verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði. Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum [...] at vit í blindum kopiera útlendskar loysnir, eitt nú innan stýring og skipan av tí almenna. Føroyskar loysnir og føroyskir førleikar verða nýtt í útbygging og menning av samfelagnum og hugsað inn í alt lógar- [...] trivnaði. Tað skal bera til at búgva á einum staði og arbeiða aðrastaðni í landinum, eins og tað skal bera til at búgva í Føroyum og arbeiða uttanlands. Arbeiðast skal fram ímóti at javnseta ferða- og
Zaire, í Irak, í Palestina, í Tjetjenia, í Indonesia, á Timor, o.s.fr. ? og so koma politiskir óvitar, pubertilir føroyingar og spilla teirra kostbæru tíð við sínum mikroskopisku og láturligu pseudoproblemum [...] (orðið merkir tænari) hevur í øllum førum ta sekunderu ábyrgdina, tá ið hansara skrivstovufólk eru farin undir privatan uttanríkispolitikk! Hví fann Løgtingið seg í, at ministararnir í útinnandi valdinum, teir [...] finnast í allarflestu samfeløgum og mugu avgjørt hava sítt bræva-skrivifrælsi! Men seinastu fimm árini hava ZWangs-tankar fingið eina renaissancu, síðani hesir løgnu tankar í álvara verða brúktir í sjálvum
mjólk í tallerkarnar. Tað eru bert tveir mánaðir síðani at tey fluttu í hesa íbúðina, sum kostar 5.000 krónur um mánaðin, tá streymur og orka ikki eru íroknað. Í durinum liggja gamlir filmar í pappseskjun [...] húsarhald skal hava at liva fyri. Í Danmark er fátækramarkið fyri eina familju ásett til 102.000 krónur, eftir skatt. Í Føroyum hava vit framvegis einki fátækramark. Í fjørheyst varð ein arbeiðsbólkur settur [...] hon brosandi. Ein kampur Sum kassadama í Bónus-handlinum á Óðinshædd í Havn handfer 32 ára gamla Sólrun Durhuus stórar peningaupphæddir hvønn einasta dag. Men í sínum egna privatlívi noyðist hon at venda
standa øksl móti øksl í bardaganum fyri framhaldandi donskum yvirvaldi í Føroyum, fara tankar Jógvans Mørkøre aftur til ta tíðina, tá ið Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru í samgongu. - Eg minnist [...] Javnaðarflokkurin í Norðurstreymoy hevði eitt gott val, men orrusturnar vóru so harðligar í flokkinum, at Jógvan valdi at siga seg úr økisnevndini í flokkinum. - Eg hevði lagt stórt arbeiði í flokkin her norðuri [...] tú javnan í politikki. Summar tíðir sveimar tú, meðan aðrar tíðir ert tú ómetaliga einsmallur. Ert tú einsamallur í dag? - Ja, politiskt... Høgni gingin ov nær Jógvan Mørkøre er kortini vísur í, at tað kring
Ligi, sum vitjaði í Føroyum mai 2011 vísti millum annað á, at Estland hevur eitt lógarverk, ið forðar fyri halli á fíggjarlógini, og tí hevur landið staðið seg væl í mun til onnur lond í ES. Onnur lond hava [...] seta hetta upp í eina mynd. Myndin vísir til dømis, at í tíðarskeiðinum 2006 til 2008 hevði modellið virkað konjukturmótgangandi. Veruliga nýtslan liggur á 4,0 mia. í 2007 og 4,5 mia. í 2008, meðan modellið [...] meira virksemi í gongd, tá hjólini frammanundan mala av øllum alvi, muga veitarar yvirbjóða hvønn annan í td. løn og øðrum treytum fyri at fáa orku at lyfta uppgávurnar. Hetta skapar í fyrstu atløgu inflatión
formaður í Landsfelag Pensjónistanna. Kári helt í hesum sambandi fyri, at fyrr var tað bert í Kina, Kreml og russisku Dumuni, at leiðarar hildu so leingi á. - Haraftrat er Sigvald Christiansen formaður í virknað [...] árinum. Hann rósti fólkinum í økinum fyri at duga væl at skipa fyri, tó at kappróðurin, sum eisini var á bygdarstevnuni hendan dagin, ikki telir við í FM-róðrinum. - Hóast fólkatalið í bygdunum, Skála og Skálafirði [...] Sosialurin - Í loftmiðlunum er kappingin innan politisku branchuna hørð. Kvinnur og menn einsæris ella í flokki kappast um at koma við onkrari kontroversiellari útsøgn fyri at sleppa á skíggjan ella í lurti.
landið. Í mentunarorðaskiftinum í tinginum í november í fjør var hugburðurin, at mentanin skal stuðlast meiri, enn hon hevur verið higartil. Tann hugburðin vóni og vænti eg, at tingið fer at sýna í verki [...] harvið ikki hevur havt møguleika at vera virkin í øllum frítíðar tilboðum, so hevur hann altíð havt nógv mentunarjørn í eldinum. Í heimatíðini syngur hann í kóri hjá Símuni Nónklett, hann spælir fótbólt [...] teimum betri stillaðu, sum gingu í skúla. Eg havi mangan hugsað um, hvussu nógv av intelligensi tá í tíðini ikki kom til sættis í samfelagnum. Tey betri stillaðu vóru so langt í frá altíð tey, sum høvdu bestu
Aftur í ár er Russland tað landið, vit selja mest til. Umleið ein fjórðingur av øllum útflutninginum fer til Russlands. Tað er 1,9 milliardir krónur. Landið, vit útflyta næst mest til, er USA, sum keypir
veitingar og virksemisøkingar (demografiskar broytingar og fólkavøkstur), skrivar Fíggjarmálaráðið í fíggjarkørmunum, sum vórðu lagdir fyri tingið fríggjadagin. Framskrivingin av útreiðslunum fyri 2025
spæla í næstbestu deildini. Í 1987 spælir Øssur sín fyrsta dyst í bestu deildini og komandi árini verður fótbóltsspælarin Øssur Hansen skúlaður á einum liði, sum er millum tey bestu í landinum. Í 1988 [...] einki gjørt við tað í dag, men eg menti meg nógv ta tíðina, eg var í Vejle, leggur Øssur afturat. Í Føroyum bjóðar B68 honum lærupláss sum eletrikari og pengar eru so smátt við at koma í føroyskan fótbólt [...] halda fram í Vejle í 1994. 10 misjøvn ár Síðani 2002 hevur Øssur Hansen bara spælt við B68. Hann er í góðum formi eftir B93 tíðina og skorar ikki færri enn 16 mál í øllum kappingarárinum. Í 2003 kemur