seinni út. Sjálvandi halda vit at roykilógin er góð, men tað hevur við sær, at fólk koma seinni út. Tey sita longri heima og roykja og drekka sær nakrar sjussar, í staðin fyri at at koma tíðliga oman í býin [...] býarlívinum. Rákið vísir, at tíðin er farin frá pylsum, burgarum og pizza, og at fólkið í staðin ynskir sunnan og meir eksotiskan mat. Tað sama kann sigast um drykkivanar, og eru fólk farin at leggjast á eksotiskar [...] nøktað tørvin hjá roykjarunum. Kortini vísir tað seg, at tað er torført at lívbjarga sær í býarlívinum, nú kappingin vísir seg at standa millum tað siðbundna og tað eksotiska, bæði hvat viðvíkur mati og
ikki bara sum at siga tað, at fáa hesa verkætlan upp at standa. Njál Djurhuus gjørdi eitt risaarbeiði við at fáa leikararnar at møta upp, væl fyri og klárar at fara undir dagsins dont. Tað, at leikararnir [...] øllum brøgdum, at góð ummæli eru á veg. - Longu tá tað frættist, at filmurin skuldi vísast í Los Angeles, ringdu journalistar at fregnast um filmin, og teir vóru ovfarnir tá teir frættu, at hetta vóru heimleysir [...] r vóru so væl fyri, merkti, at upptøkudagurin ikki gjørdist drúgvari enn 14 tímar. Og tá kvøldið kom, var hjá Njáli Djurhuus at fara út at leita eftir leikarunum, sum skuldu verða við næsta dag. Lívið
Mini, og við at fáa allar bólkarnar at spæla ókeypis, var at fáa nokk av fíggjarorku til at skipa fyri einum rættiligum G! festivali í 2009. Allir bólkarnir høvdu játtað at spæla ókeypis, og tískil skuldi [...] tónleikarar føroyinga. Hinir bólkarnir eiga als ikki at verða gloymdir tó. Tónleikinum hjá teimum bilti als einki, tey spældu væl og sigast má at tann sannroynd, at so fá møttu upp til fleiri av hesum konsertunum [...] skeinkiloyvi, og tískil var ikki gjørligt at keypa sær eina øl og taka hana við tær úr einum øki í annað. Fólk vóru noydd at tøma ølina ella stilla hana frá sær, til tess at koma úr einum øki í annað, og hetta
var ringt at finna okkurt at fílast at. Ein donsk exportskipan, sum eisini vil tryggja allan føroyskan útflutning. Hetta er ríkisfelagsskapurin, tá ið hann er bestur, men heskin biti hjá onkrum at fáa niður [...] felagsskapurin hevur at bjóða. Hvat um vit øll alla tíðina í felag arbeiddu fyri at menna hetta útboðið við tí fyri eyga bara at fáa tað besta burtur úr honum? Eisini loysingafólkini. Ótrúligt at nakar vil fornokta [...] eydnaðist tað óvæntað skjótt at fáa landið aftur á beint. Bankarnir vóru tómir. Vit høvdi einki kredittvirði og ongan eginpening at seta nakað á stovn við, men Danmark lænti okkum pening at pumpa inn í bankarnar
íslendingar nú vilja taka alt upp at venda, og at teir vilja ganga frá teirri framferð, sum hevur verið, og at teir nú vilja venda heilt upp og niður upp á teirra mátar at gera tað upp á. So talan er í v [...] tey fingið forboð móti at tosa ilt um støðuna, og heldur royna at draga tað positiva fram. - Tað hevur heilt ófatiliga stóran týdning, at ein so sterkur miðil sum útvarpið klárar at halda hesi linjuni uppi [...] landoddarnar at gera íløgur við ógvuliga stórum váða, har tað framman undan so at siga bert vórðu gjørdar íløgur innanlands. Ótálmaði vøksturin hjá bankunum hevur uttan iva verið orsøkin til, at skrædlið gjørdist
Italia. At dysturin er júst her hevur eina spennandi forsøgu, sum vit kunnu greiða frá í hesi grein. Her er tað hent, at "okkara maður" í Italia hevur verið við til at ávirka valið av vølli, soleiðis at vit [...] í juni í ár varð gjørt eitt serligt átak fyri at styrkja ynskið at hava dystin spæld á heimabeiti hjá Gianfranco í Italia. Hetta høvið varð nýtt at vísa, at Italia er annað enn fótbóltur. Tað er nevniliga [...] bert at vera nakrar fáar dagar. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara inn í ein bókahandil at spyrja, um tey høvdu eina føroyskt-italska orðabók. Nei, ein slík fanst ikki. Hann fekk boð um, at skuldi
Italia. At dysturin er júst her hevur eina spennandi forsøgu, sum vit kunnu greiða frá í hesi grein. Her er tað hent, at "okkara maður" í Italia hevur verið við til at ávirka valið av vølli, soleiðis at vit [...] í juni í ár varð gjørt eitt serligt átak fyri at styrkja ynskið at hava dystin spæld á heimabeiti hjá Gianfranco í Italia. Hetta høvið varð nýtt at vísa, at Italia er annað enn fótbóltur. Tað er nevniliga [...] bert at vera nakrar fáar dagar. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at fara inn í ein bókahandil at spyrja, um tey høvdu eina føroyskt-italska orðabók. Nei, ein slík fanst ikki. Hann fekk boð um, at skuldi
tann, at Dráttur fekk skjótari glið á, og at tær kláraðu betri at halda Fleyr frá fatinum enn tær gjørdu í fyrsta settið. Fleyr slapp heilt einfalt ikki at koma aftur í aftur og tískil sá út til at dysturin [...] Tær royndu av øllum alvi at leggja trýst á tær soleiðis, at vágakvinnurnar fóru at gera mistøkini. Hetta eydnaðist, men ikki til fulnar, og tí slapp Dráttur so mikið frá Fleyr, at tær knógvaðu settið heim [...] Joensen. Hann hevði ikki so øgiliga nógv í at velja enn at broyta uppstillingina soleiðis, at hann fekk meira burtur úr leikarunum hann hevði við sær. Hetta merkti, at Andrea Kristoffersen var sett út á beinkin
poltikkarar vil sjálvandi eisini sleppa at skriva søgu. At maðurin hevur ambitiónir, tað kunnu vit ikki siga hann ringan fyri, men hann má sjálvsagt ansa sær, at søguskrivingina ikki verður eitt mál í sær [...] letur Høgni Hoydal okkum vita, at tað er nú, vit hava ein søguligan møguleika til at gerast fíggjarliga óheftir av danska ríkisstuðulinum. Hann gevur lesaranum ta fatan, at møguleikin er søguligur og avmarkaður [...] Men lat okkum hyggja eitt sindur nærri at hansara søguliga uppfatan. Hví ikki longur brúka sunna fornuft? Søguligi pástandurin hjá Høgna Hoydal er, at av tí at vit í 1998 guldu einar 900 mió. kr. í rentum
flokkurin meinar at tað er ein samanhangur millum rúsevni og harðskap. Á ferðum uttanlands hevur Carl I. Hagens sagt at narkotika eigur at gerast lógligt. Heima í Noregi sigur hann at hann ikki hevur sagt [...] einki skeivt í at krevja at í Noregi skulu norskir norðmenn búgva. Eitt tað mest umtalaða uppskotið hjá Carl I. Hagen er at samarnir ikki skulu læra sítt móðurmál. Teir skulu noyðast at læra norskt. Hetta [...] skulu taka yvir allar uppgávurnar hjá tí almenna. Ynskir ein at brúka bókasavnið, so noyðist ein at rinda fyri hvørja bók og møguliga eisini fyri at fáa atgongd til lesisalarnar. Allur stuðul til útjaðararnar