Toppliðið og meistaraliðið úr Klaksvík er fyri aðru ferð í eina lítla viku á veg suður í høvuðsstaðin. Sunnudagin endaði tað við 1-0 sigri ímóti B36, og í dag er dagsskráin at hitta HB, sum hevur vunnið [...] tað kann vera, at spælskipanin í dag fer at vera soleiðis, at tað fer at verða lagdur stórur dentur á verjuspælið, sum higartil er eydnast so mikið væl, at bara eitt mál er farið ígjøgnum. Men tað fer einki [...] sum hevur alt at vinna, eftir at fyrsti triðingurin var so soltin. Tølini siga, at tað gongur javnt á, tá ið HB og KÍ hittast. Síðani 2018 hevur HB verið meistari tvær ferðir, og KÍ hevur verið meistari
er tó ikki nøktandi at halda frí frá fótbólti í fleiri mánaðir. Og tá Ingi samstundis sigst vera á veg til Føroya og familjuna her heima, er skjótt at gita, at hann nú aftur verður partur av B36-miðvøllinum [...] Ein lítil skaðasteðgur hevði við sær, at hann ongan tíð veruliga kom í nánd av einum byrjunarplássi á eykaliðnum, og at enda var hann somikið langt frá hesum, at hann og felagið samdust um at enda sáttmálan [...] saman við altjóða reglurnar um flytingarvindeyga. Hvørki Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, ella Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn (B36), vilja gera nakrar viðmerkingar til tíðindini yvirhøvur. Sum vit
tríggir samgonguflokkar sum hava sett nøkur ítøkilig mál í okkara samgonguskjal, sum vit eru væl á veg til at gjøgnumføra hetta valskeiðið. Tað stendur hinvegin ikki ein bókstavur í samgonguskjalinum um [...] verður loyst úr lagdi og so sára gott fyri vælferðasamfelagið Føroyar. Hesi boð vóru so aftur at hoyra á DR1 í vikuskiftinum og haldi eg, at hetta er átaluvert. Gongur tað nú so fantastiska væl í samfelagnum [...] fremst av øllum, hvat er eftirhondini hansara veruliga aðalmál? Hevur flokkurin nakra uppskrift upp á inntøkuskapanina sum skal til ístaðin fyri blokkin? Uttan hesa verður vælferðin skerd, og tað veit løgmaður
strukturbroytingum í hesum døgum. Krøvini til matvøruframleiðslu bara herðast, og trýstið á matvøruprísirnar gongur bert ein veg. Skulu tey sum starvast innan hesa vinnu megna at fylgja við tøkniliga og fíggjarliga [...] tann stuðul, sum føroyski landbúnaðurin fær úr landskassanum. Hetta hava vit fleiri ferðir áður víst, á og hetta er neyvan nakað nýtt fyri flestu. Men tað sum higartil bert hevur verið ein pástandur er nú [...] Landbúnaðurin rindar allan studningin aftur haðani hann kemur, til landskassan! Hetta er nú prógv svart upp á hvítt Hetta hevur óhefti búskaparfrøðingurin Magni Laksafoss nú prógvað. Við øðrum orðum kann sigast
? Tað er eitt sindur serligt at hava ársins fyrsta barn, tað haldi eg, svarar hon. Hvørki á Suðuroyar? ella á Klaksvískar Sjúkrahúsið er nakað barn komið í verðina higartil í 2005. Myndatekstur: Dagunn [...] desember. Heili 10 dagar eftir ásettu tíðina. ? Men sjálvt um vatnið varð farið, so gekk tað ongan veg allíkavæl, og diddan lat framvegis bíða eftir sær. Beint eftir miðnátt nýggjársaftan avgjørdu tey tí [...] vigaði 3750 gram. Í Havn síðani 10. desember Tað hevur verið drúgv bíðitíð hjá Dagunn í Havn. Læknin á Sandi sendir nevniliga allar barnakonur til Havnar 10 dagar áðrenn tær eru settar at eiga, í so fall
sera væl. Hetta kemur av, at hann kemur úr umhvørvinum hjá mammu míni í Havn. Sjúrður kom nógv inn á verkstaðið hjá abba mínum, Pola skómakaranum, sum búði í Konradsbrekku. Her kundu teir sita og práta [...] tinginum sum áhoyrari, men Sjúrður heldur lítið um orðalagið hjá tingmonnum. Viðhvørt stendur so nógv á Sjúrði, at hann fær ikki bara sær og má svara til. Tað hevur hent seg, at hann hevur fingið átalu frá [...] vit høvdu fleiri av Sjúrðasa slag! Hann lesir eisini nógv. Tað er neyvan dagur at hann ikki er inni á bókasavninum, og her man hann vera ellisforseti. Sjúrður hevur sum yngri havt arbeitt fyrifallandi arbeiði
koyra úr Vágum, Vestmanna, Tórshavn og Sundalagnum, eins og bussar koyra av Strondum og Toftum, á vegnum verður koyrt gjøgnum Gøtu og Leirvík. Eisini er møguligt at koma úr Klaksvík við bussi. Allir [...] at gera tiltakið meira fjølbroytt enn tey flestu dansitiltøkini, og hevur nógv forvitnisligt verið á skránni hesi árini. Sigast kann, at hetta er vorðin ein verulig traditión, og hava nógv fólk verið [...] eina drakt. Fyri at gera tað meira áhugavert og spennandi at gera góð og orginal grýluklæði, hevur tað á hvørjum ári verið latnir góðir vinningar til bestu grýlurnar, og í ár verða eisini góðir vinningar
hvønn veg tað ber, og Fleyr vann eisini ein tryggan 25-18 sigur, og nú vóru teir brádliga við aftur í dystinum. Fjórða sett gjørdist aftur rættiliga spennandi, men hesaferð var Mjølnir oman á. Liðini [...] i í ár, so skuldu teir vinna dystin ímóti Mjølni fyri at hava nakran møguleika at fanga Fram aftur á triðja plássi. Mjølnir streyk avstað Tað var tó oddaliðið úr Klaksvík, sum fekk betru byrjanina uppá [...] la dystin. Í øðrum setti var gongdin júst tann sama. Heldur ikki hesaferð var serliga stórur munur á liðunum, men Mjølnir tóktist alla tíðina at hava munin. Teir vunnu sær aftur eina lítla leiðslu tíðliga
sum líkasum fær hinar við sær. Allar sita mestsum bara og bíða eftir hvørji aðrari, og á tann hátt koma vit ongan veg, sigur Súsanna Danielsen. Súsanna leggur tó afturat, at hon ikki vil avskriva kvinnulistan [...] sera stórur ímillum landsins kvinnur. Fundir vóru hildnir, nevndir vóru settar og gongd kom eisini á arbeiðið við kvinnulistanum. Men nú er alt arbeiðið steðgað, og at fáa eina viðmerking frá teimum, ið [...] tó í stuttari viðmerking, at áhugin fyri listanum tóktiskt ógvuliga stórur. Fundir vóru hildnir m.a. á Vertshúsinum, og í fyrstu syftu var stórur áhugi fyri arbeiðnum. Kvinnurnar tóku avgjørt undir við
viðvíkur. Í hesum skúlaárinum skulu skúlarnir í kommunini nevnniliga arbeiða við eini verkætlan, nevnd »À veg ímóti grønum skúlum«. Endamálið við verkætlanini er at fáa øll við tilknýti at skúlunum at vísa størri [...] heimasíðu Verkætlanin fer at hava sína egnu heimasíðu. Tað fer at vera møguligt hjá øllum at fara inn á heimasíðuna, at fylgja við dagligu orkunýtsluni í skúlunum. Hetta letur seg gera, við elektroniskum [...] aðrar teigar, ið eru ætlaðir skúlunum, og har umhvørvisarbeiði í skúlunum allatíðina verður dagført. Á heimasíðuni verður eisini møguleiki hjá lærarum, næmingum, skúlatærnarum og øðrum at koma við nýggjum