprise, FFE. Ætlanin var at selja privatum íleggjarum part í kappingunum [...] og ger eina frágreiðing. – Tað er neyðugt í ljósinum av einum so álvarsligum troti á dømingarevni, siga sambondini. DBU og fleiri onnur tjóðarsambond fingu í juli bræv frá FIFA um ætlanina. Sambært Ritzau
mynd á vegginum av abba Toda, ið var av Tvøroyri, og leikti við TB. Ein kann í skemti siga, at í kvøld hittust høvdingar á Cáfé Tvørá. Todi fekk nevniliga vitjan av tveimum fótbóltslegendum av Tvøroyri. Kendir [...] Kendi fótbóltsleikarin Todi Jónsson lat í dag upp café á Tvøroyri- Todi og Poulina hava latið upp Café Tvørá, og í dag var fyrsti dagur, og nógv fólk hava verið á gátt, sigur Todi Jónsson. Hugnaligt er
Útmeldingin kemur sama dag, sum Infantino hevur kreppufund við leiðsluna í Fifa í Rabat í Marokko. Í einum lesarabrævi í enska miðlinum Daily Mail fer fyrrverandi stjørnuspælarin hjá Real Madrid og FC [...] møguligt afturval av honum aftur. Í gjár skuldsetti eisini forsetin í jordanska fótbóltssambandinum Infantino og Fifa fyri at hava brúkt trýst og hóttanir undir heimsmeistarakappingini í summar. [...] trupulleikarnar í Fifa, men loysnin krevur bara trý orð: Infantino má fara, skrivar Figo. Fifa hevur verið fyri hørðum atfinningum seinastu dagarnar eftir eitt uppskot um at selja ein part av rættindunum til
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] sindur seinastu mánaðirnar. Býtið í fólkavøkstrinum er broytt Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt. Frá 2024 og fram til mars í ár kom størsti parturin av vøkstrinum frá fólki við bústaðartilknýti [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya
býttur kring landið. Í 17 kommunum vaks fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt. Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum í Føroyum búgva. Eisini [...] Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga [...] tríggjar ferðir so stórur. Størsta broytingin er í flytingunum millum Føroyar og útlond. Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Nettoflytingin – munurin millum tilflyting