Unn setti seg í samband við Fróðskaparsetrið um møguleikan at byggja upp ein depil undir Setrinum fyri havgransking, sum ES verkætlanirnar kundu koyrast inn undir. Setrið hevði tó ikki áhuga fyri hesum. Hon [...] vindeygað, og tað eru heili fýra fiskavirkir bara her í bygdini. Fyri okkum snýr tað seg serliga um at loysa trupulleikar, sum eru viðkomandi fyri føroyska vinnu. Tað verða vit mint um hvønn dag við bert at [...] gera. Síðani privati granskingarstovnurin varð settur á stovn fyri fimm árum síðani, eru uppgávurnar vorðnar støðugt fleiri. Og virðingin fyri arbeiðinum hjá granskarunum í Leirvík er vaksin samsvarandi
Eitt talsfólk fyri Kreml sigur, at Russland eigur ongan lut í dronunum, sum mánakvøldið vórðu sæddar yvir Kastrup Lufthavn. Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga fyrrapartin, men í greinastubbanum [...] limalond. Á Nato-fundinum verða hendingarnar viðgjørdar, har russisk jagaraflogfør herfyri gjørdu seg inn á loftrúmið hjá Estlandi. Herfyri vóru eisini fleiri dronur skotnar niður í pólskum loftrúmi, og
meiriluti er á Løgtingi fyri at gera hann? Hví hevur fosturtøkumálið størri týdning fyri Tjóðveldi enn loysing. Og hví hevur fosturtøkumálið størri týdning enn Suðuroyartunnilin fyri nógv tingfólk? Eru gyltu [...] eina stutta stund er tilstaðar, fyri síðani at hvørva aftur í óásetta tíð? Kann man kalla tað haldføran politikk? Kann man kalla tað fólkaræði? Um tað nú ikki er meiriluti fyri fríari fosturtøku í 50 ár, og [...] og tað so brádliga verður meiriluti fyri fosturtøku í eitt ár, fyri síðani ikki aftur at vera meiriluti næstu 50 árini, kann tað so kallast demokrati at skunda eitt so ræðuligt mál ígjøgnum? Sigur tað
Teistin ikki skuldi seljast, var hetta ein góður møguleiki at seta Teistan inn fyri 50 ára gamla Sam, sum hevur tænt fyri seg sum ferðafólkaskip á kalsoyarleiðini. Ístaðin fer Sam nú at virka sum eykaskip [...] bólkum og børnum. Loysnin fyri pendlarar er ment og verður í løtuni roynd innanhýsis á Strandferðsluni. Fyrst í oktober verður skipanin latin upp fyri útvaldum brúkarum at royna fyri at tryggja, at hon virkar [...] Ímeðan kalsoyarskipið er teknað, hava fundir verið við ein fylgibólk, har umboð fyri Kalsoynna hava luttikið, umframt umboð fyri manningarnar hjá Strandferðsluni, ið hava siglt á kaloysarleiðini í mong ár
hildið tíðindafund um hendingarnar, sum órógvaðu flogferðsluna í Kastrup. Løgreglan sigur seg ikki vita, hvør skipaði fyri, men ábendingar eru um, at talan er um onkran "kaðalveitara", sum tikið verður til. [...] av dronum í gjárkvøldið, ti í nakrar tímar varð eisini Oslo Lufthavn stongd. Norska løgreglan segði seg tó ongar ábendingar hava um, at hesar hendingar høvdu nakað við hvørja aðra at gera. Danska løgreglan [...] Volodymyr Zelenskyj, skrivar á X, fyrrverandi Twitter í morgun, at tað eru russar, sum hava gjørt seg inn á danskt loftrúm. Men, hetta kundi danska løgreglan ikki vátta á tíðindafundinum í morgun. - Men
hendingina. Kvinnan sum stakk meldaði seg sjálva hjá løgregluni sunnukvøldið. Hon var ikki samd við løgregluni, hvussu hendingin var farin fram, men hon er skuldsett fyri kvalifiseraðan harðskap. Umhugsað
flokkar fara at atkvøða við stórum meiriluta fyri uppskotinum. Men Sambandið er í tvíningum í hesum máli. Tveir politikkarar siga seg heilt víst fara at atkvøða fyri, ja, annar av teimum er enntá uppskotsstillari [...] gott fyri mín flokk, ha? Mín flokkur kundi fingið meginpartin av fólkunum, sum verða og longu eru sera ónøgd við leiðina, ið Sambandið fer. Men hví eri eg so ikki glað? Tí hetta als ikki er gott fyri elskaða [...] ningini hjá portal.fo, har Fólkaflokkurin hevur ligið framman fyri allar hinar flokkarnar í fleiri mánaðir nú. Charlie Kirk er kendur fyri at siga: “Giftið tykkum. Fáið tykkum børn. Byggið ein arv. Latið
eru viðurkent sum fakfelag uttan fyri landoddarnar og hava eittnú limaskap í Nordisk Journalistforbund og European Federation of Journalists Heldur enn at fyrihalda seg til hesi viðurskifti velur landsstýrið [...] sjálvt, sum hevur sett miðlafólkini í KvF í starv? Rætturin at skipa seg í fakfelag við egnum sáttmála er somikið grundleggjandi fyri eitt yrki, at Føroysk Miðlafólk noyddust at stevna landsstýrinum. Felagið [...] staðfesta, at Føroya landsstýri framvegis ikki vil viðurkenna rættin hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg, soleiðis sum eftirhondini øll yrki í okkara samfelag eru tað. Eftir úrslitaleysar samráðingar í nærum
Sambandsfloksins at tosa Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin, frá at vera við til at leggja uppskotið um fría fosturtøku fyri tingið. Samstundis sigur formaður Sambandsfloksins, Bárður [...] sambandsveljaranum taka undir við uppskotinum, sum Eyðdis Hartmann Niclasen fer at vera við til at leggja fyri Løgtingið í morgin. Lesið eisini: Føroyingar taka undir fosturtøku til 12. viku Kanningin vísir, at [...] verður loyvd til 12. viku í viðgongutíðini. 35 prosenta av sambandsveljarum eru ímóti og 12 siga seg ikki vita.
Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst. Soleiðis siga tey í F [...] tons í 2025. Sagt verður, at rækjustovnarnir á Flemish Kap og Grand Bank hava trupult við at koma fyri seg. Veiðibann hevur verið á Grand Bank síðan 2015 og á Flemish Kap síðan 2022. Limalondini vóru samd [...] Fiskimálaráðnum í dag. Lagt verður aftrat, at nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er væl fyri, og NAFO-Vísindaráðið mælti tí til eina hækking av mest loyvdu veiði (MLV), sum samstundis tryggjar