Í sera hugnaligum húsum í Tórsbyrgi í Havn býr Edith í Jákupsstovu. Hesin býlingurin er háttaður sum ein gomul føroysk bygd, samanbygd hús, ymisk í sniði. Fólk í øllum aldri búgva har, og grannin er ikki [...] Havnar at búgva, sat hon í nevndini í Kvinnufelagnum, og í 1989, tá ið stóra kvinnuráðstevnan var í Oslo, var Edith við í ferðalagnum. - Størsta uppgávan øll árini, eg var virkin í felagnum, var at fáa j [...] Har varð hon verandi í tvey ár. Heimkomin fekk hon arbeiði á barnaheiminum, sum tá var í Vestmanna. - Eftir nøkur ár í Føroyum fór eg aftur til Danmarkar, har eg gjørdist barnagenta í einum privatheimi,
hendi umskifti í ferðamannaviðurskiftunum í Føroyum. Ferðaráð Føroya varð sett á stovn, og í hesi nýggju skipan var ikki pláss fyri Sigurd. Einki er at ivast í, at tey flestu høvdu lagt seg upp í snoð tá teimum [...] fingu nakrar góðar dagar saman. Sigurd var føddur í 1919 í Hoyvík á trøðni Uttan fyri Garðar í teimum húsunum foreldur hansara bygdu tá tey giftust í 1903. Hetta summarið vóru tey fyrstu húsini á trøðni [...] Høgaból í Saltangará við Símun Simonsen. Kristianna giftist í Havn við Sámal Samuelsen og fluttu tey til USA. Símun giftist við Elsu Mariu úr Sandvík og settu tey búgv á Lágni í ovaru helvt av trøðni í Hoyvík
profeterað er um í halgu bók, sigur Johan í Hesti, sum fylti 70 í summar og sum er og hevur verið ein so týðandi partur av bygdini í Hesti seinastu mongu árini. Bygdaráðsformaðurin í Hesti verður hann [...] dundu, hvørja ferð hann hevði ein steðg, vórðu meitlað inn í unga barnasinnið hjá Johan Wang Niclasen, ið tá enn gekk í húðaskóm í túninum í Hesti. Í 1938 hendi broytingin. Skríggjandi rødd Hitlers skríggjaði [...] Eidesgaard Jens Kristian Vang (myndir) 18 hús eru í Hesti og tólv ættir vóru í Ísrael. Sjey dagar eru í vikuni og hvønn einasta av hesum hugsar Johan í Hesti eitt sindur um Ísrael og hvussu tað gongst Guds
skipari, og sat í sóknarstýrinum í 1951, 1952 , 1953 og í 1954 var hann sóknarstýrisformaður. Hann var kirkjuráðsformaður í nógv ár og fekk riddarakrossin, tá ið Christianskirkjan varð vígd í 1963. Tá Jógvan [...] fekk so stóra undirtøku í Klaksvík: “Tað var serliga Kjølbro, tann dugnaligasti vinnulívsmaðurin í Føroyum, sum kom at seta dám á samfelagsgongdina í Klaksvík. ... Kjølbro, sum í 1920 hevði latið seg doypa [...] Kjølbrofamiljuni í Klaksvík í árunum undan læknastríðnum. At hendan misnøgdin eisini hevur verið til staðar í árunum undan læknastríðnum - í øllum førum implisit - sæst eisini týðiliga í áganginum móti
Fari fyrst at takka fyri, at eg eri bjóðaður í 7 ára føðingardag í Tilhaldinum í dag. Eg havi fingið áheitan um at vera gestarøðari í ár, og lat meg alt fyri eitt siga, at eg eri ógvuliga fegin um at hava [...] fjølbroyttu tilboðunum, ið eru hvønn dag í vikuni. Sigast má, at tað var eitt ótrúliga gott hugskot, sum var sett í verk á grækarismessu í 1998, tá dyrnar fyrstu ferð lótu upp í hesum prýðiliga húsi, sum næsta [...] leksikon". Henda dagin hevði hann tvær myndir í blaðnum av umhvørvinum norðan fyri Føroya Banka. Onnur myndin var tikin í 1955, meðan hin var tikin í februar í ár. Myndirnar vístu, hvussu býarmyndin er broytt
fara í veitslu í einum slíkum kjóla, sigur hon. Og Anna Maria greiðir frá um kvinnurnar í Havn, sum vóru eitt fet djarvari enn tær á bygd. - Seinast í sekstiárunum var eitt undirgrundsumhvørvi í Havn, [...] standin niðri í handlinum. Hon, sum var ein siðilig eldri dama, gjørdi ikki mætari enn at fara heim í býin eftir syndafullu vørunum, og hon ripaði tær í kolkomfýrin heima í køkinum. Og fólk í grannalagnum [...] satinbuksurnar, sum hvør genta í Havn pressaði seg niður í. - Og tað sá ikki altíð tespiligt út, tá tær skrúvaðu seg niður í buskurnar, sum skuldu vera vátar, tá tú fór í tær, so tær sótu heilt tætt, sigur
Poulsen. Lesturin í Danmark varð útsettur, og í desember mánaði í 1977 fór Sigmund í starv í útvarpinum, og har starvaðist hann í meira enn 10 ár sum útvarpsmaður. - Eg treivst væl í útvarpinum, men eg [...] og tað gjørdist so til jura. Eg byrjaði at lesa í 1986, og í januar í 1991 fekk eg løgfrøðiligt embætisprógv . - Í 1989 gavst eg í Útvarpinum og fór í Starvsmannafelagið at arbeiða. Eg hevði brúk fyri [...] hann búð í Havn, har hann hevur starvast og útbúgvið seg. Fyrst stóð studentaskúlin á skránni. - Tey trý árini á Kostdeildini í Hoydølum vóru tey bestu árini í lívinum. Eg ivaðist ongantíð í, at eftir
Parabol Í lívinum hjá Ásmundi er ikki bert arbeiði á skránni. Hann hevur íbúð í Havn og hevur fleiri ítriv í frítíðini. Íbúð hevur hann í Deyvahúsinum við Íslandsvegin í Havn. Har býr hann í einum kamari [...] Ásmund kom við í tiltakið "Ung í arbeiði". Hann hevði frammanundan ávíst samband við Kunoyar bygd, og tað var júst í hesi bygdini at brúk var fyri arbeiðshugaðum ungdómi. Her var kommunan í ferð við at hampa [...] sum jú frammanundan hevði verið í líknandi arbeiði á háskúlanum í Danmark. Ein ordans maður Hetta arbeiðið í viðarlundini í Kunoy fekk so ein enda, men enn var líka trupult at finna sær nakað fast arbeiði
til at minnast aftur á merkismenn, og eg fór tí at kaga í bókina “Lærarafólk í Føroyum” at vita, nær Martin Holm varð borin í heim. Jú, 18. desember í fjør var 100- ár føðingardagurin. Tessvegna nú hesi 1-ára [...] skipið. Rættiliga í samskifti við Martin Holm kom eg settur í starv í 1967 á Føroya Læraraskúla, har hann tá var rektari. Í stuttum er her at siga, at har Martin skipaði fyri, var skil í. Hann hevði greiði [...] avrikum eitt nú innan okkara ítróttaheim bæði í nútið og í fortíð, datt tað mær í huga, at maðurin, sum meira enn nakar var okkara ítróttaligi høvdingi í áratíggir, tykist mestsum burturgloymdur. 100-ára
her í Føroyum, men eisini í londunum uttan um okkum. Eisini gerst tað alt meira vanligt, at lesandi hjá okkum eru gestalesandi í nakrar mánaðir á eini læraraútbúgving í grannalondunum, ella eru í starvsvenjing [...] ymisk, og at nógv orka liggur bundin í tí ymiskleikanum. Hesa kraft ber til at loysa, um vit duga at bera tað so í bandi í skúlanum, at rúm er fyri tí, sum børnini hava í sær. Tað er ein spurningur um lívssjón [...] ið vit gera! Og í hesi støðugu eftirmeting kemur eisini í ljós, hvar ið ráðiligt er at seta í verk meira skipað royndar- og menningarstarvsemi ella rannsóknir. Afturvendandi niðurstøðan í flest øllum fr