fyri góðum 66 prosentum av kommunuskuldini. Til samanberingar búgva knapt 61 prosent av fólkatalinum í teimum trimum kommununum. Skuldarparturin er sostatt nakað størri enn parturin av fólkatalinum. Klaksvíkar [...] komin upp á 87 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum verður nýtt til at rokna skuldarloftið. Runavíkar kommuna er tó nærri skuldarloftinum. Har svarar nettoskuldin til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum. [...] Ein stórur partur av føroysku kommunuskuldini er savnaður í trimum av teimum størstu kommununum. Við árslok 2025 hevði Klaksvíkar kommuna 358,7 milliónir krónur í nettoskuld. Tórshavnar kommuna hevði 331
skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði, sum verður leygardagin hin 29. august. - Og hvør veit – kanska hevur Ommudidd eisini
kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt [...] europeiskt bólkaspæl. Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina eftir javnleikin í kvøld, sum ber eitt stig við sær til europeiska roknskapin hjá føroyskum ófótbólti, so verður altjóða fótbóltur skúgvaður [...] KÍ verjan stóð seg væl. Kanska kendist tað væl, at hondbremsurnar vóru uppi, tí talan var um fyrra av tveimum dystum, og tað verður um eina viku, at alt verður avgjørt.
Turistarnir, sum koma til Føroya fáa ókeypis flutning, sum tann føroyski skattgjaldarin rindar fyri - hetta í ólukkumát. Strandferðslan t.d. undirbjóðar við so lágum prísi, at tað er skammiligt og ein [...] føroyska skattgjaldaranum. Ein býbussur kom til eina av bygdunum í Tórshavnar kommunu, har kom ein ferðaleiðari út við 22 ferðafólkum, hann skein sum ein sól og segði við meg: “Det er fantastisk ikke at [...] ein vanvirðing fyri onnur, sum reka ferðavinnu. Strandferðslan hevur í 2026 bruttoútreiðslur uppá 298 mió. kr, og eina nettojáttanin uppá 227 mió.kr ., t.v.s. skattgjaldarin rindar 227 mió. kr., tí inntøkan
Orsøkin er drúgvur turkur og fleiri hitabylgjur, sum hava rakt stórar partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli [...] sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt. Áin er nógv smalri enn vanligt, og stór øki, sum vanliga eru undir vatni, liggja nú turr [...] juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta, sum er máld henda mánaðin í 34 ár. Skipaferðslan darvað Lága vatnstøðan hevur stórar avleiðingar fyri skipaferðsluna. Farmaskip kunnu
hálaður upp gjøgnum eitt hol, sum er borað niður í tunnilin. Fleiri bjargingarfólk standa rundan um holið og klappa og fegnast, tá hann kemur upp. Verkfrøðingar hava sum part av bjargingararbeiðinum pumpað [...] fólkum, sum eisini verða hildin vera innibyrgd. – Eg eri so glaður, so glaður. Eg havi bíðað eftir hesum tíðindunum. Hetta gevur vón um, at eisini onnur verða bjargað á lívi, sigur Suresh Chaudhari, sum arbeiðir [...] Tibet mikudagin í síðstu viku. Ein jøkull rapaði og elvdi til ein flóðaldu-líknandi vegg av gróti, vatni og runu, sum skolaði heilar bygdir burtur. Fleiri enn 1.200 fólk eru deyð, og meira enn 4.200 eru framvegis
Hann blásti tí í alkoholmetrið, sum vísti, at hann hevði drukkið yvir tað loyvda. Hann var tí skuldsettur fyrir rúsdrekkakoyring. Við Tjarnir var ein persónur tikin, sum var so fullur at hann mátti á p [...] endaði við, at tveir mans vórðu skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar. Talan er um mildara slagið av slíkum brotum, upplýsir løgreglan. Málið varð loyst á staðnum. Annars vóru nógv fólk í býnum í nátt
Illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av viðkomandi. Í morgun varð aftur ein bilførari steðgaður í Havn, sum løgreglan hevði illgruna um koyrdi ávirkaður [...] í sambandi við stevnuna. Tveir sjúkraflutningar vóru tó úr Nólsoy. Samarittarnir á staðnum tóku sær av hesum og skipaðu fyri sjúkraflutningi í samstarvi við Landssjúkrahúsið. Eisini býarlívið í Havn hevur [...] ikki í Vági, har Ljósfest hevur verið um vikuskiftið, hevur løgreglan fingið nakað mál at taka sær av.
Tað vóru tvey væl nøgd reiðfólk sum fyri løtu síðani fóru av rossunum í Margaretehof í Svøríki, skrivar Ríðisamband Føroya á síni heimasíðu. Hóast eina langa ferðing í mun til hini rossini, so kláraðu [...] hon vónar at vinna B finaluna og harvið kunna kappast móti Knút og Kára í A finaluni. Knút og Kári sum hava altjóða royndir í Gæðingakappingum og fyrr hava bæði vunnið silvur og gull til NM, megnaðu aftur
besti vaksni íðkari, í OL trap í Norðanlondum í løtuni. Unglinga finalan bleiv merkt av nógvum órógv, og útgerð sum argaði, men hóast hetta megnaði Bartal Klettheyggj at halda høvdið kalt, og fáa eitt [...] megnaði at vinna finalupláss. Í finaluni megnaði Alex at fáa eitt flott triðapláss, hóast hann byrjaði sum nummar 8 í finaluni. Aftrat Alex og Bartal, luttókku Johnhard Klettheyggj, Jógvan Egholm og Herleif [...] vóru ov stuttir at fáa finalupláss. Esmar Joensen formaður í Skjótisamband Føroya, varð eisini við sum umboð fyri føroyska skjóting. ##med2##