blokadan forðar lærarunum í at fara út at keypa nýtt tilfar. Kenna sviðan Skúlarnir í Klaksvík byrja so smátt eisini at kenna sviðan av blokaduni hjá Føroya Lærarafelag - Vit hava roynt at fingið eitt samskifti [...] sum lærari ert tú noyddur at síggja ljóst uppá framtíðina, og tað royna vit eisini eftir førimuni at gera, sigur Terje Kjærbo. Tó hevði hann fegin viljað, at foreldrini byrjaðu at blanda seg uppí málið. Hetta [...] áliti stóð millum annað, at lærarar í Føroyum skulu hava eina samsýning fyri at røkja og keypa inn til søvnini. Men síðani er komið fram, at kommunurnar als ikki vilja góðtaka, at tær eiga ábyrgdina av søvnunum
sum um at allir partar í hesum máli hava mist tamarhaldið og ikki vita, hvat gerast skal fyri at steðga ræðuleikunum. Vit eiga altíð at vera varin við at peika út syndarar ? at peika út tey óndu. At gera [...] okkum á at vera góð við fíggindan. Í hesum lá kanska júst hetta vit øll hava so nógv brúk fyri í dag: hetta at semjast, hetta at lurta, hetta at vísa virðing hvør fyri øðrum, at vísa toleransu, at vera sosial [...] hesum anda, at vit byrja páskahátíðina ? at vit eisini fyrihalda okkum til tann veruleika, sum er í dag í heimstaði Jesusar. At vit minna á boðskap hansara og brúka hann í verki til tess at birta uppundir
greiddi frá, at kappróðrarbátarnir vóru farnir at venja aftur, og at í Vestmanna høvdu tey fingið eitt nýtt kappróðrarneyst. Longu tá byrjaði eg at seta drekkamunnin so smátt í hálsin, eg visti væl, at størsta [...] aftur illur, og hugsaði at næstu ferð eg møtti einum sjónvarpsfólki so fekk hesin skeld. Hetta hendi dagin eftir, eitt neyðars sjónvarpsfólk royndi at verja seg við, at SVF metti, at hetta var eitt ítrót [...] ikki skelkaður, Katrin kundi jú ikki vita, at hetta var valagn hjá sambandsflokkinum. Hon visti ikki, at Bárður Nielsen hevði nakað við kappróðrarneystið at gera. Valstríðið hjá andstøðuni hevði verið
framtíðini at vera partar av býarmyndini í Havn. Tað er tó ikki bert sum at siga tað, at fara undir at seta nøvn á gøtur. Ein serliga nevnd er sett til endamálið, og hendan hevur eftir øllum at døma úr at gera [...] vísti á býráðsfundinum á, at teir í býráðnum eru vitandi um, at hetta verður torført at føra út í verk, tí fleiri løgfrøðilig fyrilit eiga at takast. Samstundis vísti hann á, at byggisamtyktir ikki kunnu [...] hann fíltist á, at hetta er ein bygningur, ið er verður nýttur til skrivstovur einans, og sostatt ikki vendir nakað ?úteftir?, sum hann tók til. Býráðið vil fegin hava, at ein nevnd eigur at kunna, í serligum
arktisku økjunum, at virka fyri rættindum hjá Inuit, at tryggja umhvørvið og at virka fyri politiskari, búskaparligari og sosialari menning í arktisku økjunum. ? Tað er tí harmiligt og skelkandi, at stjórnin hjá [...] Norðan. Avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava ta avleiðing, at virksemið hjá ICC verður skert. Hetta merkir aftur, at avgerðin hjá donsku stjórnini fer at hava negativar avleiðingar ikki bert fyri [...] viðurkenning nevnir Jóannes Eidesgaard, at ICC hevur ráðgevarastøðu hjá ST, og at ICC hevur fingið umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Endamálið hjá ICC er eitt nú at styrkja samanhaldið millum Inuit í londunum
Fólkafloksins at avreiða ognir Føroya fólks til nakrar EINstaklingar, tykist tíverri eisini at vera sera EINoygt. Tað finst í hugaheimi Fólkafloksins bert EIN máti at skipa samfelagið, og tað er at avreiða og [...] verður gjørt fult privat. Hví tað er so umráðandi at einskilja hesar fyritøkur og aðrar við, kunnu vit bara gita um. Men at siga, at allir føroyingar fara at fáa fullan valuta fyri brandskattingina, svøvnleysu [...] seg hjá einstaklingum at keypa hesar almennu ognir, loysir tað seg eisini hjá landinum framhaldandi at eiga tær. Kapitalurin Tíverri hevur alt, sum eitur kapitalur, lyndi til at rotta seg saman eftir devisuni
fyrstu ferð í álopinum hjá Vejle. Eftir at hann hevði verið í felagnum í ein mánað, hevði hann megnað at vunnið sær pláss ímillum teir fyrstu ellivu, og tað má metast at vera væl klárað. Christian Høgni Jacobsen [...] verður sunnudagin at síggja á TV3+ sjónvarpsrásini. Kappingarneytin Í fyrradagin boðaðu teir í Vejle frá, at teir hava gjørt avtalu við ein nýggjan álopsspælara. Tað vil við øðrum orðum siga, at Christian Høgni [...] centimetrar høgur, og hann vigar 81 kilo. Tað verður sagt, at hann er skjótur og sterkur, og at hann hevur góðan bóltførleika. Í Japan hevur hann prógvað, at hann hevur máltev. Í 20 dystum hevur hann skorað 13
sundur. Nú kann landsstýrið miðja eftir at gera sáttmála, har løgtingið einsamalt hevur heimild at yvirtaka málsøki. Gjaldingin fyri hvørt málsøki sær verður at gjalda av landskassanum so hvørt, sum yvirtikið [...] ásannaði, at heimastýrislógin ikki er tíðarhóskandi karmur í gerandissamskiftinum og í sambandi við møguligar yvirtøkur. Tí mælti hann til at dagføra viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum, so at samsvar [...] høvi býðst, eigur politiski myndugleikin tí skjótast at virka fyri skipan, sum fjøldin av føroyingum tekur undir við. Undirritaði fer tí at skjóta upp, at nýggj samveldisavtala við danir verður skipað eftir
y og kann man siga, at hesi tí hava verið avgerandi fyri skipan av samgonguni. Av tí at hesi valdømi eisini eru lutfalsliga ?bílig? valdømi so noyðast allir flokkar at hugsa um at standa seg væl í teimum [...] hevur gjørt av at fara upp í landspolitikk og hevur sum fyrsta stig á hesi leið hevur hann valt at stilla upp til fólkatingsvalið. Í samrøðu við Sosialin í dag avdúkar hann fyrstu ferð alment, at hann fer eisini [...] heldur smáu valdømini hava fyri skipan av samgongu? Hann vísir á, at tað sjálvandi er ringt at taka eitt einstakt valdømi fram og siga, at tað hevur størri týdning fyri endaliga úrslitið enn onnur. Tí í
tiltakið fer at fáa undirtøku. Hon fer at gera sítt til, at fólk, sum leggja sær leiðina til hetta vakra plássið nærhendis Gomlurætt, fara at kenna seg væl. Torben Schneider, sum ikki er bangin fyri at fáa mold [...] við til at skapa lív og hugna í mongum urtagørðum í Havn serstakliga, fer nú at fylgja væl við, hvussu hilnast. Vísir tað seg, at hetta er eitt skilagott og lønandi tiltak, útilokar hann ikki, at tey seinni [...] landinum. Nú vakstrarhúsið er komið inn í myndina kann man siga, at ringurin er endaður. Tað er tí við stórum spenningi, at Torben fer at fylgja við hesi verkætlanini. Sjálvir hava teir eisini brúk fyri