Hans Hammer Olsen Føroya Betongsaging frá Hjalta Tausen úr Runavík, sum byrjaði hetta virksemið í 1987. Í byrjanini varð betongin bert skorin við vatni, men síðani eru nógv tól komin afturat, og hevur hetta [...] tænastunum í veruleikanum? [kursiv] - Tørvurin er stórur, tað er so nógv at gera, at dagarnir strekkja ikki til. Stóru byggifyritøkurnar brúka okkum nógv, staðfestir Óli Hans Hammer Olsen. Í løtuni arbeiðir [...] arbeiðir Føroya Betongsaging serliga í nýggjum byggiverkætlanum, millum annað við at skera til, har sum stoypt er ov nógv. Í serliga størri bygningum verður borað fyri rørum og káplum, eftir at stoypt er
á fakmáli nevnt sprutt. - Tað hevur verið ein riva í einum av spreingiholunum, og hetta hevur gjørt, at spreingingin í tí holinum er farin síðuvegis í staðin fyri uppeftir. Og tað benda steinarnir eisini [...] spreingingina, og at teir ikki kunnu seta fingurin á nakað í hesum sambandi. - Vit eru ikki komnir til nakra endaliga niðurstøðu, men vit kanna málið í løtuni. Tað, sum vit fyribils kunnu sláa fast, er, at [...] in í hesum føri ikki var nóg høgur, er so ein annar spurningur, sigur Sofus Poulsen. Um lógin so skuldi verið broytt, kann kjakast um, men sambært Arbeiðseftirlitinum verða nýttir somu reglan sum í okkara
Highness spældu farna vikuskiftið. Hóskvøldið var konsert í Kagganum, og Sosialurin var á staðnum. Fitt av fólki Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Kaggan at lurta eftir The Dreams og The Royal Highness [...] ljóðaðu nógv meira egnir á konsertini, enn á demofløguni, ið eg fekk stungið í hendurnar aftan á konsertina. Fløgan ljóðar í nógv hægri mun av Audioslave enn konsertin. Ein livandi eind Eg varð tikin av [...] gjøgnumførdur og hekk væl saman. Serliga í oyrafallandi var lagið Get up Now , ið veruliga fangaði við sínum ræðuliga ógvisliga ljóði og fangandi niðurlagi. Í seinnu helvt av konsertini kom okkurt av eldru
Eygað fyri eygað og tonn fyri tonn. Neyvan nakrantíð í søguni hava menniskju megnað at livað upp til hesi orð úr Gamla Testamenti sum í dagsins Ísrael/Palestina. Hevndarhugurin og hevndaratgerðirnar tykjast [...] síggja túsundtals ísraelar tiknar av døgum í eini og somu atgerð! Og hvat skulu ísraelar so hevna seg við! Tveita atombumbur sínar móti , ja hvørjum! Her má vend koma í . Kunnu partarnir sjálvir ikkisemjast [...] tykjast ongan enda at fáa. Ísraelsk børn og vaksin og palestinsk børn og vaksin eru offur í einum stríði, sum er við at hótta sjálvan heimsfriðin. Palestinskir sjálvmordarar og ísraelskir stríðsvognar eru
land fyri meðal- og yvirstættina. Í staðin fyri eina rættvísa skattaskipan, fáa vit ein súmbolskan skattalætta, sum í veruleikanum bert gagnar meðal- og yvirstættini. Í staðin fyri at taka matvøru-MVG og [...] blokkin vekk her og nú! Vert er eisini at býta merki í, hvussu landsstýrið roynir at flyta almennar uppgávur og útreiðslur yvir á kommunurnar. Hetta kann í sjálvum sær verða skilagott, men hvat nyttar tað [...] nir vilja vera við. Hartil kemur, at kappingarføri snýr seg um annað og meira enn lønarútreiðslur. Í tosinum um lønarafturhald tykjast arbeiðsgevarar og landsstýri at gloyma, at tær mest grundleggjandi
góðtaka avhøvdingina av landsstýrismanninum og haraftrat at halda fram í samgongu við avrættaran. Hví skuldi hetta broytt nakað í samgonguni! Fyri Kallsberg og Hoydal er tað mest umráðandi at kunna varðveita [...] veruliga fer at sansa at úti í samfelagnum. Her hugsa vit ikki minst um sera vánaligu handfaringina av heilsuverkinum, har tú øðrumegin tosar um at viðgera fleiri sjúklingar heima í Føroyum, og tú samtíðis [...] nær næsta bumban brestur í samgonguni, og hvussu mangar slíkar skulu til fyri at fáa Føroyum eina breiða stjórn. Vánaliga samgongustevið hevur nógvar fjaldar vanlukkur við sær í samfelagnum, og fyrr ella
Løgtingi. Sum vera man, undraðust fleiri stórliga, tí ikki er vanligt, at tað verður arbeitt í kirkjutíð í Føroyum. Og harafturat er tað sambært halgidagslógini ikki loyvt. Men eyðsæð var tað so onkur [...] fyrr enn Sosialurin gjørdi vart við tað, men at tað undir ongum umstøðum kann góðtakast, at tað verður arbeitt sunnudag. Hann sigur, at tað frá løgtingsins síðu ongantíð hevur verið nakar slingur í valsinum [...] men í hesum førinum var eitt undantak, tí her er talan um eitt arbeiði, sum skal verða liðugt til ávísa tíð. ? Atløgubryggjan skal verða liðug hósdagin, og arbeiddu fólk sunnudagin, tí vit eru í tíðarneyð
vunnin? Og helst eru eisini nógv fleiri spurningar enn hesir. Sosialurin hevur nú í nakrar vikur roynt at svara spurningunum, ið stinga seg upp kring Gekkin hjá Kringvarpinum. Hesaferð er onki undantak, og [...] at tann næsti føroyski millióningurin verður funnin í Gekkinum. Kringvarpið má vita hvør vinnur Spurdur hvørt tað er gjørligt at vera dulnevndur í Gekkinum, svarar Jens A. Simonsen, at tað ikki er nakar [...] vilja vera dulnevnd, tá tey eru í luftini. Men tá møguligi vinnarin tosar við tey aftanfyri Gekkahjólið, má viðkomandi upplýsa hvør tað er, fyri at Kringvarpið kann seta seg í samband við tey. Men hetta er
formaðurin fyri Dansk Industri segði í sínum fyrilestri: at henda gongdin kann eisini hava nógvar fyrimunir fyri heimaídnaðin. Tí við at fara út í heim við framleiðslu leggur tú í veruleikanum eisini nakað eftir [...] privatisering. Um hvat føroyingar kunnu læra av eitt nú gongdini í Íslandi. Rættiliga avgjørdu niðurstøðurnar hjá nevndarformanninum í íslendska Landsbankanum um eitt nú privatisering av almennum føroyskum [...] leiðir. Ein kann av røttum siga, at tey í Lorvík brúka høvdið. Hava vit og skil til at finna uppá men eisini evnini til at gera hugskot til veruleika. At Høvdavirkið í Lorvík gjørdist ársins virki er eitt
fólksins ogn verður troytt á rættan hátt, soleiðis at hon kann koma okkum øllum til góða í dag og í framtíðini. Sosialurin [...] Hvast orðaskifti hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á tilmælinum frá ICES um niðurskurð í toskaveiðuni við Føroyar. Metingin hjá Fiskirannsóknarstovuni ber á sama borðið. So eru tað onnur, ið mæla til [...] einum einstaklingi. Tað er einki skeivt í, at umboð fyri okkara fiskivinnu søkja sær ráð hjá útlendskum fiskifrøðingi. Heldur er tað positivt. Men tá ráðini eru í so stórari andsøgn til bæði tað, sum ICES