útlandið. Vit takka Geza fyri tíðina og ynskja honum allarbestu eydnu í Onglandi. Eisini vænta vit at hann veit, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, skuldi hann vent heim aftur at spælt einaferð. ##med2## [...] Víkingur skrivar soleiðis í kvøld: Fyrst í gulu, og so ljósabláu troyggjuni. Har tað alt byrjaði. Fyri stuttari tíð kundu vit gleðast um, at Geza endiliga var blivin føroyingur á pappírunum. Ein stórur [...] royna seg úti í heimi, og tað gekk ikki leingi, so vóru boð eftir honum. Vit kunngera nú, at øll viðurskifti eru komin uppá pláss, og at Víkingur hevur selt Géza Dávid Turi til Grimsby Town FC í Onglandi.
liðið at flyta niður. Í kvøld var oyggjauppgerð í Sarpugerði. Víkingur hevði møguleika at vinna gull, um víkingarnir vunnu fulla úrtøku, og um KÍ tapti á Svangaskarði. Skála hevði lívið í næstbestu deildini [...] Víking. Tað ber við sær, at Víkingur vinnur silvurkrónurnar aftanfyri KÍ, sum við sigri á Svangaskarði í kvøld tryggjaði sær gullkrónurnar. Tapið ber við sær, at Skála endar á níggjunda plássi og flytur niður [...] eftir smáar tíggju minuttir Víking á odda, og fimm minuttir seinni javnaði Aksel B. Danielsen til 1-1. Í seinna hálvleiki skoraði Víkingur tvey mál. Tað fyrra skoraði Olaf Bárðarson, tá ið ein tími var farin
Tað stendur nógv á heimamonnunum í Sarpugerði, har tað er grannauppgerð millum Víking og Skála. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var heimaliðið frammarlaga 1-0. Málið stútaði Finnur Justinussen ein góðan [...] innlegg úr vinstru frá Bergur Gregersen. Tíðliga í seinna hálvleiki svaraði Skála aftur, tá ið Ronni Møller Iversen skoraði eitt flott mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tykist tað sum um, at Víkingur spennur [...] málverjin, Bárður á Reynatrøð, sum er leigaður úr Víkingi, stórbjargaði, tá ið Finnur Justinussen var í góðari støðu. Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen
Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi. Eftir óvæntaða 2-1 sigurin á Skála hevur EB/Streymur tapt tvær tær seinastu ferðirnar. Hesar báðar ferðirnar er tað [...] ÍF og 3-0 á heimavølli ímóti HB. Sum oftast hevur Víkingur tak á EB/Streymi. Undantakið var í síðsta umfari í 2017. Víkingarnir høvdu longu tryggjað sær FM heitið, sum teir høvdu fokus á, og so vann EB/Streymur [...] hevur Adeshina Lawal ikki verið við, tí hann hevur verið skaddur. Nú er hann tøkur aftur og verður við í kvøld. Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00.
trupuleikar við at knógva B68, og tað endaði við 2-2 javnleiki á Svangaskarði. Í dag hevði Víkingur sítt hoyggj við TB í Sarpugerði, men heimaliðið fekk knógvað enn ein 1-0 heimasigur á TB heim. Víkingur-TB [...] og vit sparkaðu ov nógv, heldur enn at spæla okkum úr pressinum, sigur Arnbjørn Svensson hjá Víkingi í samrøðu við Árna Gregersen, reportara hjá FM1. - Víkingur stýrdi fyrra hálvleiki, uttan at tað eydnaðist [...] sigur, at vit ikki skjóta mál, og tað er størsti trupulleikin, staðfesti TB miðvallarin Dánjal Godtfred í samrøðu við Árna Gregersen. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Árni Gregersen gjørdi
staðfesta, hvussu spælararnir eru fyri, nú teir fara í stuttan steðg, segði venjarin. Súni Olsen segði seg fegnast um, at hann nú fær loyvi aftur at spæla. Í tvey ár hevur hann roynt seg uttanlands. Hesi árini [...] skaðum, og at tað fer at bera til at spæla nógv, segði Súni Olsen, sum aftur fer at hava heimavøll í Sarpugerði. [...] hevði skrivað undir eitt ára sáttmála við barndómsfelagið: -Tað er við spælarum, sum eru uppvaksnir í feløgunum, at føroysku fótbóltsfeløgini skulu mennast og ikki við útlendskum spælarum, sum koma higar
Aganevndin hjá FSF koma við boðum um eitt møguligt leikbann til Atla og Hans Jørgen fríggjadagin, men í Sarpugerði hava menn tó fyrireikað seg til dystin út frá teirri fortreyt, at Atli eisini er partur av liðnum [...] er tó neyvan nakað tema, tí enn liggur væl fyri at røkka spádóminum, sum vit fyrr hava sett fram her í blaðnum, um, at gullið verður vunnið á Mikkjalsmessu. Til hetta krevst tó ein sigur, nú Víkingur kemur
Seinastu vikurnar hevur verið líkt til, at dysturin um silvurmerkini í Formula-deildini skuldi standa millum B36 og Víking. Bæði tvey taptu tó í miðvikuni, og tí ræður um at fáa fulla úrtøku hesaferð, um fokus [...] dystin mikukvøldið haltandi. Men hann royndi at renna aftur í gjárkvøldið, og hetta gjørdi hann uttan trupulleikar, eru boðini úr Sarpugerði. Hjá B36 hevur mannfallið verið stórt seinastu vikurnar, og [...] fokus framvegis skal haldast á silvurinum. Hjá Víkingi var tapið móti B68 tað fyrsta í átta umførum, og teir siga seg vilja aftur á beint sum skjótast. Og til uppgávuna kann Anton Skoradal stilla við sterkasta
vera annað enn nøgd við kappingarárið, tí liðið er í steypafinaluni og hevur kós móti altjóða fótbólti í 2010. HB vísti fleiri eginleikar í Sarpugerði í gjár. Liðið stríddist, spældi fótbólt, høvdu skipaðan [...] Tá Andrew av Fløtum í Sarpugerði í gjár brádliga snýtti Niclas Niclasen og smekkaði til móti málinum úr góðari støðu, varð tað aftur staðfest. Tað varð staðfest fyri Geza Turi í málinum, venjaratoyminum [...] á, skutu trý mál og spældu við nógvum yvirskoti. HB eigur besta liðið í føroyskum fótbólti í løtuni. Tað varð dyggiliga staðfest í gjár.
Í upptaktini hjá FM1, ið verður send úr Sarpugerði prátar Petur Asbjørn Lervig við Svenn Ó. Olsen og Hans Jørgen Djurhuus. Fyrsta partin av sendingini umrøddu Petur Asbjørn, Svenn og Hans Jørgen 1. deild [...] staðfestir eisini, at tað eru ikki so nógvir eykaleikarar hjá Betrideildarliðum sum hava spælt í 1. deild í ár sum tað verður gjørt til. Hann hevur kannað á Faroesoccer, og heldur ikki, at talið er so stórt [...] Víking og ÍF. Svenn Ó. Olsen heldur avgjørt ikki, at pengar spæla so stóran leiklut sum summi feløg í 1. deild gera tað til. Tað er venjing og hart arbeiði sum skapa úrslit, slær Svenn Ó. Olsen fast. -