eisini vera, tí tað sigur, at kjallarin er ov lágur til at vera felagshøli. Men hóast hann er lágur, er hann kortini væl hóskandi til at goyma útgerðina hjá Bjargingarfelagnumí og so kann ovara hæddin [...] Býráðnum eru ikki til at misskilja: Antin skrivar Bjargingarfelagið undir brúkssáttmálan, annars verður hann gjørdur við Bátafelagið einsamælt, og so fær tað burturav brúksrætt til húsið. Alt var í lagi Leivur [...] Hansen, borgarstjóri í Havn, heldur, at støðan hjá Bjargingarfelagnum er so stívrend og løgin, at hann skilir onki av tí. Vit høvdu fund ímillum Bátafelagið, Bjargingarfelagið og Býráðið, og tá var semja
umborð á bátinum. Severin skrivar um ferðina og ger samstundis ein dokumentarfilm, sum hann sjálvur tekur upp. Hann hevur ein myndamann við sær, sum tekur fotomyndir. Uppgávan hjá Tróndi er at gera tekningar [...] hevur nógvar royndir av ferðum. Eg havi bara verið við á sjóferðunum, eg haldi hann hevur gjørt 12 ella 13 sjóferðir, sum hann hevur skrivað um, sigur Tróndur Patursson. Bøkur Tim Severins selja væl, Brendan [...] tekningar til bókina sum Tim Severin skrivar. Brandur skal ganga til handar. Fyrstu ferð hann var við pápa sínum á rannsóknarferð var sum trý ára gamal í Persaraflógvanum. Hvalaveiðan á oyggjunum við Indonesia
at Edmund Joensen ikki legði frá sær beinanvegin ? Fylgdi hann andanum í stýrisskipanarlógini, og fylgdi hann siðvenju í øðrum londum, hevði hann lagt frá sær valkvøldið. Marita Petersen ivast tó í, um skaðin [...] Somuleiðis heldur Marita Petersen, at tað hevur stóran týdning, at Javnaðarflokkurin er við, tí at hann hevur størstan møguleikan at fáa eina praktiska loysn. Honvegin ivast hon í um tað hevur nakran serligan [...] Danmark. Og táið vit biðja Maritu Petersen um eitt løgmansevni, hevur hon ein greiðan favorritt. Og hann eitur ikki óvæntað Jóannes Eidesgaard. Tað er ikki fyri at niðurgerða t.d. Høgna Hoydal, sigur hon
teir ikki hava Jens Martin Knudsen aftanfyri verjuna. Hann hevði royndirnar, hann stýrdi verjuspælinum, og ofta vann hann avgerandi bóltarnar, tá hann var einsamallur við einum álopsmanni. Málini í 1. hálvleiki [...] er serliga sannførandi roynir at spæla flatt. Sunnvard fekk næstan bjargað, men bólturin fór undir hann og í málið. NSÍ megnaði ikki at binda knút á posan. Í staðin menti GÍ seg, og eina góða løtu hevði [...] óhepnir, at teir ikki fingu fleiri mál, t.d. sendi Dann Knudsen úr 19 metrum í handara stólpan, eftir at hann kom inn um verjuna, og eitt hornasparksinnlegg endaði á tvørtrænum og niður í, áðrenn málverjin, sum
og teir vóru aftur óhepnir hesaferð. Frálíki málverjin Magni Hentze noyddist út í hálvleikinum, tí hann var skaddur í økslini, og TB hevði ongan eykamálmann! Nú vóru góð ráð dýr, men tað endaði við, at [...] sigur TB-liðskiparin, sum sigur seg hava staðið í málinum í hondbólti, men tað er eisini tað nærmasta, hann kom støðuni, sum hon var leygardagin. Tá Magni Hentze noyddist út, var Óli Johannesen longu farin [...] Hentze verður helst ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at hann helst er úti restina av fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eykamonnum, so tað er lagt
jánkasligt av landsstýrismanninum, at hann ikki kann standa við tað, sum hann hevur hildið seg til. Her eru vit ósamd og skal landsstýrismaðurin eiga rós fyri, at hann á henda hátt tekur hædd fyri tí, ið [...] Landsstýrismaðurin, ið herfyri legði uppskot fram um útbygging av Landssjúkrahúsinum, segði greitt, at hann fór at koyra hetta uppskotið í pappírskurvuna og ístaðin taka til eftirtektar tað uppskot, ið felstu [...] samfelag. EIN kann so spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki er komin til hesa niðurstøðu fyrr - hví hevur hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma vit ikki uttan
roynir at savna tankarnar eitt sindur, sum mala í heysinum á honum. Hann er týðiliga stressaður av øllum roksinum og tónleikinum, hann hevur havt um oyruni í seinastuni. Fyrst í Januar í ár fóru vit at [...] gott ljóðblandingarhøli. Hann er sera kendur í Danmark og aðrastaðni og gjørdi m.a. tær fyrstu Metallica fløgurnar, sum hava selt ófatiliga nógv um allan heim. Terji fortelur, at hann í avtaluni við Metallica [...] milljónir eintøk eru seld av tí fyrstu fløguni, so nýtist mær ikki at siga, at maðurin er ríkur og kendur. Hann hevur eisini gjørt eitt framúr arbeiði við okkara fløgu og fingið júst tað fram, sum Moirae stendur
tað fer at taka sína tíð sigur hann. Hann metir, at tað fer at taka mánaðir, heldur enn vikur at fáa ta endaligu góðkenningina, so nær arbeiðið verður á virkinum, dugur hann ikki at siga enn. Enn er tað [...] fer helst ikki at bera til at taka ímóti fiski, sigur nevndarformaðurin. Fyrst og fremst flakavirki Hann sigur, at ætlanin er at virkið fyrst og fremst skal vera flakavirki og at tað skal taka ímóti toski [...] heilt greitt enn. Nýggju eigararnir hava roknað við, at virkið skal taka ímóti 3.000 tonsum um árið. Hann roknar við, at arbeiðið verður til okkurt um 50-100 fólk. Samráðingarnar gingu væl Eyðfinnur Jacobsen
ein venjingarhøll skal gerast sigur hann. ? Kollfirðingar hava higartil vant hondbólt inni á Skála, men tað skal helst vera ein saga blot, sum hann tekur til. Hann heldur at tað er rættast, at ein partur [...] øvuti, sigur hann. ? Vit hava ikki nakra náttúruhavn, men hava stórt virksemi. Nú kunnu vit leggja ætlan um, hvussu vit í framtíðini fáa størst gagn av báðum havnunum undir einum, sigur hann. Fyrr hevur [...] er ein stórur partur av kollfirðingum í Havn hvønn dag, tí teir hava sítt dagliga yrki her, sigur hann. Útbyggja skúlan og gera venjingarhøll Skúlaviðurskiftini hjá kollfirðingum hava ikki verið tey bestu
formann í sambandsflokkinum, heldur hann, at nú er alt í lagi aftur. Løgtingið kann bara fara aftur til arbeiðis, og hann heldur seg nú vera so mikið styrktan, at hann kann átaka sær at leiða samráðingarnar [...] tíðini var hann størsti andstøðuflokkurin, og floksformaðurin, Edmund Joensen var tí mettur sum andstøðuleiðari á tingi. Hvørja ferð formaður sambandsfloksins trein løgtingsins røðarapall, endaði hann røður [...] Men hóast allar hesar fyrimunir megnaði sambandsflokkurin ikki at reka nakran skilagóðan politikk. Hann hevði als ongar loysnir. Og nú at enda var so nýval einasta loysnin. Tað hevði gagnað føroyska samfelagnum