sum Sosialurin hevur fingið frá Almannaverkinum, ið vísa, at frá fjórða kvartali í 2017 til í dag er bíðilistin á búplássum vaksin við einari helvt - úr 104 búplássum upp í 152. Fleiri løgd aftrat Tað [...] tíðum. Fíggingin er alt ov lítil Í sambandi við játtanarkarmarnar, ið Kristina Háfoss, táverandi landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram í 2017, hevði táverandi samgongu í huga at seta av 200 milliónir [...] sum liggur í at byggja bústovnarnar, so tað tekur tíð. Men samstundis sum vit hava fingið 62 búpláss aftrat, so er bíðilistin voksin, og 62 pláss nøkta ikki tørvinum. Hetta sæst greitt aftur í tølunum, sum
Um fimm ár skulu vit í Føroyum eiga okkara egna víkingaskip. Tað er endamálið hjá teimum, sum arbeiða við eini ætlan um at byggja eitt heilt víkingaskip í Hovi, skrivar Sosialurin um um vikuskiftið. Tað [...] taks í víkingatíð. Og ætlanin er at so nógv fólk sum gjørligt kring alt landið skulu føla, at tey eiga sín part í skipinum, tí skipið skal nevniliga vera fólksins ogn. Tískil verða øksir smíðaðar í smiðjuni [...] eisini fígging til. Verkætlanarleiðarin sigur, at ætlanin er eisini at keypa viðin til skipið í ár og hann kemur í stórum viðarbulum úr Danmark. Tað er Albert Isfeld, arkitektur, sum teknar smiðju og langhús
Adrian Noskwith aftur hoyra frá sær. Í eini lýsing á síðu 7 í Sosialinum í dag, kemur hann við eini innbjóðing til Johan Dahl. Ákæran Adrian Noskwith skrivar soleiðis í innbjóðingini. » Tá Føroya Landsstýri [...] Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri átta mánaðum síðani var rættiligt rok um Atlantsflog. Á aðalfundinum hjá Atlantsflogi tann 2. apríl í ár, ætlaði Johan Dahl at umskipa nevndina í flogfelagnum, soleiðis [...] privati partaeigari í Atlantsflogi, og hevur keypt partabrøv í felagnum fyri umleið 17 milliónir krónur, sum svarar til góð 5 prosent. Eftirfylgjandi skifti Johan Dahl alla nevndina í felagnum út, og komu
Nybo rogvi@sosialurin.fo »Vit skulu siga frá, at vit ikki kunnu taka hetta í álvara, tá tíðarfreistin fyri so rúgvusmiklum tilfari um so týðandi mál er sett til eina viku...« Soleiðis stendur í parti av [...] Jógvan Amonsson, sum svarar vegna felagið fyri Løggilfar Grannskoðarar, sigur í svarinum, at »vit skulu vísa á, at vit hvør í sínum lagi hava okkara dagliga starv á vinnuligum fyritøkum. So slíkt arbeiði [...] navn til humbukk Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar sigur at enda í svarinum hjá sær, teir helst vilja sleppa undan at verða nevndi í samband við hetta uppskotið. »Sum sagt meina vit ikki, at vit kunnu
1988 gjørdist fulltrúi í grønlendska heimastýrinum. Í 1992 gjørdist hon skrivstovustjóri í lógardeildini, seinni í innlendis- og lógardeildini, og í 2002-2003 var hon forstjóri í grønlendska heimastýrinum [...] Sólja verið væl umtókt í Grønlandi, og koma grønlendsku ”spíssarnir” á vitjan, so vitja teir eisini Sólju og øvugt, tá ið hon vitjar í Grønlandi. Í Grønlandi er landsstýrið partur í nógvum vinnufyritøkum [...] fremst takkað ein vøkstur uppá 71% í sodavatnsframleiðsluni! Men leiðin gekk aftur til Føroya, og í 2003 verður hon aðalstjóri í almannaráðnum. Men longu eftir valið í 2004 verður heilsumálaráðið og
Nybo Býr tú antin í Suðuroy ella á Sandoynni er tú í størst vanda fyri at liva í fátækraváða. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya yvir hvussu javnt var býtt í Føroyum í 2010. Í hesum báðum sýslunum [...] Suðuroynni og í Sandoynni at miðintøkan er minst. Í hesum báðum sýslunum liggur miðinntøkan góðar 30.000 krónur niðanfyri miðinntøkuna í Suðurstreymoy, har hon er hægst. Í Suðurstreymoy var miðinntøkan 204 [...] 204.000 krónur í 2010. Í Sandoynni, har miðinntøkan var lægst, var hon 172.000 krónur, ella góð 16 prosent minni. Í Suðuroy var hon 176.000 krónur, ella góð 14 prosent minni enn í Suðurstreymoy, vísir uppgerðin
føroyameistarunum úr B36 vælkomnum í fyrsta undanumfarinum í Champions League. Linfield hevði nakrar skaðar at dragast við áðrenn dystin, og var eitt nú ungi Ross Glendinning í málinum ístaðinfyri Alan Blayney [...] tøkar til dystin. Odmar Færø, sum var ein av stinnastu leikarunum hjá B36 í fjør, er júst komin heim aftur úr Skottlandi og byrjaði í miðverjuni saman við Jonasi Flindt Rasmussen, sum júst er komin fyri seg [...] Tað sást frá dystarbyrjan, at Linfield ikki er mitt í teirra kappingarári og at flestu leikararnir júst eru komnir heim aftur úr summarferiu. Longu í 6. minutti fekk liðskiparin hjá Linfield, Jamie Mulgrew
Foreldrini ráða sjálv fyri, nær gentan skal í skúla í Havn. Tað verður lagað eftir arbeiðinum í Dímun. Tær vikurnar, Døgg er í Havn, gongur hon í fyrsta flokki í Tórshavnar kommunuskúla, og hinir næmingarnir [...] gott dømi um hetta. Vanliga gongur hon í skúla í Dímun og verður undirvíst av læraranum Búa Brattaberg. Men í minsta lagi sjey vikur í skúlaárinum skal hon vera í Havn, tí tað hevur Mentamálaráðið avrátt [...] Best í Dímun Seinastu tvær vikurnar var Døgg í Havn, men hóast henni dámar væl í 1. b og at gista hjá ommuni og abbanum, gleddi hon seg nógv fríggjadagin at fara út aftur til Dímunar. Sosialurin vitjaði
LESTRARBLAÐIÐ í Sosialinum 2022 Tað var í 2013, at fyrrverandi Fiskivinnuskúlin – nú Miðnám í Vestmanna – gjørdist partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreyt. Tilfeingisbreytin [...] sum bara eru her. YRKISÚTBÚGVING FYRI ALARAR Yrkisútbúgvingin, sum nú verður fyrireikað á Miðnámi í Vestmanna, er ein útbúgving til alarar. Hetta verður ein klassisk yrkisútbúgving við lærusáttmála [...] kannandi, granskandi og viðurkendur skúli, og her er trivnaður millum lærarar og næmingar. vilmund@sosialurin.fo
Jóhan í Niðristovu, Stjóri í Vindrøkt ------- Vit kenna søguna so væl: Einki riggar! Eingin tímir at spæla við meg! Øll eru órein. Hini hava skyldina! Og so framvegis. Hesin leikluturin tykist liggja á [...] at brúkarin fær eina eykarokning upp á kanska 27 mió. kr. í 2014. Og so er tað sjálvandi sera einfalt at síggja hvør, ið skal vera syndari í málinum. Tað er sjálvandi Vindrøkt. Øll skilja helst, at um [...] kann Vindrøkt staðfesta, at teirra ætlan verður sett í verk ta løtu, ið neyðuga loyvið fyriliggur. Við øðrum orðum: Nógvar myllur kunnu koma upp í ár. Tað er munur á hugburði. Tað er óskiljandi, at ein