Sosialinum, at tað er ógvuliga sannlíkt, at tá alt er íroknað, verður ferðin ikki so øgiliga bílig hjá nógvum kortini. Sagt verður frá, at rættiliga trongligt var við barrirnar umborð, og mett verður, at umsetingurin [...] Ætlanin var at fáa váttað ella avsannað hesi tíðindi frá leiðsluni á Smyril Line, men tað eydnaðist ikki. Heldur ikki eydnaðist at fáa viðmerkingar frá leiðsluni til frásagnir frá ferðafóki um, at ymiskt herverk [...] vóru umborð. Ætlanin var at fáa eina viðmerking frá leiðsluni á Smyril Line til, hvussu tað ber til, at felagið selir rúsdrekka til so ungt fók á eini slíkari ferð. Loyvt er ikki at selja so ungum fóki rúsdrekka
landið um 3,5 milliónir krónur, sum tað verður mett at koma at kosta, sigur Eyðun. Við at seta pening av til hetta endamálið, ætlar Svínoyar kommuna so ikki, at teirra partur skal liggja eftir, tá tað kemur [...] gjørd, so hava vit ikki mist vónina um, at smoltstøðin fer at lata uppaftur, sigur ein bjartskygdur Eyðun Jacobsen í telefonini úr Svínoy. Og hann leggur afturat, at tað jú gongur illa allastaðni í alivinnuni [...] arbeitt við at fáa bøtt um sambandið við Klaksvík. Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera ein tunnil á oynni, sum skal koma út á Havnini, sum tað verður kallað. Síðani er ætlanin, at bátur skal sigla
síðani, so kundi StÍF kanska liva við, at talan ikki gjørdist um stig hesaferð. Men tað er einki at ivast í, at tær munnu iðra seg um hetta, og nú er kravið, at nøkur stig fáast til vega komandi umførini [...] skjúttunum hjá liðunum báðum góðar umstøður at virka. Og ikki minst dugdi Simona Dziugyte hjá Neistanum at gera sær dælt av hesum. Ofta hevur hon kanska lyndi til at royna í meira lagi sjálv, og við hvørt vóru [...] Neistin eisini aðrar frægar leikarar at taka av. Lina Andriulyte sýndi sera gott hegni í at finna neyðugu sendingarnar og eitt nú Ása á Neystabø og Lív Sørensen eru kvikar at fara avstað, tá møguleiki fyri
hugskotið at nýta ferðamannaflogfør sum vápn. Der Spiegel veit eisini at siga, at yvirgangsmenninir ætlaðu ikki at stoyta tað fjórða flogfarið niður í Hvítu Húsini, sum tey flestu hava hildið, men at Capitol [...] men eygleiðararnir siga, at løgreglan hevði ikki kunnað tikið ein so týðandi persón uttan samtykki forsetans. Aðrir eygleiðarar ávara samstundis um, at handtøkan fer uttan iva at skerja áhugan hjá útlendskum [...] sambandi við roknskapin, sigur felagið, at teir seinastu mánaðirnir hava verið truplir, og víst verður á gøluna, sum endaði við, at stjórin, Olav Fjell, noyddist at fara frá. Aftan á skatt var nettoúrslitið
hann/tey, heldur enn at hótta við at melda okkum út. Tað má tí vera okkara aðalmál, at øll tjóðveldisfólk fylkjast um flokkin, so hann kemur uppaftur sterkari inn á ting. Tí fari eg at heita á allar veljarar [...] Tjóðveldisflokkinum, at hann kom við, men nú hevur hann treytaleyst givið seg undir fólkaflokkin, sum ikki vildi vita av teimum á sinni. Ófatuligt at hesin flokkur, sum skal eitast at vera »kristiligur« [...] fer framvegis at stríðast fyri fullveldinum, men tað skal ikki vera uppá bekostning av at góðtaka lygnir og valdsmisnýtslu. Tað sum okkara formaður og leiðsla floksins hevur brúk fyri er, at vit gera manngarð
føli eg meg noyddan at koma við hesi rætting. At verða skuldsettur fyri at hava fiskað kvotuna hjá einum øðrum skipi er langt úti og er ein sera álvarslig ákæra. Eg skal vátta at Arctic Viking hevur aldrin [...] sjálvur tosað við Tobba og hann sigur, at hann er skeivt endur-givin. Hann hevði ikki sagt, at vit vóru orsøkin til at hann ikki slapp undir Eysturgrønland og hann lovaði at hann skuldi koma við eini rætting [...] tí, eisini tí at JFK helst hevði meir enn ovmikið um oyruni við nýgga Skálabergi og Nærabergi, sum jú eru prosjekt i 200 mill klassanum. Rætt er eisini at vit skuldu ikki verið farnir at fiska av kvotu
verður aftur farið undir at grópa seg ígjøgnum Eysturoynna fyri at taka áir. Hesaferð á vestursíðuni. Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt at geva stýrinum fyri SEV loyvi til at læna 150,6 milliónir krónur [...] fyri og 11 atkvøddu ímóti uppskotinum at heimila stýrinum at taka upp lán. Frammanundan høvdu 20 atkvøtt fyri at útseta málið, men tað fall. Verkætlanin fevnir um at gera tunlar í fjallinum í Eysturoynni [...] viðganga, at eg var ógvuliga skuffaður. Eg havi fingið skotið í skógvarnar, at SEV er ov afturlætið, og tí gjørdi eg mær stóran ómak við einum kunnandi fundi. Vit høvdu fingið okkum útlendska hjálp at greiða
straks gekk við til at handa mentamálasessin til formann Tjóðveldisfloksins! Mundi løgmaður t.d. krevja, at hesin ógildaði setanina? Ella metti hann málið at vera avgreitt og góðtók harvið, at nýggi maðurin [...] Men fyri hesi snúði málið seg ikki um at fáa eina landsstýriskvinnu frá. Tað snúði og snýr seg um at vaska talvuna reina og fara aftur til byrjanina, nevniliga at lýsa starvið leyst av nýggjum og harvið [...] hugsjónarligum myrkaspæli! Símin Arge hevur einki annað gjørt enn at svara upp á eina lýsing í bløðunum um eitt leyst starv at søkja. Tað vísir seg, at teksturin í hesi lýsing, sambart almannakunngjørdu skrivunum
høvdu ikki væntað, at vit skuldu fara at koma víðari í kappingini. Men tá ið vit høvdu verið á pallinum og spælt, og tað gekk stak væl hjá okkum, fingu vit eina vón um, at tað kanska fór at lata seg gera. [...] sera ymiskir bólkar, sum koma at spæla , og tað er trupult at gera sær nakrar tankar um, hvussu dómararnir fara at døma. ? Mær dámdi sera væl Gestir, og eg rokni við, at teir verða størsta hóttinin fyri [...] trummuspælarin kundi koma heim til hálvfinaluna. Tað vísir seg nú, at upptøkuroyndin hjá honum er um tvær vikur, og so læt tað seg gera at koma heim at spæla. Rúni gongur til frálæru niðri, so hann er væl fyrireikaður
hámarksferð. Nevnast skal, at verður hámarksferðin økt til 60 km/t, so fer hetta ikki at fevna um lastbilar, bussar og onnur størri akfør. Sjúrður Olsen sigur, at ætlanin er, at hámarksferðin skal ásetast [...] við einari kunngerð at loyva hægri hámarksferð á ávísum vegastrekkkjum. ?Vit hava fingið nógvar áheitanir um at loyva hægri ferð á ringvegnum. Samstundis mugu vit eisini ásanna, at fólk koyra skjótari [...] tað skulu eisini vera fyrimunir við at koyra eftir ringvegnum, sigur Jón Kragesteen. Trupulleikin í hesum førinum er bert tann, at tað eru nøkur kriterii, sum eiga at verða uppfylgd, áðrenn loyvast kann