tilsøgn um at seta hesar lógir í gildi, segði Anfinn Kallsberg. Løgmaður greiddi frá, at orsøkin til, at hann ikki hevði brúkt stórvegis orku upp á hesar lógirnar, hóast hann fekk bræv um tær, var, at løgtingið [...] longu hevði samtykt 26. november 2001, at hernaðaligu revsilógirnar skuldu takast av, og at Føroyum ongar lógir nýttist á økinum. ? Løgtingið hevur tikið støðu til, at vit ikki ynskja lóggávu á hesaum økinum [...] Løgtingsmenn taka tað í sera stórum álvara, at danska stjórnin hevur sett ein bunka av lógum og kunngerðum í gildi fyri Føroyar, uttan at spyrja løgtingið eftir. Tað varð staðfest, tá løgtingið hósdagin
hetta. Hann sigur, at kvøldið eydnaðist avbera væl, og at tey ungu skikkaðu sær heilt væl. ? So at siga ongin var nakað serliga ávirkaður, og tey lótu til at hugna sær, og tað er at fegnast um, sigur Jan [...] harmur um, at ongin dansur fyri tey ungu hevur verið. Og hann tók stig til hetta saman við nevndini í klubbanum, men gjørt varð samstundis púra greitt fyri teimum ungu, at atburðurin kom at hava alt at siga [...] fríggjakvøldið. Men Jan sigur, at hann hevur ikki tosað við grannarnar enn, so hann veit ikki at siga, um tey vórðu órógvað av teimum ungu hesa náttina. Men Jan hevur ætlanir um at tosa við grannarnar, og fundur
sleppa at vera tungan á vágskálini, og framhald av verandi samgongu er heldur ikki ráðiligt. Okkurt bendir á, at Tjóðveldisflokkurin sær Jenis sum frelsaran, og tað er lítið hugaligt at síggja, at flokkurin [...] Jenis til eittans ting, og tað er at halda Javnaðarflokkin uttanfyri. Tað eiga hvørki løgmaður ella Kári Post at lata sær lynda. Tað er burturvið av E at siga og halda, at við Jenis kann fullveldistilgongdin [...] samgongu. Út frá hesum má sigast, at tað var heppið fyri vilja veljarans, fyri demokratiið, at størsti flokkurin og sigursharrin til valið fekk tingformanssessin. At tað so eisini er ein fyrrv. floksformaður
dygd. Tí er sjálvsagt, at tann besta ullin, fær besta prísin. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at miðað verður eftir, at ullarmóttøkan skal rekast á handilsligum grundarlagi, men at ein minstiprísur tó verður [...] ullarmóttøkan eisini átaka sær at turka og senda ullina víðari til virki ella aðrar keyparar. Tað áliggur eisini seyðaánaranum at viðgera ullina og handfara hana soleiðis, at bara fyrsta floks vøra fæst burturúr [...] til tess at fáa einlittan seyð. Og tað sum verri er - ikki bara fyri ullina og ullarmóttøkuna, uttan mest fyri seyðin sjálvan - eru tær mongu pesjurnar, sum eru at síggja ymsastaðni. Eitt er, at menn ikki
Men tað eru fólk sjálvi, sum eiga at vita, at hetta kann gerast vandamikið, og tað er í síðsta enda teirra egna val. Fróði sigur, at teir bátar, ið eru góðkendir at sigla við ferðafólki, melda hóast alt [...] í lagi. ? Tað er eitt sindur hugstoytt at síggja, at ein og hvør bátur sleppur at sigla aftur og fram, serliga tí vit hava lagt so nógva orku, tíð og pengar í, at fáa bátin góðkendan. Fróði vil ikki rættiliga [...] verður, nú meðan verkfallið er, brúkt til at flyta fólk um sundið. ? Barbara er bygd at sigla við ferðafólki, greiðir Fróði Skúvadal frá. Tað kostaði nógv eyka at fáa trygdarútgerðina upp á pláss. Til dømis
fýlist á, at skúlarnir hava fingið ov stutt skoðbráð til at fyrireika dagin. Spurdur um lærararnir leggja nógv í dagin, sigur hann. - Flestu lærararnir halda, at tíðin er ikki tann rætta til at hátíðarhalda [...] av sjálvum skúlaverkinum. - Vóni, at hesin dagurin fer at fáa undirtøku úti á skúlunum, og at hetta tiltakið kann styðja undir tilvitanina um okkara skúlaverk, og at tað nú eru vit einsamøll, ið hava ábyrgdina [...] landið boð frá landsstýrismanninum í mentamálum um at brúka mikudagin 20. mars til at hátíðarhalda yvirtøkuna av føroyska skúlanum. Men longu nú letur til, at tað verður ikki stórur hátíðardámur á øllum skúlum
Kappingarráðnum váttar fyri Sosialinum, at teir hava fingið málið til ummælis. Hann sigur, at tað er vanligt, at teir fáa mál til ummælist, men hetta er fyrstu ferð, at teir fáa ein tílíkan sáttmála. Hann [...] sigur, at teir løgdu nógv arbeiði í samráðingarnar, og tað var eitt stórt stríð at fáa sáttmálan upp á pláss. ?Teir høvdu ikki víst áhuga fyri einum tílíkum sáttmála, men tað eydnaðist okkum at fáa tað [...] hypotesur í hesum málinum. Hann sigur bara, at teir kannað málið, og hann veit ikki at siga, nær ið teir vera lidnir við kanna málið. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking úr landsstýrinum.
rnar. Løgmaður visti tá ikki at siga, um hetta fór at fáa avleiðingar fyri samgonguna. Síðan tá hevur ein leiðandi advokatur staðfest, at løgmaður hevur grundarlag fyri at stevna Tórbirni Jacobsen fyri [...] hann heldur ikki nógv fyri at tosa um málið. - Tað fyrsta eg fari at gera, verður at seta meg inn í alt tað, sum er sagt og skrivað um hesar skuldsetingarnar. Eg verði noyddur at seta meg ordiliga inn í málið [...] hann og fiskimálaráðharran fyri at hava havt ov langar fingrar. Nú løgmaður vendi heim aftur á klettarnar, eftir at hava hildið feriu á flatlondum, fær hann lítlan frið at pakka kuffertið út, tí tað, sum
Hentze heldur eisini, at tað er onki at finnast at samstarvsevnunum hjá fyrstalæraranum. ?Men tað er bara veruleikin, at tá ið ein leiðari kemur við nýggjum hugskotum og ætlar at broyta tað gamla, fær [...] sigur, at tað vóru nevniliga fleiri hús, sum vórðu lopin um, tá ið tey gingu við listanum. ?Tey, sum gingu við listanum hava ikki gjørt mætari enn at leypa tey um, har tey vitstu at fólkð ikki fór at skriva [...] harðliga. ?Tað er undir lágmark at savna inn undirskriftir ímóti einum fólki, men at leypa tey um, har tey frammanundan vita, at tey ikki fáa undirtøku. Soleiðis bera ein seg ikki at, sigur hann. Eitt megnararbeiði
flokkurin hevur fingið. Kann tað hugsast, at Tobbi/flokkurin ikki hevur gloymt, at løgmaður koyrdi grús í fullveldismaskinaríið og nú vil ?hevna? seg við at krevja, at vinnupolitikkurin verður eftir tjóðve [...] við, at flokkurin lat Fólkaflokkinum vinnumálini, nú hann fekk løgmann. Aftrat tí er eysturoyartingmaðurin ónøgdur við, at hansara valdømi onki landsstýrisumboð fekk. Tað kann vera orsøkin til, at hann [...] frá sær. Fyri at blíva reinsaður má løgmaður krevja av Tobba, at hann etur orðini í seg aftur. So er spurningurin, um samgongan stendur uppá spæl. Higartil hevur formaðurin í E klárað at bjargað flokkinum