Løgreglan upplýsir, at talan var um eitt óhapp, sum hendi, meðan skipið bunkraði. Málið verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini [...] bunkringini. Tað kann vera skiparin, maskinmeistarin ella annað fólk úr manningini. Bøturnar fyri oljudálking eru høgar. Vegleiðandi er bótin 250.000 krónur, tá 1.000 litrar fara á sjógv. Tá talan er um størri [...] størri nøgd, verður bótin samsvarandi hægri. Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari
arin leggur afturat, at hann kennir lítið og einki til grønlendska liðið, men væntar, at tær eru kropsliga væl fyri og væl skipaðar – serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari [...] Dungasandi í Sørvági – Hetta verður ein spennandi og nakað øðrvísi avbjóðing, og samstundis fyrstu ferð, at hesin U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava [...] tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur av einari nýggjari byrjan, sigur Sigtór Petersen við heimasíðuna
ítøkilig átøk verða sett í verk fyri at tryggja, at borgarin altíð er í miðdeplinum. Løgtingskvinnan vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu tey [...] almenna ger, tá fólk hava stóran hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini. Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar hava fleiri góðar sosialar skipanir. Kortini hoyrist ofta [...] niðurímillum og skulu samskifta við fleiri almennar stovnar samstundis. Hon vil tí hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu hjálpin kann skipast meira samanhangandi og við borgaranum í miðdeplinum.
løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við [...] Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling. Vit hava eitt gott og væl roynt samstarv við donsku sjóverjuna, sum einaferð enn vísir sítt virði. Tað hevur týdning at hava tætt samband og at kunna hjálpa hvørjum [...] Uttanríkis- og fiskimálaráðið skrivar, at Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, seinnapartin í gjár tosaði við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu
hjá KÍ at endurvinna FM heitið og í minsta lagi at tryggja KÍ pláss í Europa á sumri 2027. Í kvøld er fyrsta venjingin, har Fróði Benjaminsen er venjari. Tað var í gjár, at felagið boðaði frá, at Magnus [...] Magnus Powell er givin í felagnum, og at Fróði Benjaminsen, sum annars hevur skrivað undir venjarasáttmála fyri 2027 og 2028, er nýggjur venjari. Saman við høvuðsvenjaranum Fróða Benjaminsen eru tveir lokalir [...] Danielsen, sum umframt at hava roynt seg í bestu deildini, eisini í síni tíð vóru landsliðsspælarar. Fyrsti dysturin við nýggja venjaratoyminum við róðrið verður sunnudagin, tá ið KÍ fer at spæla á útivølli
Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum [...] teimum á hjarta. - Eg gleði meg at koma eitt sindur runt í bygdini og at tosa, læra og lurta eftir teimum, ið koma á gátt, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Byrjað verður klokkan 12.30 [...] seg um ymisk viðurskifti. Og frá klokkan 14.00 til 17.00 verður borgarstjórin at hitta í Lágabø 5, har øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið. Fyrr í ár flutti borgarstjórin sína skrivstovu út í Hest
»No rest for the wicked«, var frumsýndur fyri innbodnum í Havnar Bio í gjárkvøldið, og hann er á skrá hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio næstu dagarnar – og fyri filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er [...] Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni. ##med2## [...] verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helge halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra
Tað upplýsir Árni Ellefsen, nevndarformaður í LÍV, fyri Kringvarpi Føroya. Nýggjur stjóri skal setast, eftir at Jan Jakobsen fór úr starvinum í juni. Hann hevði verið stjóri í LÍV í 14 ár. Stjóraskiftið
varð ein grind sædd úti í Djúpunum. Avgjørt varð at lata hana fara. Umleið ein tíma seinni, klokkan 19.15, varð aftur boðað frá grind. Hesaferð var hon út fyri Hvítanes á Streymoynni. Heldur ikki henda grindin
sigur leiðarin fyri hernaðarumsitingini í økinum, Oleksandr Hanzha. Sagt verður, at støðan hjá 21 av teimum særdu er álvarslig, og millum hesi er eitt barn. Úr Ukraina verður sagt, at eldur er í fleiri [...] forsetin, Volodymyr Zelenskyj, finst á boðtænastuni X, fyrrverandi Twitter, harðliga at russiska atburðinum og sigur, at hetta er kyniskt og andstyggiligt. - Hetta er eitt álop á eina vanliga keypsmiðstøð [...] Kryvyi Rig. Dronurnar komu í tveimum bylgjum - við einum hálvum tíma ímillum. Seinna álopið var ætlað at raka bjargingarfólkini, sigur ukrainski forsetin.