vænta tey, at tað verður torført at fáa arbeiðsmegi bæði til virkið í Vági og tað á Tvøroyri. Annars sigur Fiskavirking í Suðuroy, at arbeiðsmegin er sera óstøðug. Tað gongur strilti at fáa fólk at møta s [...] Runavík og Delta á Tvøroyri, upplýsa , at tað er torført at fáa fólk við røttu førleikunum. Fiskavirking í Havn sigur, at arbeiðsmegin er óstøðug. Á Vestsalmon noyðast tey at hava skúlabørn til arbeiðis og har [...] uppgerðini, tí tey siga, at tørvurin er nógv minni enn tað, sum arbeiðsgevarar siga. Tað er um alt landið, at brúk er fyri meiri arbeiðsmegi á flakavirkjunum. Kortini má sigast, at tørvurin er nógv størstur
so spennandi, sum tey flestu høvdu væntað. Beint eftir at valhølini vóru latin aftur, vísti ein spurnarkanning, at tann borgarliga samgongan fór at vinna greiðan sigur, og rómurin í teimum fýra borgarligu [...] arnar, og eitt skifti søgdu forsagnirnar, at tað fór bara at verða 0,1 prosent og ein tinglimur á muni. Men so dragnaði aftur, og klokkan 22.30 var greitt, at teir borgarligu fóru við sigrinum. Tá høvdu [...] Reinfeldt næsti svenski forsætisráðharrin. Og hann byrjaði við at gera eina roynd at savna veljararnar: -Sum forsætisráðharri fari eg at umboða alt tað svenska fólkið, segði hann, meðan lógvabrestirnir
alment verður í nýtslu. - Vit skriva ummæli, og um nakað er at finnast at, skal arbeiðsplássið syrgja fyri, at hetta verður bøtt. Tað merkir ikki, at arbeiðið verður niðurlagt, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum [...] lanum í Hoyvík. - Eg tori illa at lata barnið vera har, men av tí at eg arbeiði, er einki val. Seinastu dagarnar havi eg avheinta barnið longu á døgurða. Tað fer ikki at bera til, tá summarfrítíðin er [...] vit at tala at. Starvsfólk kunnu jú eisini detta, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðseftirlitið skal ummæla øll byggimál, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Hetta merkir ikki, at eitt
partur av møtunum, hevur nú fingið egin bein at ganga á. Grundin til, at man ger tílík tiltøk, er, at gáttin at koma inn í eina samkomu er høg. Tað er kanska ringt at koma á møti, um man ikki er vanur við tað [...] gott, man skal hava okkurt ávíst at venja fram ímóti. Men eg haldi, at tað er gott, at festivalurin verður hildin í samband við samkomurnar, tí annars kann tað vera skjótt, at tað bara handlar um tónleikin [...] eru von við at ganga á møti, at koma inn í eina aðra samkomu enn tí, tey eru von við. Tað er ofta lættari at koma á eina konsert. - Tí liggur ábyrgdin eisini á teimum, ið spæla á konsertini at tala Guds
løtu var heilt galið, og høvuðsdómarin kendi seg noyddan at hótta við, at hann fór at gevast, um bátarnir ikki tóku seg aftur. Tað eydnaðist at avgreiða allar kappingarnar. Men óviðkomandi bátarnir seinkaðu [...] mikið long, at tað í hesum próvtøkutíðum ikki kann gevast annað próvtal enn tað, sum er undir dumpimarkinum. Sambært skránni var kappróðurin ásettur at vera klokkan trý, soleiðis sum tað plagar at vera á øllum [...] puss. Tá ið tað var arbeitt við at leggja bátarnar, vísti tað seg torført at halda teimum við tí fjarstøðu til hvønn annan, sum skal til. Tí var neyðugt í fleiri førum at leggja bátarnar umaftur, og tað
ein grundtanki við broytingunum er, at talið av redaktiónum og uppgávurnar skal variera. - Vit mugu gera okkum greitt, at SvF er so lítil stovnur, at vit megna ikki at røkja allar okkara public-service skyldur [...] niðurlagdar. Og tí hava leiðararnir á hesum deildum fingið at vita, at tey eru søgd úr størvi, tí starv teirra verður niðurlagt. - Men talan verður ikki um at koyra fólk til hús. Í fyrstu syftu gerast tey vanlig [...] afturat, at á hvørjum ári skulu greiðir málsetningar setast fyri komandi árið. Høvuðsuppgávan hjá hini nýggju deildini í SvF, skrádeildini, verður at leggja ein felags strategi fyri stovnin, at eftirmeta
fólkaskúlin í Føroyum í framtíðini eigur at raðfesta enskt og danskt. Og niðurstøðan tyktist vera tann, at enskt eigur at fáa framíhjárætt. Eg eri vælvitandi um, at enskt er dominerandi á altjóða leikpallinum [...] gera, at børnini læra ein stóran part av enskum, langt áðrenn tey fáa tað sum lærugrein í fólkaskúlanum. Veruleikin er tann at føroyingar við og uttan familju fara enn í stóran mun til Danmarkar at arbeiða [...] bara fyri at venda. Danskt gevur ungum, sum gomlum, ein førleika, sum tey neyvan vildu verið fyri uttan, tá ið tey velja at skifta føroyska gerandisdagin út við tann danska. Summi hava lyndi til at blanda
tykist tað tó ikki sum um, at tað hevur gingið eftir ætlan hjá manningini um borð á Vestmenningi, og bátsformaðurin Eli Müller sigur, at teir ætla at leggja nógv fyri, so at fyrsti sigurin fæst í hús á [...] manningini. Ofta hevur tað verið upp á tal at gevast, men Eli sigur, at tað er ringt at leggja árina frá sær, tí man verður so bitin av tí, heldur hann. Ætlanin er tó at gevast, tá ið hetta kappingarárið er [...] num. Eli Müller ásannar, at teir ikki hava fingið endaspurtin at fungera, millum annað tí teir ikki hava verið heilt samdir. Bátsformaðurin umborð á Vestmenningi sigur tó, at seinastu tíðina hava teir
klára so langt frá at loysa sína egnu uppgávu.. Sum dømi kann eg taka, at í mun til fólkatalið, so eigur Runavíkar kommuna at hava 13 fólk á heiminum og hevur 15. Fuglafjørður eigur at hava 8 og hevur 3 [...] og Røktarheimi, so hevur tað ongantíð verið mín ætlan at koma út í bløðini at tjakast, men tá ið formaðurin í stýrinum brúkar fjølmiðlarnar til at manipulera við, kann eg ikki annað enn svara aftur. Bleiv [...] avgerð. Eg veit bert, at stýrið so dyggiliga segði nei takk til, at Eysturoyar Ellis og Røktarheim skuldi leiga húsið frá Runavíkar kommunu. Tað skal heldur ikki verða nøkur loyna, at stýrislimirnir nú hava
tjúgum árum síðani, so eiga vit eisini at hyggja at fýrsunum, har Grein 19 nevndin kom til ta niðurstøðu, at nógvir politikarar vóru sekir, men har valdi mann at leggja lok á, sigur Jenis av Rana. Nógv [...] heldur, at hansara møguleikar ikki minkast stórvegis av hesum prátinum. - Vit hava sæð, hvussu nógv tveir stórir flokkar megna at klandrast, og tað lystir meg at vita, hvussu nógv tríggir stórir fara at klandrast [...] kristnu virðini, vit mugu fara inn at bøta um familjupolitikkin og frælsisgongdin má halda fram, sigur Jenis av Rana. Formaðurin í Miðflokkinum sigur, at teir duga at síggja at verandi valskipan ikki riggar