og hava gingið við til at lækka rækjutollin. Ringt at spáa Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni, heldur tað verða nakað tíðliga at meta um, hvørja ávirkan henda avtala fer at hava, tí hon hevur bara [...] føroysku skipunum, av tí at ein stórur partur av veiðuni er smáar rækjur. Hans Jóhannes á Brúgv leggur tó dent á, at tað er sera torført at meta um, hvørjar broytingar fara at standast av nýggju avtaluni [...] Egholm Hansen sigur, at Føroyar hava stórar avmarkingar á ES-marknaðinum, og tí er tað ein fyrimunur, at marknaðurin veksur. Sølan av rækjum til Kina er áður farin soleiðis fram, at rækjurnar eru seldar
kring heimin. Ætlanin við einum brúkarafelag er, at limirnir kunnu hjálpa hvørjum øðrum við at brúka Linux, tí teir hava onga aðrastaðni at venda sær fyri at fáa hjálp. Linux verður nógv brúkt av stórum fyritøkum [...] við at brúka Linux. T.d. kann nevnast, at Niels Bohr Instituttið sparir 800.000 krónur árliga við at brúka Linux ístaðin fyri Windows. Almenna umsitingin í Føroyum kundi spart nógvan pening við at skift [...] ber til at taka eitt nýtt Linux forrit niður av internetinum annað hvønn mánað. Jacob Sparre Andersen er ein teirra, sum hevur tikið stig til at stovna eitt føroyskt brúkarafelag, og hann sigur, at Linux
Peter Rattey sigur, at teir hava valt út teigarnar teir hava fingið við tí fyri eygað at gera eitt fund skjótast gjørligt, og hann dylur ikki fyri, at teir hava sett sær sum mál at bora næsta summar og [...] og fremst at stimbra føroyskan ídnað til at gerast kappingarførur í heimshøpi. Teir hava lovað Oljumálastýrinum at finna nøkur føroysk feløg, einar 3-5 fyritøkur, sum BP kann vera við til at lyfta upp [...] Amoco fór at fáa. Nú tað er greitt, at felagið er millum vinnarnar í Gullhorninum, er leitistjórin Peter Rattey sera væl nøgdur. -Vit fingu tað økið, sum vit fyrst og fremst høvdu søkt um, uttan at nakað varð
Noregi ikki um, at hann næstu ferð eigur sjálvsagdan rætt at vera millum teir fyrstu ellivu. Uni Arge hevði tvær tær bestu royndirnar móti danska málinum: ? Eg fari altí9ð at iðra meg um, at fluktarin ikki [...] dønum: ? Eg haldi ikki, at teir vóru so nógv betri enn vit, at teir høvdu uppiborið at vinna við tveimum málum. Teir høvdu onkran møguleika, og tað høvdu vit eisini. Munurin var, at teir gjørdeu nyttur burturúr [...] Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan. Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum
nýggj virði ásetast, hvussu nógv er ráðiligt at eta av tunfiski. Mett verður, at góðkennir amerikanska kongressin at lækka kyksilvurmarkið, kemur hetta at kosta samfelagnum einar 100 milliardir krónur [...] Dette betyder at anerkende en særstilling for befolkningen på Færøerne. Man må håbe, at tidligere misforståelser ikke skaber for megen ravage i porcelænsbutikken, og at det vil være muligt at fremlægge de [...] frágreiðingini stendur, at lága nøgdin, ið tilrátt verður amerikufólki at eta, kann vísindaliga prógvast. Og her verður so føroyska kyksilvurkanningin brúkt sum grundarlag. Tilráðingin sigur, at amerikanarar kunnu
Bláhamar heldur annars, at tað nú er tíð upp á, at myndugleikarnir fara undir at gera eina hálkubreyt, soleiðis at bilførarar, ungir sum eldri, undir tryggum umstøðum sleppa at venja seg í hálkukoyring [...] kulda. ? Men er lamellvetrardekkið so mikið gott, at tú torir at pástanda, at tað er nóg gott til alla hálkukoyring í Føroyum? ? Nei, tað fari eg ikki at siga - men næstan. Tað eru sjálvandi undantøk, eitt [...] leggur afturat, at hann ofta hoyrir fólk siga, at tey búgva upp í eini brekku í Havn, sum ofta kann vera sera hál. ? Tá haldi eg, at tað er yvirdrivið, um fólk keypa sær píkadekk fyri at koyra 50 metrar
á lærdum háskúla. Umframt at geva føroyingum møguleika at fara til Bretlands, so ber eisini til at senda fólk úr Bretlandi til Føroya at standa fyri skeiðum ol. eitt nú til at leggja lærarum, sum undirvísa [...] lagdur á frá bretskari síðu at vaksa um áhugan fyri tí enska málinum. Men eisini innan tónleik og list finnast møguleikar fyri at fáa stuðul. M.a. hevur Ráðið verið við til at fíggja útreiðslur hjá bretskum [...] Environment - eisini verða viðgjørd í hesum sambandi heldur Dr. Michael Sørensen-Jones, at tað eisini átti at verið møguligt at tikið slíkar spurningar upp í einum samstarvi. Her hugsar hann um tær royndir, sum
vita tey at siga, at luttakarabólkurin úr Svøríki var fyrstur úti á kappingaroyggjunum, men at hann noyddist at venda aftur til Manila, orsakað av ódnarveðrinum. Ódnin hevur havt við sær, at upptøkurnar [...] TV3 , men pláss var einans fyri teimum 16? Teimum, ið ikki kunnu, ella ikki tíma at hyggja at TV3, skal verða greitt frá, at Robinson-ferðin, er eitt slag av dokumentariskum yvirlivingartúri, ið verður raðsendur [...] sjónvarpsrøð. Hóast hesin ungi knassin so at siga fall beint í durunum hjá Robinson-redaktiónini, vísir tað seg kortini, at tað eydnaðist einum øðrum føroyingi at sleppa innum gáttina. Erla er úr Havn Hin
høvdinum. Eitt er at hann so at siga ongantíð skorar við høvdinum, og eitt annað er, at tað var lagnunnar speisemi, at hann skuldi senda FCK, sum tað hevur verið skrivað og tosað so nógv um, at hann skal spæla [...] væntandi, at Kim Brink fór at seta Thomas Thorninger og David Nielsen í fremstu røð, og tað gjørdi hann eisini. Útgangsstøðið var, at álopsmenninir skuldu hava verjuskyldur, og tað hevði við sær, at sjálvt [...] serliga fyri Toda, at bólturin fór omanfyri. Í staðin fyri at vera hetjan, sum allir høvdu flokkast um, so var tað leikluturin hjá Toda aftaná at hoyra venjarin siga fyri fjølmiðlunum, at liðið hevði spælt
Landið er so lítið, og neyðugt er at hava opið samstarv við onnur lond. Eg haldi kortini at búskaparfrøðigarnir fóru ov lætt um í sendingini. Teir gloymdu at siga fólki, at vit hava viðvind í løtuni, við [...] Høgni Hoydal veit væl, at hann hevur ein trupulleika at tosa um búskap í hesum sambandi, og tí sigur hann einki um henda partin av ætlanini. Í staðin fyri fer hann at undir at fyrireika grundlógina, sum [...] fullveldisætlanini er at fáa búskapin at hanga saman soleiðis,at vit kunnu varðveita vælferðina, men fíggjarlógarálitið, sum nú verður lagt fram, er so borgarligt, sum tað kann vera. Eitt nú at pensionistar fáa