32 prosent av tíðini, og teir høvdu sambært hagtølunum ongan stóran málmøguleika. Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Teir eru bert seks stig omanfyri næstaftasta liðið, Örgryte sum hevur 14 stig
verður økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi [...] Millum annað kann talan verða um felags venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti [...] trygdarsamstarvið millum Føroyar, Danmark og okkara sameindu. Tí er tað eisini avgerandi, at avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum, og at átøk, ið viðvíkja Føroyum, verða framd í tøttum samstarvi
Peskov, sigur, at russski forsetin varð kunnaður um vitjanina av CIA-leiðaranum. Amerikanski forsetin, Donald Trump, umrøddi vitjanina í Moskva sum "nokso regluliga" og segði, at USA arbeiðir fyri at fáa ein [...] varð farið avstað aftur úr Russlandi. Hetta var eftir øllum at døma fyrsta ferðin hjá CIA-leiðaranum, sum tók við í januar í fjør. Í november í 2021 fór táverandi CIA-leiðarin, William Burn, til Russlands
Klaksvík, og í dag, fríggjadag, verður aftur høvi hjá almenninginum at vitja skipið. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er í dag eitt altjóða trúboðaraskip. Umborð búgva og arbeiða fleiri hundrað [...] klokkan 14 til 23 verður skipað fyri rundvísingum umborð. Hetta gevur vitjandi høvi at síggja meira av gamla føroyska ferðamannaskipinum og fáa innlit í lívið hjá altjóða manningini. Í kvøld klokkan 20
hoyrd nærindis iransku oljuoynni Kharg leygardagin. Reuters skrivar við iransku tíðindastovuni Fars sum keldu, at enn er ógreitt, hvat hevur elvt til brestirnar. Ein tíðindamaður hjá Fars sigur sambært Reuters [...] skrivar, at óváttaðar upplýsingar frá lokalum keldum siga, at eitt iranskt tangaskip kann vera rakt av einum amerikanskum raketti nærindis Kharg. Kharg liggur í Persaflógvanum umleið 30 kilometrar úr iransku [...] oljuútflutning. Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið skrivaði Trump, at Kharg fór at verða »sprongd
árum síðani, og gamla hitaskipanin, sum skorsteinurin hoyrdi til, verður tí ikki longur nýtt. Í dag varð so endaligt punktum sett fyri skorsteinin. Tað var ikki bara sum at taka ein vanligan skorstein niður [...] sindur. Í hálva øld hevur skorsteinurin stungið høgt upp um bygningin og verið sjónligur úr stórum parti av býnum. Nú er hann burtur. ##med2## ##med3## ##med4##
fevndir av hesi tilbúgving. Okkara limir arbeiða allir við teimum veikastu, og lógarfest tilbúgving er tí avtøka av okkara verkfalsrætti. Søgan vísir okkum, at eingi arbeiðsrættindi eru komin av sær sjálvum [...] føroysku fakfelagsrørsluna, ið viknar hvørja ferð enn eitt fakfelag letur seg tøla av politiskum snildum ella kroysta av hóttanum. Vit fakfeløg eiga at vera vakthundurin heldur enn at renna ørindi fyri politiska [...] ráðnum undir skálkaskjólinum um tilbúgving hevur brúkt verkfall sum sparitiltak í heilsuverkinum. Meðan heilsustarvsfólkið tók ábyrgd av teimum veikastu undir seinasta verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
eisini sleppa at njóta hana, sigur hann við Kringvarpið. Hann vísir á, at størri ampi er av stórum akførum, sum stundum koyra oman fram við Mølheyggjunum og út á sandin. Borgarstjórin sigur, at málið um [...] um ferðsluna við Mølheyggjarnar verður tikið upp við bygdarráðið, tá summarfrítíðin er av.
á 0,78 krónur fyri hvørt partabræv. Við endan av ársfjórðinginum var eginognin negativ við 119,6 milliónum krónum. Fyrra hálvár hevur serliga verið merkt av arbeiðinum at fáa skuldina hjá felagnum umskipaða [...] Orlando-oljuleiðini havt við sær, at Atlantic Petroleum hevur verið noytt at niðurskriva virðini, sum eru knýtt at oljuleiðini, munandi. – Hetta undirstrikar tørvin á at tryggja samtakinum nýggjar fra
konsert í Vesturkirkjuni, og sunnukvøldið 9. august klokkan 19 verður konsert í Gøtu kirkju. - Kórið, sum varð stovnað í 2001, hevur verið sera virkið og hevur havt nógvar sera góðar framførslur. Kórið hevur [...] Føroyar. Sagt verður um kórið, at tey eisini hava luttikið í fleiri kappingum við góðum úrslitum, sum t.d.: * 2008: 1. pláss í estisku kappingini fyri blandað kór og gullheiðursmerkið á fólkasangkappingini [...] altjóða kórkappingini við Anton Bruckner-løgum í Eysturríki, umframt servirðisløn fyri framførsluna av "Kvøldsins vakurleiki" (Õhtu ilu) hjá Pärt Uusberg. * 2024: 1. pláss á 17. Kamarkórfestivalinum í Estlandi