var frammi í Løgtinginum var mikil goragangur. Málið var fyri í tinginum í 1988, men varð felt. Men 15. apríl í 1994 var uppskotið um javnstøðulóg samtykt, og so skuldu vit kanska hildið, at í øllum førum [...] er støðan í dag næstan líka ring – sæð við javnstøðueygum. Í seinna landsstýrinum hjá Jóannes Eidesgaard í 2008 vóru 5 menn og 3 kvínnur. Í fyrra Landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2008 vóru seks [...] varð vald í landsstýri hin 11. januar í 1985, hevur bara fimta hvør verið kvinna. Tilsamans 70 fólk hava sitið í landsstýrinum, síðani Jóngerð Purkhús, sum hin fyrsta kvinnan nakrantíð, varð vald í landsstýrið
Simonsen, Klaksvík. Vígslan verður í urtagarðinum uppi á Gørðum í Søldarfirði kl. 11. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 17. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma í veitslu, verða biðin at siga [...] lokið Master í Antropologi og Vælferð við universitetið í Keypmannahavn. Brúdleyp Hósdagin 22. juli giftast Sólfríð Maria Johannesen, Sandavágur og Hallur í Rók, Saltnes. Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni [...] juni á Toftum kl. 12. Døgurði verður fyri innbodnum í kjallaranum í Tabor á Toftum kl. 17 og opið hús verður í miðhæddini í Tabor á Toftum frá kl. 19.30 til midnátt fyri allari familju, vinum og kenningum
teimum, sum ráða fyri borgum í Mentamálaráðnum, tá ið talan er um fólkaskúlan. Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur í fjølmiðlunum, at allir skúlar í Føroyum skulu leggjast saman í sjey størri eindir. Hon [...] aldursbólkar í fólkaskúlanum, sum nágreinliga siga, hvat næmingar skulu læra í einstøku lærugreinunum. Og henda lesiætlan er galdandi í øllum skúlum úr Sumba til Viðareiðis. Sum lærari í Eysturskúlanum [...] s.fr. Næmingarnir høvdu ikki fingið “nóg gott í beinini” fyrstu árini. Haldi, at tað er óðamannaverk at stúva 26 næmingar í ein fyrsta flokk, ja, mangan í stovur, sum slættis ikki egnaðar til so nógvar
A.C. Lützen. Hetta var Anna Cathrina Michelsen, sum fór í skúla í 1859. Í 1927 skrivaði hon eina frásøgn í Varðanum, sum kallaðist Skúlagangur í Havn fyri 70 árum síðani. Her skulu brot takast úr hesi [...] lívinum í Havn og Føroyum seinnapartin av 19. øld. Men Anna hevur eisini eina áhugaverda lýsing av pápanum, og um hvussu hann kom til Føroya við til stuttleika at søkja starv sum lærari í Havn. Í bókini [...] læraravirkið í Føroyum, hevði tað verið siðvenja, at tey elstu børnini fingu frí uttan nakað hóvasták, tá grind doyði, bæði tann dagin og dagin eftir drápið. A.C. Lützen var lærari í Havn í 36 ár, og hann
hava samstarvað við rannsóknir bæði í bretsku oyggjunum, í Íslandi og Grønlandi. Ein týðandi táttur í verkætlan okkara er at tvinna saman ungar sum eldri starvsfelagar í einum framtíðar útnorðursamstarvi [...] føroyskum fornfrøðilesandi luttøku í rannsóknum aðra staðir, har teir hava fingið høvið at virka í einum altjóða høpi. Seinasta summar tóku hesir lut í rannsóknum í Íslandi, har teir eisini fingu undirvísing [...] feltskúlum. Longu um 1. mai í ár fóru teir báðir til suðurgrønlands at taka lut í rannsóknum av norðbúgvabúsetingum har. Nú samstarva teir so við fleiri av somu fólkunum her í Føroyum. Sum nevnt eru rannsóknirnar
um ungdómsuppreisturin í 68, NATO-mótmælisgongurnar í sjeytiárunum og MTV-uppreisturin fyrst í nítiárunum. Seinast í apríl mánaði tóku hjúnini Birgit og Svenning av Lofti skelti í hond og gjørdu vart við [...] Ársins tár: Todi Jónsson Í harðari kapping við Poul Mohr og Krúnprins Frederik kulmineraðu kenslurnar uppi á Hotel Føroyum í juni, tá Tude Jónsson boðaði frá, at hann aftur fór í føroysku landsliðstroyggjuna [...] fría ræsur í Dalinum Fagra. Orð eru fátøk, og vit lata myndina tala fyri seg. Ársins vallyfti: Johan Hot Tað stóð ikki á valfleski í 2004. Undan løgtingsvalinum í januar og býráðsvalinum í november vóru
num í Føroyum, men í tilvitskuni hjá Helsingborg fjepparunum er málverjin, Kalle Svensson sum vardi svenska málið í 73 landsdystum ein risastór legenda. Tá Svøríki vann bronsu í HM-endaspælinum í Brasil [...] Champions League í 2006. Millum 1993 og 2009 skoraði Henke Larsson 37 mál fyri Svøríki í 107 landsdystum. Mest minniliga avrikið við landsliðnum var tá Svøríki vann HM-bronsu í HM-endaspælinum í USA í 1994. Henke [...] árini 1933, 1934, 1941, 1999 og í 2011. Helsingborg vann svensku steypakappingina í 1941, 1998, 2006, 2010 og 2011. Felagið hevur sostatt vunnið 10 heiti í fremstu røð í mansfótbólti. Frægasta evropeiska
Føroyska Staðanavnanevndin er limur í ST-stovninumUNGEGN Føroyska Staðanavnanevndin, sum fór til verka í fjør, er nú boðin vælkomin sum limur í UNGEGN, og tekur lut í arbeiðinum í norðurlandadeildini. Men heldur [...] høvdu teir eitt skjal frá bretska Collins forlagnum í hondini, og tað passaði sum fótur í hosu til at rættvísgera, at alt í gamla atlassinum var rætt og í ordan. Grunnamennirnir undirstrikaðu ferð eftir ferð [...] hava nógv konventionel nøvn í útlondum, nógv nøvn (exonymir) av bretskum uppruna, sum hava hevd, bæði í Afrika, Asia og aðrastaðir við. Í so máta eru Føroyar helst at finna í mótsetta endanum av hesum stiga
árið í fjør við tað í ár, slepst ikki undan at nevna, at í fjør høvdu teir fiskað helvtina av søluvirðinum, tá teir løgdu í grønlendskan sjógv. - Men í ár var munandi øðrvísi. Tá vit fóru hagar í mai mánaði [...] verið rættiliga góður í summar. Vit hava havt ein miðalprís uppá 23 krónur fyri kilo, meðan hann í fjør lá um 18 krónur. - Og kongafiskurin hevur í ár ligið um 9 krónur. Í mun til í fjør, hevur tað heldur [...] Thorman. Árið í fjør royndist sera væl hjá djúpvatnstrolaranum Brestir, sum nú er heimahoyrandi í Sørvági. Í fjør fiskaðu teir fyri 20,7 mió krónur, og vóna at teir koma næstan so langt í ár. - Vit hava
seg inn í bygningar fyri næstan 40 milliónir krónur. Serliga í Havn er leigan dýr – upp í 1.300 krónur fyri fermeturin. Tveir kostir eru í at velja, fyri at sleppa undan leiguútreiðslunum. Leiga í útjaðaranum [...] hámarkinum. Serliga í miðbýnum í Havn eru nøkur av teimum heilt dýru leigumálunum hjá tí almenna. Í høvuðsheitum er talan um bygnignar, sum eru leigaðir til almennu umsitingina at húsast í, tað vil siga til [...] leigumálini, 33 í tali, sum eru spjadd kring landið. Sera ymiskt er, hvat Almannamálaráðið vil lata í leigu, og svingar tað úr 260 krónum fyri fermeturin og upp í 1.300 krónur fermeturin. Men í meðal betalir