útróðrarbátar, ið liggja, tí manning er ikki til bátarnar, sjálvt um úrtøkan hjá útróðrarmonnum er góð. Hann sigur, at fiskivinnan stendur fyri meiri enn 95% av okkara vøruútflutningi, og tí er tað óskiljandi [...] - Skulu øll arbeiða í Havn og kopiera, kontrolera og kommunikera hvør við annan? spyr Óli Lassen. Hann heldur, at um so verður, kunnu vit sanniliga vænta, at sveiggj verða í føroyska búskapinum. - Tað [...] herfyri, at hetta tal eigur at koma niður á 7%. - Tá fáa vit færri sveiggj í føroyska búskapinum, helt hann fyri.
Sp/f«, Marner Olsen frá »»Sp/f Maggi Olsen« og Benni Haraldsen frá »Á Giljanesi«. Fremra rað f.v.: Hans Terji Joensen frá »Faroe Ship«, Hoyrikur Joensen »Sp/f Húsbak«, Frank Skorastein frá »Askham Bussar [...] á myndini: David Christiansen frá »Lykkelimo«, Thorleif Isaksen frá »ÁTF sp/f«, Jóhan Joensen frá »Hans Egil Joensen«, og Marni Berg frá »Jóhannus Rasmussen sp/f«. Úrslitini vóru hesi: NR Vinnari Stig Lastbilar [...] NR Vinnari Stig Limo 1 Lykkelimo NR Vinnari Stig Klassikarir 1 Hoyrikur Joensen 63 2 Thórleif 74 3 Hans Egil Joensen 76
geva hond. Longu á flogvøllinum góvu vit hond bæði, meðan hann, við einum skeivum smíli spurdi: How are you? Og tað var tað reina Lawinsky, tá hann í mannamúgvuni niðri í býnum seinni sama dag segði “Hi again” [...] again” við meg. Pu-ha, hevði Hillary vitað. Nú er bara eftir at taka í hondina á Magna Arge. Man hann ikki eisini geva eitt gott fyrstahondsinntrykk?
B36, og tað er ivasamt, um hann yvirhøvur aftur verður at síggja í gula og bláa búnanum. Poul er fluttur til Onglands at búgva, og gongur tað, sum tað er ætlað, so fer hann at halda til í Liverpool í fleiri [...] dag skal verjast í Sarpugerði. Tað er eisini ivasamt, um Bergur Midjord verður førur fyri at spæla. Hann fór tíðliga av vøllinum í Runavík fyri tveimum vikum síðani, og síðani tá hevur Bergur ikki verið
at hjálpa so nógv til. Nú er hann komin fyri seg aftur, og hann fer at fáa bonkarkjans á Argjum. Hjá AB er Morten Overgaard meniskskaddur, og Hanus Jacobsen er ivasamur. Hann hevur brákað eitt rivjabein
Tann seinasti fangin, sum fekk at vita, at hann sleppur í hvussu er at liva eitt sindur longri enn ætlað, var tann 36 ára gamli Christopher Scott Emmett. Hann skuldi takast av døgum í einum fongsli í Virginia [...] seinasta avrættingin var tann 25. september ella sama dag, sum amerikanski hægstirættur kunngjørdi, at hann fór at kanna, um eiturinnspræning er í stríð við grundlógina. Tann deyðadømdi Michael Richard bað
Oddafiskurin Helgi Dam Ziska vann við hvítum á Olafi Berg. Carl Eli Nolsøe Samuelsen vann við svørtum á Hans Kristiani Simonsen. Helgi er eitt stig undan Carl Eli á støðutalvuni. Teir báðir næstu eru Ólavur [...] 3-4: Ólavur Simonsen og Olaf Berg 4,0 5: Martin Poulsen 3,5 6-8: Herluf Hansen, Torkil Nielsen og Hans K. Simonsen 3,0 9: Finnbjørn Vang 2,5 10: Rani Nolsøe 1,0 8. umfar langa fríggjadag kl. 14: Torkil [...] Poulsen 2303?IM Helgi Dam Ziska 2400 Carl Eli N. Samuelsen 2231?Rani Nolsøe 2036 Herluf Hansen 2023?Hans K. Simonsen 2178 Ólavur Simonsen 2092-Finnbjørn Vang 2081
eisini Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum. Hann tóktist taka støðuna púra róliga. »Her gerst ikki annað enn at taka tað róliga«, segði hann. (Frásøgnin er frá ferðafólki umborð á flogfari hjá [...] eitt puss. »Nú havi eg fingið nokk fyri eina løtu«. Soleiðis segði flogskiparin hjá Atlantsflogi, tá hann stutt eftir middag hevði sett flogfar sítt á vøllin á Egilsstøðum í Íslandi. Í kabinuni sótu umleið
Rektarin á Fróðskaparsetrinum gleðist yvir politiska áhugan fyri gransking og hægri undirvísing, sum hann mælir til at fara í gongd við beinanvegin At politikarar bæði úr samgongu og andstøðu hava víst stóran [...] bæði gransking og hægri undirvísing, frøðir rektaran á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Paula Joensen. Hann sigur seg taka undir við øllum tí, sum stendur í samgonguskjalinum um gransking og hægri undirvísing [...] fyrr, skrivar Jóan Pauli Joensen í eini viðmerking, sum kemur í Sosialin mánadagin. Víðari skrivar hann: - Samanumtikið er tað tíverri so, at alt sum hevur havt við gransking og hægri útbúgving at gera
Hóttanir hava akkurát øvuta ávirkan á meg enn at fremja málini, sigur Høgni Hoydal. Hann kemur ikki inn á, hvønn hann heldur føra revolvarapolitikk, men lítið man vera at ivast í, at adressen er til sín [...] alt ikki gongur beint eftir egnari vild, so er best at taka seg úr beinanvegin, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at størsta avbjóðingin beint í løtuni er at fáa skil á fíggjar- og búskaparpolitikkinum og