viðareiðismannin, Tummas Thomasen, sum er við í blaðnum í dag, hevur sína søgu. Nú eru vit so heppin, at nógv skilafólk eru, sum hava áhuga í tí, sum skrivað verður í føroysku blaðverðini, eisini um sjóvinnuna [...] Gáshøvda – í níggju ár við tí gamla bátinum og í trý ár við tí nýggja, sum báðir vóru heimahoyrandi á Viðareiði. Árini 1986/1987 tók hann sær skiparaútbúgving í Klaksvík, og síðan hesi pappírini komu í hús, [...] hareftir. Eg ivist onga løtu í, at høvdu høgu oljuprísirnir, sum vóru í hæddini í fjør summar, ikki verið lækkaðir aftur, høvdu nógv skip og bátar ligið bundin við bryggju í dag. Hetta er ikki serliga hugaligt
Tey, sum í so mong ár høvdu lagt alla orku í at fáa nýggjan skúla, høvdu nú mist mótið, tey kendu seg svikin. Tá bæði rektari og leiðsla fara frá, er okkurt álvarsligt á vási. Tøgn valdaði í samgonguni [...] at teir sum flokkar eru fyri at byggja nýggjan studentaskúla í skúladepli í Marknagili. Tað vóru vit fleiri lærarar sera fegnir um at hoyra. Í meir enn 30 ár havi eg upplivað, at pjøssað verður um gamla [...] bangin fyri dag út og dag inn at búleikast í eini brandfellu. Í mong ár hevur skúlin verið eitt ótolandi byggipláss og er tað framvegis. Verður bygt og pjøssað meir í Hoydølum, samstundis sum undirvíst verður
soleiðis at felagið í dag er fullkomuliga óheft av ítróttarligu gongdini. Hann greiður frá, at 1. juli í 1997 byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í felagnum, har ein nýggj kós varð stungin í kortið. - Í oktober mánaði [...] floyma niður í kassan, har gjaldførið til høgar lønir til leikararnar o.a. ikki verður nóg gott til at halda stjørnurnar í felagnum. Sum nevnt, er hetta gongdin í flestu fótbóltsfeløgum, men í FCK hevur [...] megnað at havt positiv rakstrarúrslit, og í seinastu árini er eginognin í felagnum sostatt økt úr 8 mió.kr. til í dag at vera væl omanfyri 100 mió.kr. - Sostatt eru vit í dag fíggjarliga óheftir av ítróttarligu
ella luttøku frá almennari síðu í privatum oljufeløgum! Hann sigur, at tað al-menna hevur rætt eins og øll onnur at seta pening í privata oljufelagið men tó í mesta lagi 20% í felagið. Eingin kann forða tí [...] hjá landsstýrinum tann, at fyrsta lisensrundan skal verða boðin út í vár, soleiðis at oljufeløg sleppa í gongd at bora seint í 99 ella í ár 2000. [...] um eina handilsliga avtalu, so kanst tú ikki vera í fleiri samtøkum. Hevur tú valt eitt samtak at arbeiða saman við, so mást tú vera har í hvussu er í fyrstu rundu. Kjartan Hoydal leggur alstóran dent
fáa hvørki í tí skrivaða ella í øðrum miðlum. Anfinn Kallsberg, heldur ikki, at Óli P er partískur í sínum tekningum. Tað er bæði rís og rós. Sjálvandi eru tað teir, sum standa í fremstu røð í samfelagnum [...] og lýsir viðurskiftini í Føroyum. Hann vísir væl eisini sína egnu støðu í tekningunum. Hann er rættiliga sambandskur, tó at hann tekur upp rættiliga relevantar spurningar nettup í sambandinum millum Føroyar [...] ómetaliga heppin í sínum valum av evnum, men í seinstuni haldi eg, at hann hevur víst nakað av undirlutakenslum, tí hann er vorðin rætt og slætt ov sambandskur. Hann undirmetir føroyingar. Men inn í millum er
tunguna mitt í munninum og halda tann urbana tónan í hevd. Í lógunum fyri chatrúmið verður mælt fólki frá at bannast, at verða ónærislig ella í aðrar mátar at stoyta fólk. Valstríð fyri at koma í tað góða [...] finna millum gestirnar, og stundum kunnu teir gerast millum 10 og 20 í tali í senn. Síggja fjesini aftanfyri nøvnini Í desember mánaða í fjør tóku fólkini á faroese_chat upp táttin, sum hvør fyritøka, bi [...] spark í telduafturpartin og út av chatrúminum. Gjøgnum allan dagin finnast nógvir brúkarar á faroese-chat, men um kvøldið kemur talið í hæddina, og tá eru so at siga altíð yvir 100 brúkarar inn í senn.
arnir í fjør og luttakararnir í innleiðandi umfarinum í meistarakappingini í ár eru umboðandi fyri styrkina hjá føroyskum liðfótbólti í europeiskum høpi, so er eftir avrikið hjá HB í Finnlandi í fyrrakvøldið [...] ikki so lítið í 1991, tá Føroyar taptu 7-0 í Beograd. HB hevur tapt 10-0 í Intertoto Cup í Tromsø, og tað sveið í. HB hevur tapt 6-0 í Georgia og 6-0 á Kypros, og tað sveið. Nú upplivdu teir í HB enn eitt [...] staðni í Europa er betri, enn tað er í Føroyum, og at vallarumstøðurnar kunnu vera ymiskar, veit eingin betri, enn føroyskir fótbóltsspælarar. Verjukend útgangsstøða Fyrstu løtuna ímillum trøini í summarhitanum
fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka [...] , havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
vánaligt. So hóast tað er stórur munur í kilometrum, er tað ongin, munur í tíð at ferðast til ein skúladepil í Trongisvági úr øllum bygdum í Suðuroy. Miðsavna vinnu í Vági Petur Hammer leggur dent á, at hetta [...] avgjørt, at ítróttarfeløgini í Suðuroynni skuldu lagt saman í eitt oyggjarfelag. So kundu vit brúkt peningin og orkuna til eitt gott lið í fyrstudeild og eitt gott lið í aðrudeild í fótbólti. Og var neyðugt [...] tunnil niðri í dalinum í Hovi. Niðurstøðan hjá honum var, at tað bar væl til at gera tunnilin niðri í dalinum og samstundis varð mett, at tað ikki fór at kosta stórt meiri enn ætlaði tunnilin í erva. Petur
Jón vísir á, at tað er ein øgiligur munur á, hvat bátarnir koma inn við í dag í mun til í fjør. Tað broyist ótrúliga skjótt. Í fjør byrjaðu teir at landa fyri 1.60 kr. Nú er prísurin 90 oyru. Tað er ein [...] dreymaferð til Chile í Suðuramerika. Tey eru fólkini aftanfyri reiðaríið Hvalnes í Klaksvík, sum hava rikið eina familjufyritøku gjøgnum fleiri ættarlið, eina fyritøku, sum hevur fylt nógv í tí føroyska nótaflotanum [...] hví fara til Chile at byggja nýtt skip spurdu vit Jón Rasmussen? -Núverandi Christian í Grótinum varð bygdur í Chile í 98, so vit kendu eitt sindur til landið og vistu, at teir duga handverkið. Tá vit fóru