verkfalli? Tað sum er serliga óheppið við eini slíkari støðu er, at fakfeløgini missa eitt amboð í lønartrætuni, og tann sum tekur hetta amboðið frá teimum er politiski myndugleikin - sum eisini er mótpartur [...] og verkføllum, og tískil hevur tað ikki verið rætta tíðin at taka hetta málið upp. Eg skilji væl hetta sjónarmiðið, men avbjóðingin er tó, at tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarknaðinum – serliga tá [...] “Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.” Tað er niðurstøðan í svari, sum eg fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, tá eg spurdi hana, hvussu langt
Fríðriksmørk Tað er ófatiligt, at flokkurin, sum dagliga heldur verjurøður um tryggleikan í ríkisfelagsskapinum, fer so lætt um tryggleikan hjá teimum gomlu! Ella er tað nú so ófatiligt? Er tað ikki júst [...] okkara. Sparið heldur har, sum sparast skal! Um tað nú var so, at onki annað reiður var at fara eftir pengum, so var tað tað! Men so er ikki. Fíggjarlógin er fylt við bygnaðartrupulleikum, sum sambært bú [...] samtykt við hjálp frá Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum: Er tað ikki í sambandi við dagtilhaldini, sum skulu missa sína játtan, so eru tað pensjónirnar, sum skulu lækka ella gjald fyri heiligvágin, sum
møguleikar, er vánirnar fyri Arvid verri enn nakrantíð. Kanska er tað longu ov seint, grunar Arvid, sum í einum av vakrastu brotunum í bókini hugleiðir soleiðis um deyðan: " ... júst tað at doyggja, tað fataði [...] traðka beint á teir er so ómetaliga freistandi. Uttan iva er tað hendan kenslan, sum ofta fær ummælarar at samanbera Per Petterson við amerikanska rithøvundan Raymond Carver. Og tað er rætt, at hjá báðum [...] sum hon bleiv. Kanska er tað tí, hon hevur leitað aftur til heimstaðin, til minnini um eina tíð, tá alt enn bara var ein byrjan. Missurin Meðan tú fært eina kenslu av, at tað kanska er við at eydnast deyðssjúku
Tað er átrokandi, at vit finna eina felags loysn skjótast gjørligt um, hvønn rætt vit skulu hava til at fara í hagan, og um, hvønn rætt, bøndur skulu hava til at taka gjald fyri tað. Tað heldur Kristianna [...] samskipa økið, tá ið talan er um náttúruvernd, umhvørvi, landbúnað, rættin hjá borgarum, bæði føroyingum og ferðafólki, at ferðast í egnum landi. Og niðurstøðan er, at tørvur er á at fáa eitt nýtt lógar [...] Og Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er átrokandi, at vit finna eina felags loysn sum skjótast skjótast. – Vónandi ber til at finna eina loysn, sum er góð fyri bæði umhvørvið, ferðavinnuna, landbúnaðin
hava atfinningar verið ímóti, at tað er ov dýrt at koyra ígjøgnum hann. Eitt nú hava politikarar ofta víst á, at vit fáa ikki so stóra nyttu burtur úr honum, tí tað er so dýrt, at fólk aftra seg við at [...] Enn er óvist, nær tað fer at vera bíligari at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin hjá teimum, sum brúka hann nógv. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin [...] siga um, nær hon verður sett í verk, um tað verður um nakrar vikur, ella nakrar mánaðir – men hann sigur kortini, at tað verður í ár. Fyri sjálvan tunnilin hevur tað ikki so stóran týdning at lækka prísirnar
um tað skuldi hent, at sjúka rakar hesi. Tað er ógvuliga forstáiligt, at fólk gera sítt ítarsta fyri at bjarga egnari heilsu og hjá sínum nærmastu, og endamálið við slíkum privatum tryggingum er gott [...] gott í sjálvum sær, tí tað kann bjarga mannalívum. Hinvegin er tað ófrættakent, at nakrir borgarar fáa skjótari og betri atgongd til heilsu- og almannahjálp, tí tað merkir samstundis, at restin av landsmonnum [...] at tala søk teirra veiku, um so er, at eg fái álit veljarans 8. desember – lat ongan iva vera um tað! Samfelag okkara telist millum tey ríkastu í heiminum, og tí er tað bæði ein sjálvfylgja og eitt krav
teimum, fyri síðan at gera tað til sítt egna. Hetta er tó ein beinleiðis lygn sum borðreitt verður við. Tað sigst, at summi síggja trøll á alljósum degi, og tað er júst tað, sum er farið fram í hesum føri [...] av 2012. Nevnast kann, at hetta var áðrenn heimasíðan hjá Unga Tjóðveldinum gjørdist virkin. Tó er tað ein frøi at hoyra Unga Tjóðveldið taka undir við hesum uppskoti, sum SU á fyrsta sinni legði fram [...] bera teimum, og at tey altíð eru klár til at sparra saman við okkum ungu. Í samband við at uppskotið er lagt fram, vilja vit fegin heita á øll tingfólkini um at taka hetta uppskot til sín og at vera við
har tað stendur Sóljuleið. Men so er at hava eygunu eftir sær, tí tað eru bara 12 slík skelti kring landið. Hetta merkir, at Landsverk hevur skipað 12 vegastrekki kring landið. Ein sóljuleið er eitt [...] vegastrekki, har tað er serliga vakurt at koyra, ella har eitthvørt siðsøguligt er at síggja. Sóljuleiðirnar eru valdar í samstarvi við Visit Faror Islands. Landsverk sigur, at ein Sóljuleið er burtur frá ferðsluni [...] vekastrekkjunum. Og Landsverk sigur, at hildið verður fram við hesum arbeiðnum so hvørt sum játtan er til tað. Tær 12 sóljuleiðirnar, sum higartil eru skipaðar kring landið, eru tilsamans 126,5 kilometrar
sum hjálpir við at varðveita sambandið til Føroyar. – Felags fyri øll er, at tað altíð er hugnaligt at hitta ein landsmann til eitthvørt sosialt tiltak og práta við onkran, sum hevur sama mentanarliga [...] spælir. Á jólum hava tey jólahald og senda jólaheilsur til Føroya. – Undirtøkan plagar at vera góð. Tað er ymiskt, hvør kemur við til tey ymisku tiltøkini, tí tiltøkini eru ymisk. Til dømis koma fleiri b [...] Fyri tey, sum júst eru flutt hagar, er Føroyingafelagið ein góður máti at hitta fólk og fáa sosialt samband við aðrar føroyingar. Fyri tey, sum hava búð her longri, er Føroyingafelagið ein stabil eind, sum
. B36 er á triðja plássi við 46 stigum. Tað er eitt stig fram til HB, sum er næstfremst, og tað eru seks stig fram til KÍ. ÍF er næstaftast við 12 stigum. Tað eru tvey stig aftur til AB, og tað eru fýra [...] dystir. B36 dagsskráin er í fyrstu atløgu at vinna næstfremsta plássið frá grannunum í HB. Hjá ÍF snýr tað seg um at bjarga lívinum í bestu deildini, sum ÍF vann fyri einum ári síðani. Tað kemur væl við hjá [...] hevur nógv fólk at velja ímillum. Sonni Ragnar Nattestad er leikbannaður og Andrias H. Eriksen og Mattias Weihe Joensen eru skaddir, og so er tað ivi um fleiri aðrar spælarar, sum eru darvaðir av skaðum