fleiri kommunum kring landið, sum hevur boðið seg fram til at hýsa eini oljuútgerðarhavn. Nú tað nærkast 1. útbjóðing eru bæði kommuna og virki í oynni sinnað til at fara undir nakað meira ítøkiligt. Og tað [...] so er tað spell, um vit ikki hava møguleika at hýsa teimum til ta tíð. -Eg havi skilt, at tað er ikki so stórur tørvur á havnaøki í sjálvum leitingarskeiðnum, og sum er hava vit longu ávíst havnaøki tøkt [...] sær, tí her liggur øll høvuðsumsitingin. Vit síggja eisini, at tað er avmarkað við tænastuvirksemi í Suðuroynni. Tá er støðan øðrvísi á t.d. Skálafjørðinum. Her eru fleiri maskinverkstaðir og specialverkstaðir
kvinnur eru ikki tøkar Ein av trupulleikunum við at fáa kvinnur upp í politikk er, sambært Katrin Dahl Jakobsen, at tær rætt og slætt eru ikki tøkar. Fyrrverandi løgtingskvinnan sigur, at tað eru ein rúgva [...] samd við Boga Eliasen í, at um vit hava bert tað eina valdømi, kann tað kanska gerast lættari hjá kvinnum at koma framat. Sum nú er, er tað ógvuliga sjáldan, at kvinnur eru millum fremstu valevnini hjá teimum [...] fara upp í politikk, tí tær hava ikki umstøður til tað. Føroyar eru framvegis fyrst og fremst eitt veiðimannasamfelag, og av teirri orsøk eru nógvar kvinnur einsamallar um taka sær av heiminum, tí at maðurin
sum mistu lívið á sjónum. -Hetta er ein góður siður, tí sjálvandi skulu vit minnast tey, sum doyggja á og við sjógvin. Vit eru ein tjóð sum livir av havinum, og havið er eisini allastaðni rundan um okkum [...] prestur verið partur av øllum hesum vanlukkunum. -Tað hevur verið hart, tí vit hava møtt deyðanum upp á allar hugsandi mátar. Vit hava mist fólk í bestu árum av vanlukkum og sjúkum, og vanlukkurnar á sjónum [...] hann. Jógvan Fríðriksson er uppvaksin á Strondum, og kona hansara er av Skála, tí búgva tey nú í økinum, har tey eru uppvaksin og hava familju, vinir og kenningar. - Eg kenni øll fólk yvir sjey ár í mínum
sjálvræði og kommunalu ábyrgdina, men vit eru ímóti at tvinga kommunur at leggja saman við lóg. - Í staðin mæla vit í Javnaðarflokkinum til eina sokallaða millumloysn. - Vit mæla til, at skipað verða øki ? øki [...] øki við fleiri kommunum, sum eru felags um ymisk mál, sum tann einstaka kommunan er ov lítil ella fíggjarliga veik at umsita einsamøll. - Taka vit eitt nú Klaksvíkina sum dømi, so er ongin ivi um, at [...] javnvág í arbeiðsbýti og ?tilboðum til øll arbeiðstøk, og at tey, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin: børn, gomul og óarbeiðsfør ? eru ein virdur partur av samfelagslívinum. - Samfelagið hevur broytt seg
av hesum bakteriunum. Antibiotikaresistentar bakteriur eru vorðnar ein álvarsamur trupulleiki, ið hevur rakt allan heimin. Orsøkin til, at vit nú eru um at missa tamarhaldið á teimum sjúkuelvandi smáverunum [...] Avleiðingin er, at meira enn 70 prosent av sjúkuelvandi bakterium nú eru resistentar fyri teimum antibiotika, ið vanliga verða brúkt í viðgerðini. Eru MRSA og multiresistentar bakteriur í Føroyum? Tann fyrsti [...] r skapa resistens fyri antibiotika, og fleiri av teimum eru multiresistentar. Tann dapra niðurstøðan er, at antibiotikaresistentar bakteriur eru ein álvarsom heilsulig hóttan um allan heimin. Í 1998 vóru
felag. Harnæst óttast landsstýrið, at fólk fara at taka allan peningin ut. – Tað , sum nú er hent er stutt sagt tað, at vit hava lagt so nógv burtur móti tapi, vegna virðismetingarnar hjá danska fíggjareftirlitinum [...] oktober í 1993 í sambandi við, at Fíggjareftirlitið hevði stongt bankan og koyrt hann á húsagang. Vit endurgeva samrøðuna í Sosialinum her: » – Sambært Fíggingargrunninum skulu bert teir stóru bankarnir [...] Fíggjareftirlitið hevur hervið niðurskrivað virðini í bankanum niður í einki, sigur Helgi Fossadal. Vit kundu tó hóma skriftinia á vegginum, tá Flemming Duus, bankastj ó ri í Den Danske Bank í vár segði
ferðafólki og farmi. - So fáa vit at síggja um politiska skipanin heldur til tað, legði hann turrisliga afturat. Kroystir upp í ein krók Áki Bertholdsen Fleiri tinglimir eru í øðini inn á Johan Dahl og Jacob [...] Dahl. 17milliónir Orsøkin er, at tyrluflúgvingin nú kemur í vanda, er, at sáttmálin við Atlantsflog um tyrlutænastuna fekk út á nýggjárinum, men partarnir eru samdir um at leingja hann til. 31. mars. Men [...] tilsvarandi sparing finnast aðrastaðni so at almennu útreiðslurnar ikki økjast. - Tey, sum halda, at vit kunnu ikki blíva við at økja um útreiðslurnar mugu so eisini halda upp at at ynskja sær eina betri
ógini er, at vit ikki lata burturav okkara rættindum í ríkisfelagsskapinum, men harafturímóti í felagsskapi í ríkinum vinna borgarum bestu møguleikar. Men málið er ikki minni, at tað eru føroyingar sjálvir [...] órealistisku kós at snara løgmann og fylgisveinar hansara, so at alt veruligt frælsi fyri føroyingar nú er farið langt út av sporinum. Landsstýrið hevur so staðiliga prógvað, at loysingarleiðin er veruleikafjar [...] barm og viðurkenna, at fullveldisætlan teirra er miseydnað. Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum má nú koma á skránna. Hinir flokkarnir mugu finna saman við okkum at tala um eina veruliga loysn á ríkis
Hanne Flor, sum skal hava funnið handritið aftur, og vit standa undrandi, sigur Zacharias Heinesen. Harmast støðuna Zacharias og familja hansara eru ikki sørt hørm um, at fólk kunnu hava fingið ta fatan [...] rindaði skuldina hjá Jørgen-Frantz. Upprunahandritið, sum Jørgen-Frantz skrivaði, liggur nú á Føroya Landsbókasavni, og vit eiga tað øll. [...] granskað í skaldskapinum hjá Jørgen-Frantzi. Eftir standa næstringarnir hjá Williami sum kánus, tí tað eru teir, ið hava varðveitt upprunahandritið í samfull 62 ár, men fingu onga tøkk fyri tað. Zacharias Heinesen
fingu vit eitt óhaldbært vakum í politiska lívið í Føroyum. Tinganes lukkað land Løgmaður kom heim til Føroya hóskvøldið. Men hóast landið var í politiskari undantaksstøðu og fólk ivaðust í, um vit høvdu [...] semju, men á døgurða leygardagin skiltust samgonguleiðararnir uttan at vera komin til nakra semju. Tingmanningarnar vórðu nú kallaðar inn. Samgongan var um at bresta. Høgni Hoydal helt fast við, at hann [...] telefax heim til Høgna Hoydal. ? Um hesi málini fara niðan í løgtingið, uttan at flokkarnir í samgonguni eru samdir áðrenn, meti eg hetta sum so stórt álitisbrot, at eg taki hetta sum uppsøgn av politiska sa