hevur vitjað í Ytru Tungu. Tá ið eg spyrju Birnu, hvar børnini í gamla grannalagnum hjá henni nú ganga í skúla, ljóðar søgan, sum hon er kend á so mongum øðrum smáplássum bæði í Íslandi og í Føroyum. Har [...] umstøðunum, sum tær vóru á bygd í Føroyum. Birna var tíggju ára gomul, tá ið hon fór í skúla. Skúlagongdin var í stovuni heima hjá Birnu og teimum. Har savnaðust 10-15 børn av gørðunum í grannalagnum. Her var heldur [...] hvørjum øðrum. Í Noregi bar so at siga ikki til at seta bilin frá sær í nánd av náttúruperlu, um tað so var í oyðini, uttan at onkur stóð har og kravdi p-gjald. Her er einki sovorðið. Heldur ikki í Ásbyrgi verður
29. mars var ein stórur dagur í Zarepta, tá John í Skemmuni feiraði sín seksti ára dag. John hevur verið í leiðsluni í Zarepta í eina fjórings øld. Hann kom í leiðsluna í 1988, sum hann hevur havt m.a [...] Skemmuni í Porkeri. John er næstelstur í einum systkinaflokki upp á seks, har tvey av systkjunum doyðu í barnaárum. Jonna býr í Havn, Áki býr í Fredericia og ynskta systurin Lív, býr í Senegal, har hon er trúboðari [...] um bæði í Vági, Tvøroyri og í Hvalba. Kórið hevur eisini ferðast bæði í Føroyum og í Danmark. Familjan John og Ruth giftust í 1982. Ruth er dóttur Ásu og Róald Norðberg. Tey eru uppvaksin í hvør sínari
tey hava brúkt tað í nøkur ár eftirhondini. Nøkur hundrað orð Júst hetta, at sms, slang og chat mál tykist loyniligt fyri tey flestu, hevur givið fimm ungfólkum í HT1 á Tekniska Skúla í Klaksvík hugskotið [...] stjóri í Hvista Í/F, sum ger bókina. Virkið er sett á stovn í sambandi við verkætlanina Ungt Virkið, ið er ein kapping millum flokkar á miðnámsskúlum. Nýt hugflogið Tað er ikki bara innihaldið í nýggju [...] framløgan og ein samrøða við dómararnar. Vinningurin er luttøka í kppingini Ung Virksomhed í Danmark seinni í ár. Har er vinningurin luttøka í eni evropeiskari kapping, sum Young Enterprise skipar fyri. Besta
10. januar fóru 17 sera spentir næmingar úr 9. b í Stranda skúla, til Eysturíkis á námsferð. Tey høvdu savnað inn pening til hesa ferð í eina tíð, og nú var ferðin endiliga veruleiki Ferðin: Vit næmingar [...] til býin, St. Johan, vóru øll móð eftir langa ferð. Seinnapartin var farið inn í býin, og høvi var at ganga í handilsgøtuni í nakrar tímar. Vit sóu eisini eina stóra katólska kirkju. Á skíð Mikudagin fóru [...] r. Komin til Keypmanahavnar fóru vit á »Fisketorvet« í nakrar fáar tímar, og síðan at njóta náttarlívið í Keypmannahavn. Tá vit komu á flogvøllin í Føroyum stóðu bæði foreldur og systkin og bíðaðu eftir
fimleikarhøllin var eisini full av fólki. Nakað av fólki stóð í durunum, og hóast orðstýrarin royndi at stúva sum frægast inni í høllini, legðist bara til í gongini. Men fundurin var tamur. Einki rætiligt sprell [...] plagdi at vra í gomlum døgum, so áskoðararnir fingu eitt bíligt skemt burturúr. Valevnini komu kropp á kropp upp til mikrofonina. Tey høvdu fingið tillutað tveir minuttir í part, og 23 vóru tey í tali. Eins [...] vinnuna, sum annars er nógv í kommununi. Hinvegin varð fýlst á, at tað var sera dýrt at seta búgv í kommununi, og at barnafrádrátturin var ov lágur. Hetta vilja summi valevni broyta í komandi skeiði. Eyðkent
greiddi frá visjónunum við bygninginum. Fyritøkan, sum í 2007 gjørdi vinnandi uppskotið til skúlan í arkitektakappingini, hevði tá umleið 70 fólk í starvi. Í dag eru umleið 400 starvsfólk á BIG, ið fyri nøkrum [...] Ein stórur dagur í føroyskari byggisøgu fór fram í gjár, tá reisigildi varð hildið á Glasir við Marknagil, sum er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð. Umleið 200 fólk luttóku í reisigildinum, har ímillum [...] mongu snávingarsteinarnar á vegnum, sum hava borið í sær stórar avbjóðingar. - Onkrar kundu vit havt verið fyri uttan, men tað lata vit liggja í dag. Kjarnin í øllum er, at okkara unga ættarlið skjótt fær góðar
harðskapin í Havnini leygarnáttina er skelkandi. Ein ungur 16 ára gamal havnardrongur verður speirikin og háðaður, avbukaður og meiðslaður í andlitinum av fleiri ungum monnum. Hóast hetta fer fram í mitt í miðbýnum [...] ímóti og ikki finna seg í vanvirðing og harðskapi. Niðrandi hugburðurin í okkara mentan stingur djúpt. Tí mugu vit foreldur stuðla skúlunum í arbeiðinum móti happing og leggja í okkara børn, at harðskapur [...] Fleiri skúlar gera í hesum døgum nógv burturúr at seta fokus á trivnað og sosialar førleikar hjá skúlabørnum og happing í skúlunum. Ein landsumfatandi kanning av happing innan skúlagátt er í gerð, og væntandi
og hart. Eftir barnaskúlan fór hann í læru sum timburmaður, og eftir at hava smíða í nøkur ár, fór hann fyrst í 60’unum at starvast á Tøtingarvirkinum, har hann var í 23 ár, tey flestu sum formaður. Sjónáttúran [...] 1972. Hann hevur sitið í kirkjuráðnum, stýrinum fyri missiónshúsið, skúlanevndini, verið formaður í Samhald og øðrum álitissessum við. Í frítíðini dámar pápa væl at verða úti í náttúruni. Sum yngri var [...] á húsarhaldsskúla í Danmark. Evnini í einum køki eru ógvuliga góð. Ikki eru tað so fáar køkur og annað gott sum eru farin í okkara búkar. Serliga stuttligt og hugnaligt var at verða í bønum um sumrarnar
betur í runuhylinum. A, H,K,Y: Føroyingar (ikki minst fjølmiðlafólk) skuldu heldur lært seg at sagt hesar bókstavirnar rætt á føroyskum: a, sum í orðinum, tal, h, sum í HB, k, sum í KÍ, og y, sum í Brynhild [...] Fáa vit nú c og x inn í stavraðið, so ráða vit sjálvir fyri, hvussu vit stava cigarett og citrón, øx o.s.fr. Eg meini tað! C-DURUR: Í skúlanum spæla vit ikki so sjáldan í c-duri. Í skúlaorkestrinum spæla: [...] serstaka móðurmál. Vit klára okkum fínt við tí. Hasir “útlendsku” bókstavirnir í yvirskriftini hava ongantíð verið í okkara stavrað, tí vit hava ikki brúk fyri teimum. Kortini siga málblandararnir, at
miðnámsskúla í Vági. Pengar eru játtaðir til Lista- og ítróttarháskúla í Sandoynni, til Fiskivinnu- og havbúnaðardepil í Vestmann, til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík, og til nýggjan Tekniskan skúla, Ha [...] Tjóðveldisflokkurin legði fríggjamorgunin fram valskrá sína fyri fjølmiðlunum. Skráin er í 10 punktum: 1. Sjálvstýriskósin Í seks ár hevur Tjóðveldisflokkurin lagt støði undir einar sjálvstøðugar Føroyar. Bú [...] út val. Hvør einasta atkvøða til Tjóðveldisflokkin verður brúkt í stríðnum fyri, at yvirtøkurnar verða framdar, og Grundlóg Føroya sett í verk. Soleiðis vil flokkurin leggja støðið undir Føroyskt fullveldi