avspáking og hinir vóru á læknaskeið. Hetta er nýggj skipan, sum sigur, at kommunulæknar skulu tilsamans verða á skeið 50 tímar um árið. Hava teir ikki uppfylt kvotuna í fimm ár, kunnu kommunulæknar missa [...] gongur í skúla í Havn, eins og nógv fólk á bygd arbeiða í Havn, og tey hava eisini brúk fyri læknanum av og á. Umframt tað koma nógvir sjúklingar av bygd í viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Hesi verða útskrivað [...] kenningar at taka sær av. Úrslitið er ofta, at sjúklingar á bygd ikki hætta sær heimaftur beinanvegin, og tí verða tey verandi í Havn. Steinur oman á byrðu Hesir, eins og aðrir sjúklingar hava krav at fáa
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á fimmti ára degnum og ynskja tær nógv góð ár í framtíðini. Vit takka tær fyri mangar hugnaligar og skemtiligar løtur, bæði heima og á uttanlandsferðum. Takk fyri tað, [...] lívi tínum og okkara. Kirstin tók HF-prógv og fór síðani á Læraraskúlan. Hon gjørdist lærari í 1981. Hon var lærari í Tórshavnar Kommunuskúla í eitt ár, síðani í Hvalba til hon fekk starv í Porkeris Skúla [...] ein góður og nærlagdur lærari og luttekur ofta á skeiðum fyri at endurnýggja sína vitan. Kirstini dámar væl at skemta sær og at dansa. Hon hevur í nógv ár gingið til dans. Eisini dugir hon væl til hendurnar
tíðarrit við 118 blaðsíðum á tremur við skaldskapi á føroyskum máli. Har ber til at lesa yrkingar, skrivaðar til Vencil, og týddar yrkingar, sum í Vencili á fyrsta sinni standa á prenti á føroyskum. Eisini er [...] at í ár eru 50 ár liðin síðani Ýl stóð prentað í yrkingasavninnum Howl and Other Poems. Í fororðinum í hesum savni, sigur William Carlos Williams: Hann hevur bókstaviliga verið gjøgnum helvitið, og á vegnum [...] heimsbókmentunum, leggja teir afturat og vísa á, at nógvir av høvundunum í Vencili fyri fyrstu ferð kunnu verða lisnir á føroyskum. Ýl Mangt forkunnugt verður á skránni leygarkvøldið. Eitt nú boða teir báðir
eins og látandi lógv á sumri. Finnur var við, tá ið hornorkestrið varð stovnað 1969. Hann spældi við í orkestrinum í eini 20 ár og sang eins og Judith við kórinum í eini 50 ár. Hetta vóru ikki keðiligir [...] pensjonistar svimja longdina og breiddina við jøvnum tøkum. Av og á verður steðgað á á tí grunna vatninum. Ikki so fáar søgur koma undan kavi “á landgrunninum í svimjihylinum” leygarmorgun. Hetta talingarlag [...] Árið í ár - 2013 kom deyðin á gátt 24 ferðir í bygdini. Finnur var tann trý og tjúgundi,sum fór handan sýn í hesum deyðans fylgi. Annars plagar talið at liggja millum 10 og 12 fólk, sum verða borin út
dysturin millum Víking og rumenska liðið Petrolul er farin í gongd á Svangaskarði. Undan dystinum er støðan tann, at rumenska liðið er á odda við trimum málum, og tí er talan um eitt tungt tak hjá Víkingi [...] fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði eru framúr. Hitin er 16 stig. Hagtøl samanlagt: Skot á mál: Víkingur 4, Petrolul 9 Bjargingar: Víkingur 6, Petrolul 4 Mál: [...] 90.: Dysturin er liðugur. Petrolul vinnur 4-0 á Víkingi í seinna dystinum og vinnur samanlagt 7-0. Víkingur er eisini liðugt í evropeisku kappingini í ár. 85.: Útskifting, Víkingur: Sam Jacobsen fer út
fram á vøllin, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum. Hjá NSÍ er Jann Martin Mortensen komin á vøllin í staðin fyri Debes Danielsen. ----- 70 min. 1-0 So hevur tað eydnast NSÍ at fáa hol á. Li [...] inn eftir vøllinum. Merkisvert er tað, at Helgi L. Petersen er aftur á NSÍ liðnum, eftir at hann hevur verið burtur frá í fleiri ár. Hann avloysir Klæmint A. Olsen, sum er leikbannaður. NSÍ-B68 1-0 (0-0) [...] grannauppgerðina í Runavík, og harvið eru toftamenn framvegis stigaleysir. NSÍ hevur í kvøld við 1-0 sigri á heimavølli í grannauppgerðini ímóti B68 tryggjað sær trý stig. Einasta málið skoraði NSÍ liðformaðurin
fekk trý stig burturúr uttan at spæla, og nú eru argjamenn saman við B71 á uppflytingar plássunum. VB/Sumba møtti ikki upp á Argjum. Á fundi í vikuni staðfestu vágbingar og sumbingar, at teir í løtuni ikki [...] nøgdir við eitt stig. HB-LÍF Hóast HB var á heimavølli, og LÍF var á útivølli, so hevði HB einki ímóti leiklutinum at binda væl fyri í verjupartinum og at dúva upp á møguleikar í snarálopum og ikki minst í [...] bjargaði. FS Vágar04-Royn Hvalbingar eru framvegis sørir, men á Valloyrini gróvu teir seg ikki niður fyri at avmarka tapið. Royn bjóðaði av frammarlaga á vøllinum, og í 1. hálvleiki vóru teir heilt væl við. Einasta
avrikið á heimavølli ímóti ÍF. Tað sást aftur í, at hann hesa ferð hevði gjørt fleiri skiftingar, soleiðis at øll røðini í vinstra borði var mannað við monnum, ið ikki hava spælt har fyrr í ár. Áki L. [...] og Gert Langgaard, sum oftast hevur verið í høgra borði, var á miðvøllinum í vinstru. Tætta løtan Einki bendi fyrrapartin av fyrra umfarinum á, at talan skuldi gerast um skrædl. Báðir partar royndu at spæla [...] gjøgnumbrotssterkur. Tá ið fyrra umfarið var reiðiliga hálvgingið, fekk NSÍ hol á eftir deyðbóltsstøðu. Ike fór um koll miðskeiðis á Tofta hálvuni og eitt sindur til høgru. Heimamenninir vildu hava, at hann
virka eftir ætlan, er tað neyðugt, at hann lýkur ávísar treytir. Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, vísti Jústines Olsen, djóralækni, á, at endamálið við stingaranum, er ikki bara at kvetta mønuna [...] krókin í undantaksføri, men tá skal serligt loyvi verða givið til tað í hvørjum einstøkum føri. Á grindamannafundi á Oyrarbakka týskvøldið, staðfesti Jústines Olsen, djóralækni við serligum áhuga fyri grind [...] deyður, sjálvt um hann viðgekk, at tað er nakað tekniskt at kanna eyguni á einum hvali mitt í drápinum. Men djóralæknin legði dent á, at tað er neyðugt at hvalurin er væl frágingin. Tað merkir, at maðurin
Hann er kendur sum eitt tað fremsta umboð, sum Føroyar havt úteftir. Hann starvaðist í meira enn 50 ár á okkara umboðsstovu í Aberdeen, og í hesum arbeiði var hann mangan hentur fyri allar partar av samfelagnum [...] Fleetwood á vestursíðuni av Skotlandi, so her var nóg mikið at gera hjá føroyskum umboðsmanni. Tann 28. juni 1948 kom Sofus so í starv á føroysku umboðsstovuni, har Odmar Skarðhamar var frammanundan. Á umboðsstovuni [...] tískil at vera síni fyrstu barnaár í Syðrugøtu hjá ommuni og abbanum Magninu og Dánjal á Mýruni. Tá ið Sofus var sjey ár, giftist mamman aftur við John Johannesen, sum var hálvur skoti og hálvur íslendingur