ið, at hon var komin at vitja. IRF vísir á, at spilloljuverkið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar. Landið gjørdi avtalu við IRF fyri nógvum árum síðan um at gera [...] gjørt fyri at tryggja, at spillolja frá skipum og øðrum kemur upp á land og verður endurnýtt heldur enn, at oljan endar í havinum sum fyrr. Við Spilloljuverkinum er landið eisini við til at halda havumhvørvið [...] fleiri útlendsk skip, sum sigla í økinum, leggja at í Føroyum og koma við spilloljuni til Leirvíkar. IRF veit at siga, at eitt nú russar eru serliga raskir at koma til lands við allari sínari spillolju og
vitja á Svalbard. Hvønn dag fara tær at vísa lesarum hjá in.fo, hvussu tað er at vitja hetta forkunnuga stað. - Vit seks hava avgjørt at fara til Svalbard at vitja, av tí at vinkona okkara, Rakul Maria Johannesen [...] lendu vit á flogvøllinum í Longyearbýnum á Svalbard. Av tí at tað gerst myrkt tíðliga og nakað var ligið út á dagin, valdu vit at fara ein túr at vitja gamla kolanámið frá 1913, sum liggur nakað uppi í einum [...] sjokolátu, um nú myrkrið ella maktarloysið fór at gera ov nógv um seg á túrinum. Flest øllum kunnugt liva ísbjarnir frítt her á Svalbard, tí er lógarkrav at bera vápn, um tú skalt út um býin, ið er ein sokallað
felagið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Felagið metir, at um einkarinnkeypið verður avtikið, so fer tað at føra til, at føroyska matstovuvinnan fer at mennast kring alt landið. - Føroyska matmentanin fær [...] síðani. Tað er í stóran mun váðafýsni, áræði og slóðbrótaraanda at takka, at vit nú eru í hesi støðu. Neyðugt er tískil at skapa karmar fyri, at hesin eldhugur framhaldandi kann spíra og nørast - ikki bara [...] landið er spinkult, og neyðugt er at tryggja frítt innkeyp til loyvishavarar, soleiðis at matartilboðini kring landið kunnu fjølgast og fjøltáttast. Tað er samband við, at løgtingið í síðstu viku hevði a
skrivað á donskum fyri at veita útlendingum møguleika at kunna seg um føroyskar bókmentir, uttan at teir duga at lesa føroyskt. Um vit siga, at flestu fólk í Norðurlondum duga at lesa danskt og heilt fitt [...] so fer talið av fólki, sum nú fær møguleikan at lesa um føroyskan skaldskap at faldast við á leið 500. Ætlanin við útgávuni er sostatt fyrst og fremst at varpa ljós á okkara bókmentir. Sum Ebba Hentze [...] Djurhuus Hansen í næstum at samrøða við Jógvan Isaksen um ”Færøsk Litteraturs Historie”. Um tað yvirhøvur ber til at skriva eina bókmentasøgu fyri eitt ávíst land, tá ið vit vita, at kanska meginparturin av
kæruna í størsta álvara. - Tað eru greið tekin um, at eg ikki havi megnað at skapt tað álit, sum eg ynski at skapa. Tí annars høvdu hesi fólkini helst torað at komið til mín beinleiðis. So har er í øllum førum [...] Og tað er ikki hissini ákærur. Rektarin er bæði lagdur undir at føra ein diktatoriskan leiðslustíl, at ikki virða galdandi sáttmálar, at lata dulnevndar eftirmetingar frá næmingum spæla ein leiklut í [...] yvirskipað siga, at tað er sera harmiligt, at tey ikki vendu sær til mín beinan vegin. Tí tað er jú bara eg sjálvur, sum kann bøta um mína atburð, sigur Bogi Bech Jensen og leggur aftrat, at hann tekur kæruna
tíðina, at vit skuldu sjálvi rinda fyri flutningin, sigur borgarstjórin í Nes Kommunu. – Vit fingu at vita, at tað var leisturin hjá tunlafelagnum, og tað lá ongantíð nakað annað í kortunum enn at vit skuldu [...] nú mugu vit ásanna, at leisturin er broyttur, og at Tórshavnar Kommuna fær grótið, og sleppur undan at rinda ein part av flutninginum. – Vit fingu ongantíð nakað annað tilboð enn at vit skuldu rinda fyri [...] samstundis eisini rinda fyri at gera eina atløgubryggju á Hvítanesi, haðani grótbátur kundi sigla inn á Skálafjørðin við grótinum Jóhannus Danielsen sigur, at sjálvur helt hann, at tað varð ov dýrt fyri Nes
Gerðarættin at tvinga sjey ljósmøður á Landssjúkrahúsinum aftur til arbeiðis, tí tey meta at sjúkrameldingarnar ikki eru rættar. Formaðurin í Kommunulæknafelagnum er ikki í iva um, at Gerðarættinum eigur at vísa [...] - Um læknin metir, at viðkomandi ikki er førur fyri at útinna arbeiðið, so verður viðkomandi sjúkrameldaður. Tí haldi eg tað er ófatiligt, at man hevur eitt mál sum hetta, har lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum [...] fakta, at viðkomandi er sjúkrameldaður. Her tykist, at tað eru ljósmøður, ið eru óarbeiðsførar, helst vegna ótolandi arbeiðsviðurskiftir sæð frá teirra síðu, sigur Marjus Dam. Marjus Dam vísir á, at tá læknar
Hann sigur, at vanliga hevur formaðurin 18 tíma freist at kalla inn til fund og tí væntar hann, at fundur verður hildin hesa vikuna. Við KVF segði Rutt Vang tó í kvøld, at hon fer ikki at kalla inn til [...] so taka til takkar við at koma í aðru røð. Hetta er nakað, sum kann broytast við at skifta formannin út, sigur Bill Justinussen. - Sum løgtingslimir kunnu vit ikki finna okkum í, at tað verður gjørdur munur [...] nátúrligt at meirilutin hevur formannin í fíggjarnevndini, sigur Bill Justinussen. Hann hevur í dag, saman við Bárði á Steig Nielsen, Jacobi Vestergaard og Kristini Michelsen, heitt á Rutt Vang um at kalla
longur at halda seg innan fyri settu mørkini um tungt vatn og goymslu av ríkaðum urani. Við kjarnorkuavtaluni játtaði Iran at avmarka talið av sentrifugum, sum verða nýttar at ríka uran, eins og at avmarka [...] stóran mun at avmarka framleiðsl og ríkan av urani. Afturímóti vórðu fleiri altjóða tiltøk ímóti Iran sett úr gildi. Avgerðin kemur júst eitt ár eftir at Donald Trump, forseti í USA, gjørdi av at taka USA [...] Iranski forseti sigur sambært tíðindastovuni AP, at kjarnorkuavtalan verður vandamikil fyri bæði Iran og restina av heiminum. Hann upplýsir, at Iran er sinnað til at samráðast um eina nýggja avtalu Men um ikki
brexitmálum, Keir Starmer, boðað frá, at Labour ikki fer at royna at fáa eina nýggja fólkaatkvøðu um, hvørt Bretland skal fara úr ES. Labour-fráboðanin kemur eftir at Theresa May er kroyst í egnum flokki [...] n í uttanríksimálum sigur við Financial Times, at hon vónar, at um May ikki megnar at fáa sína avtalu samtykta í tjóðartinginum, so má hon víkja og skriva út nýval. Fyrr hevur talsmaðurin hj á Labour í [...] Ætlanirnar hjá Theresu May at taka Bretland úr ES eru undir trýsti frá báðum síðum í tjóðartinginum Bretski andstøðuflokkurin, Labour, vil ikki atkvøða fyri uppskotinum til eina avtalu um at fara úr ES, sum Theresa