til trupulleikan á Argjum. Argja skúli liggur við høvuðsvegin á Argjum, Argjavegin. Beint fyri klokkan átta á morgni kunnu standa upp í 100 bilar í kø fyri at sleppa út á Velbastaðvegin, tí Argjavegurin [...] ljósini á bilunum? Hendan spurning setti ein lesara okkara nú ein morgunin, hann var koyrandi út eftir Argjavegnum. Og vit, sum dagliga koyra sama veg, kunnu bara nikka samtykkjandi, tí einki skil er á, hvussu [...] hvussu ljósføringin er á bilunum, sum seta børn av við Argja skúla. Nú skulu argjafólk ikki kenna seg verri enn onnur, tí við hinar skúlarnar í høvuðsstaðnum er skilið ikki smettin frægari. Men aftur til
landið skipa seg í lokal tilbúgvingarlið, sum fara til verka, tá ið tey boð á eini snildfon - og tað fáa tey, ið ein vanlukka er á veg. Í einum landi, har einans 11 prosent av fólkinum hava streym, er tað ómetaliga [...] føroyska Sanna. Hon er á høvuðsskrivstovuni hjá Reyða Krossi í Lilongwe, har hon arbeiðir við ávaringaskipanum, sum setast í verk, áðrenn vanlukkur raka. Malavi er nevniliga, á hvørjum árim fyri ógvusligum [...] eisini senda boð til Reyða Kross, við dagføringum um, hvat er gjørt, og um tørvur er á meiri útgerð ella aðrari hjálp. Á myndini ovast í greinini, er Sanna. Myndin er tikin við ánna, Ruo, til eina venjing
trúgva tykkum sjálvum, men hiðani skal vera sagt, at álitið á tykkum ikki bara nærkast, men er væl á veg niðurum nullpunktið. Steðgið nú á og leggi fyribils alla tunnilsgerð til síðis. Farið síðani [...] hall skal vera á fíggjarlógini í 2016, hevur sjálvandi havt við sær, at reimin mátti táttast, tað er jú so sólarklárt. Ein av teimum, sum kýtti seg at fylgja harraboðum, var stjórin á almannaverkinum [...] borgarar við upp á ráð. Vit hava so nógvar arkitektar, verkfrøðingar og aðrar frøðingar í landinum, at tit kunnu skipa fyri eini kapping um besta hugskotið, hvussu vit føroyingar á besta og mest rættvísa
borgarstjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, sum hevur verið uppstillaður fleiri ferðir, fekk. Og tað gevur honum næstan sjey ferðir so nógvar atkvøður, sum Jákup Joensen í Lopra, sum sat á tingi fyri s [...] fullveldismálinum, har vongurin hjá Óla Breckmann hevur hálað ein veg ímóti fullveldisgongdini og vongurin hjá Anfinni Kallsberg hevur hála øvugtan veg, ímóti fullveldi, sum hann málber seg. Ikki ætlanin Johan [...] tað ber hvørki til at ríða á tveimum hestum ella at tæna fleiri harrum, sigur Johan Dahl. ? Annars vil eg fegin takka teimum, sum stuðlaðu sambandsflokkin og meg persónliga á fólkatingsvalinum, Vónandi
Fólkaflokkurin hevði landsfund á Hotel Hafnia leygardagin og umleið hálvtannaðhundrað fólk vóru á fundi. Í tíðindaskrivi frá fundinum skrivar Óli Breckmann, formaður, at landsfundurin viðgjørdi politiska [...] sum eru gjørdar á fíggjar-, skatta- og fiskivinnupolitiska økjunum. Óli Breckmann sigur við Sosialin, at hetta eru tey málsøki, sum flokkurin hevur umsitið, og tí hevur haft størst ávirkan á. ? Vit mugu minnast [...] skúlalóggávuna fingu vit broytt soleiðis at vit eru nøgdir við hana. ? Eisini er ein oljulóggáva á veg. Hon skal aftur í tingið skjótt, so alt í alt eru vit nøgdir. Fult sjálvsstýrið Í tíðindaskrivinum
er grønlændere”, sum hann á donskum tók til á tíðindafundinum við Mette Frederiksen, forsætismálaráðharra í síðstu viku. Ein sterkur og stinnur hugsjónarmaður, sum veit hvønn veg Grønland skal, nevniliga [...] er komin niður á 542 mió kr, tá hetta samgonguskeiðið er av. At vit harumframt hava fingið Merkið, egið mál v.m. er hugsjónarfólkum og sjálvstýrisrørsluni at takka. Stóru varðarnir á sjálvstýrisleið eru [...] Tjóðveldi, so er tað gleðiligt, um vit kunnu fylgjast ein stóran part á vegnum, tí tað snýr seg ikki um alt ella onki, men at finna ein veg, sum gongur ímóti størri sjálvræði Og vit eru samd um rættiliga nógv
Hólmanum á Eiði hjá EB/Streymi, sum burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hevur vunnið tvey stig. B36 og HB kappast um at sleppa undan næstaftasta plássi. Í dag er HB gestur á Skála, meðan B36 er á veg um [...] er fyrst og fremst um 07 Vestur og eisini B68. Avbjóðingin hjá 07 Vestur er í dag KÍ á útivølli. Klaksvíkingar eru á triðja plássi, trý stig aftanfyri 07 Vestur, sum við 16 stigum er næstfremst. 07 Vestur [...] stigum. Í dag verður oyggjauppgerð á Svangaskarði, har gøtumaðurin Svenn Olsen er venjari. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur B68 tapt ímóti NSÍ og B71, og nú er B68 á sætta plássi – ellivu stig aftanfyri
við at vísa í verki, at samkynd hava upp á allar mátar sama virði sum øll onnur her á landi. Amnesty International sum altjóða felagsskapur hevur síðani 2007 heitt á øll lond um at steðga mismuni í samband [...] hesi rættindi hjá hinkyndum. Á fundinum staðfestu við eisini, at tørvur var á einum sjálvstøðugum felagsskapi, sum skal virka fyri rættindunum hjá samkyndum og tvíkyndum, og á einum uppfylgjandi fundi varð [...] hevur Amnesty stuðlað arbeiðnum hjá LGBT Føroyum, m.a. við at ganga á odda í árligu stuðulsgonguni, og aftur og aftur hevur Amnesty heitt á Føroya Løgting um at tryggja javnrættindi í hjúnabandslógini. Fimm
drukna í hópatali á veg tvørtur um havið í lítlum og skirvisligum bátum. Poul Michelsen heldur, at tað er hugaligt at málið verður reist, og at politikarar vísa tí vælvild. Hann vísir á, at tilsamans eru [...] heldur, at føroyingar eiga at taka ábyrgd á økinum, og hann heldur eisini, at tað kundi verið virðiligt fyri okkum at havt eitt hjálparskip í Miðjarðarhavi við Merkinum á hekkuni. - Vit eiga, og vit mugu gera [...] Peningurin, sum er settur av á føroysku fíggjarlógini til neyðhjálp og menningarhjálp, er so lág, at eg eri eitt sindur foyur av tí. Tað staðfestir Poul Michelsen, landsstýrismaður. Løgtingið viðgerð eitt
Klaksvíkingar eru á veg í Gundadal, har teir seinnapartin fara at stríðast fyri at vinna sær betri úrslit, enn teir hava megnað á útivølli móti HB síðani 2011. Fyri fýra árum síðani var endaliga úrslitið [...] Gundadali ímóti HB – 4-1 og 3-1. Síðani hevur HB vunnið sannførandi sigrar á heimavølli ímóti KÍ, sum ikki hevur skorað síðstu trý árini á útivølli ímóti HB. Úrslitini hava verið 2-0 í fjør, 3-0 í 2013 og 5-0 [...] 2-0. Sunnudagin var tað vónbrot hjá HB ikki at megna meiri enn 1-1 á útivølli ímóti TB, meðan tað gleið væl niður hjá KÍ at vinna 3-2 á heimavølli ímóti Víkingi. -Tað kom væl við at vinna, og nú fara vit