Í Runavík fekk løgreglan í nátt fatur á sjey prutlum, sum nú eru tiknar inn til nærri kanningar. Løgreglan sigur, at tey í Runavík, eins og nógvastaðni í landinum hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra [...] er um, at prutlini koyra skjótari enn loyvt er. – Nú er so friður av teimum, so leingi vit hava tey, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Prutlini skulu kannast á rullubretti, áðrenn støða verður tikin [...] løgreglan setur prutlini á rullibrettið, so sæst, hvussu skjótt tey kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra
er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt truplari at manna eldraøkið. Okkara meting er [...] kenna seg til nyttu og gerast partur av einum felagsskapi. Hetta er tó ikki bert ætlað eldri borgarum. Hetta er ætlað øllum borgarum, sum hava áhuga í at lata eitt sindur av síni tíð. Hetta kann gagna teimum [...] i fáa betri stundir til neyðugu røktina. Í og við, at vit gerast alsamt eldri, eru eisini fleiri eldri borgarar, sum eru væl fyri, eisini tey, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Fyri nógv kann sjálvboðið
var sjógvurin í pørtum av Egearahavinum kaldari enn vanligt. Copernicus vísir á, at slíkar hitabylgjur í sjónum kunnu ávirka vistskipanirnar í havinum. Longu síðst í mai vóru stór øki í Atlantshavinum [...] Óvanliga heitur sjógvur hevur merkt stór øki í vestara Miðjarðarhavinum og landnyrðingspartin av Atlantshavinum í summar. Nýggj tøl frá Copernicus Marine Service vísa, at sjóvarhitin framvegis var óvanliga [...] frávikið varð mált í vestara Miðjarðarhavinum. Serliga í Lion-flógvanum út fyri suðurstrond Fraklands var sjóvarhitin umleið seks stig hægri enn miðal fyri hesa tíðina á árinum. Eisini í Atlantshavinum út
partur av einum størri tema á Mentanardøgunum í ár, har Niels Midjord verður settur í miðdepilin upp á fleiri ymiskar mátar. Meira at frætta um ymiskt í næstum. Áhugin fyri Mentanardøgunum í ár er longu [...] Mentanarhúsið í Fuglafirði skrivar, at Niels Midjord verður heiðraður í øllum frá rokki til popp og blues – við einum sterkum hópi av tónleikarum og leikarum á pallinum. Sjónleikakonsertin verður í Mentanarhúsinum [...] Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 5. september klokkan 20, men atgongumerkini fara til sølu í morgin, fríggjadagin 21. august klokkan 12.00 á mh.fo Tað er Dánjal á Neystabø, sum hevur lagt tónleikin til
stuðlunum av hesum sjórænaratiltaki. Nevnast kann afturat, at aftaná tiltakið, so bjóðaði Fuglafjarðar Hornorkestur fólk út á fjørðin til konsert, meðan í hinari sluppini bjóðaðu skótarnir í Fuglafirði [...] Á Varmakeldu í ár var eitt stórt sjórænaratiltak hildu úti á fjørðinum í Fuglafirði. Manningin taldist gott 50 sjórænarar, umframt at Kaptein Gardar kom "hejsandi" niður frá einari tyrlu. Eisini vóru [...] 2026. Tað er orsøkin at nógvir sjórænarar koma inn á á Varmakeldu í ár. Sum tað sæst á videoklippinum, so fær Kaptein Gardar, sum er ein av teimum hægstu sjórænarunum, gjørt eina semju soleiðis at sjórænarnir
Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sj [...] støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð Sjúkraflutningstænastan í Føroyum [...] mánaðirnar og upp í eitt hálvt ár. Tríggir lærlingar byrja í ár á yrkisskúla í Danmark fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerar. Teir fyrstu báðir byrjaðu 1. august, og tann triði byrjar í november. S
Ein sjúkrahúsprestur í Noregi er ákærdur fyri at hava misbrúkt sítt starv sum sjúkrahúsprestur. Í starvi sínum hevur hann gjørt seg inn á eina kvinnu, sum var innløgd. Hetta veit norska kringvarpið, NRK [...] eisini aðrir norskir miðlar, sum í dag skriva um málið. Ákæran móti sjúkrahúsprestinum fevnir bæði um neyðtøku og um aðra kynsliga samveru, sum prestur hevur tiltuskað sær í starvinum. - Hetta eru ógvuliga [...] sum ákæruvaldið tekur í størsta álvara, sigur norski ríkisadvokaturin við NRK. Norska kringvarpið hevur valt eingi nøvn at knýta til umrøðuna við atliti til teirra, sum eru partur av málinum. Málið kemur
greitt 39-28. Í steðginum var Barcelona á odda 18-13. Jóhan skoraði fimm mál upp á 10 málroyndir. Í morgin klokkan 17.45 spæla Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á útivølli í bólki A [...] Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus spældu í kvøld fyrsta dystin í bólki E í Champions League. Á útivølli hevði Skanderborg-Aarhus eina sera torføra uppgávu móti katalanska stórliðnum [...] A móti Porto. Klokkan 19.45 spæla Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG dyst á útivølli í bólki D móti Sporting Lissabon.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus spældu í dag stórsteypadystin - Super Cup - móti verandi meistarunum, Aalborg í Arena Randers. Verandi meistararnir vóru aftur ov sterkir, og [...] á odda 17-16 í steðginum. Jóhan var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus við sjey málum. Jóhan skoraði upp á fýra av fýra brotskøstum. Mikudagin klokkan 17 leggur Skanderborg-Aarhus fyri í bestu donsku
implantat. Í slíkum førum kann 1,5 Tesla-skannarin verða brúktur í staðin. Kemur ikki í staðin fyri mammografi MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin [...] fyrireikingunum, at MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november 2026. Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnl [...] eftir ætlan MR-skannaðar fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í november. Skanningarnar skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið er komið so