heimin fyri føtur sínar. Við eini røð av góðskuríkum útgávum og væleydnaðum konsertferðum í skjáttuni eru teir stútt klovnir upp eftir stiganum til altjóða viðurkenning og virðing. Í fjør fingu teir plátusáttmála [...] fjepparatalið hjá Týr á Facebook uppum 100.000. Á YouTube hava milliónir sæð teirra videoløg, og eitt nú hevur forsangarin í Metallica, James Hetfield, sagt vera heilt hugtiknan av teimum. 13. september kom [...] Føroyum síðani útgávuna. Eftir konsertina fer bólkurin at signera fløgur á bókasavninum við Løkin. - Vit gleða okkum serstakliga nógv at spæla í Runavík, og so í Løkshøll afturat, sigur Heri Joensen, sangari
tosa um at endurvenja teir førleikar, tey hava mist. Hon sigur, at skulu vit hugsa um at eldri skulu vera í egnum heimi sum longst, eru tað tvær fortreytir, sum mugu vera til staðar. Onnur er, at tey fáa ta [...] nan í Landsfelag Pensjónista greiðir Hilmar Jan Hansen frá, hvat hon heldur, hevur stóran týdning, nú eldraøkið skal broytast.
Grót, ið nú fyriskipar konsertir í gamla spinnaríinum, Tøting í Syðrugøtu, fegnast um, at fáa hesar báðar aftur á pall saman, og kalla hetta ein serligan heiður. Boða verður eisini frá, at vit sleppa at [...] Joensen fara á pall í Syðrugøtu. Í 90'unum vóru konsertir við Hanus og Jógvan Andrias títtar. Teir eru vinmenn og vísusangarar úr Klaksvík, so hetta var ein heldur uppløgd sameining, og konsertirnar vóru
vetrarnar er ov óstøðug, og menningin hjá einstøku leikarunum er treytað av, at vit hava støðugar og skipaðar venjingar. Tí eru fótbóltshallir ógvuliga avgerandi fyri okkara menning, sigur Jens Martin Knudsen [...] fótbóltslandsliðnum var, at íslendingar hava bygt fleiri fótbóltshallir, sum hava havat við sær, at tey nú spæla fótbólt alt árið í Íslandi. Í danska Politiken í dag er forsetin í íslendska fótbóltssambandinum
kvøldunum enda eisini við aftanbøn klokkan 21.45. Á framsýningini fer Edward at sýna fram verk, ið øll eru gjørd burtur úr sokallaðum “readymades”, sum er eitt listahugtak við uppruna fyrst í 1900-talinum. [...] Duchamp, ið var undangongumaður innan hetta listarliga øki. Listafólkið tekur ein vanligan brúkslut, sum vit kenna hann úr gerandisdegnum. Hesin verður settur saman við onkrum øðrum luti ella brúktur einsamallur [...] Tá slíkir lutir verða tiknir úr tí heild, teir hoyra heima og verða hongdir á ein hvítan vegg, eitt nú í einum listaskála ella kirkju, fáa teir eina aðra funktión. Tá siga teir eina nýggja søgu. Á framsýningini
boðar í morgu frá, at keypið av Schooner (53,1%) og Ketch (60%) framleiðslueindunum frá Tullow Oil, nú er endaliga avgreitt. Eindirnar liggja í suður Norðsjónum á bretskum øki. Við keypinum gerst Faroe [...] Faroe (gass umroknað til olju). Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at Ketch og Schooner eru dygdargóðar framleiðslueindir, sum felagið kennir væl og sum kunnu geva munandi vakstrarmøguleikar [...] leitikostnaðum í Bretlandi. Keypið er í tráð við okkara strategi um at økja framleiðsluna, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fíggjað okkara munandi leitivirksemi.
har tey tulka sálmar úr m.a. Írlandi instrumentalt. Tónleikur, sum gevur rúm fyri umhugsni, og at vit gloyma okkum burtur. Seinni verður ferðin sett eitt sindur hægri, og áhoyrararnir verða leiddir ein [...] sum spæld verða. Hesi røkka heilt frá tí stórsligna og meistarliga til tað meira inniliga. Á skránni eru m.a. verk av Fritz Kreisler og Sarasate. Violinin hjá Michalu, sum hon spælir á til konsertirnar, er [...] klang. Fyrsta konsertin hjá Andreas og Michalu verður á Láargarði týsdagin, og síðani spæla tey í eitt nú Norðurlandahúsinum, Eiðis kirkju, Mentanarhúsinum í Fuglafirði, Tvøroyrar kirkju og Filadelfia í Havn
Effostøðina í Leirvík, og hann hevur tikið á seg at standa fyri rakstrinum av støðini á Strondum eisini. Og nú hann hevur yvirtikið hendir tann broyting, at handilin verður broyttur til ein Samkeyp handil. - Í [...] umfari verður broytingin lítil. Teir fyrstu tveir mánaðirnar hendir einki, men í september mánaði fara vit at broyta handilin, sigur Óli Marnar Christiansen við Portal.fo. Sum skilst verður talan um rættiliga [...] liðugt, verður handilin broyttur til ein Samkeyp-handil. - Tað er pláss til at víðka handilin. Hølir eru í niðaru síðu av bygninginum, sum í løtuni vera brúkt til annað, men tey vera tikin uppí handilin,
til brots og hetta til leygarkvøldið, fer Rás2 at senda tilsamans 20 tímar av ársins G! Festivali. Nú í kvøld, frá klokkan 19 til klokkan 23, fara tær báðar, Barbara Holm og Evi Tausen, at lodda dýpið [...] , tá ið tær báðar, Marin Eidesgaard og Jenny Kragesten, fara at senda frá G! til tíðindini á Rás2 eru á miðdegi. Klokkan 15 taka Barbara Holm og Evi Tausen aftur yvir og fara at senda til klokkan 19 og [...] sjálvum festivaløkinum og tjaldingarplássinum. - Tað er altíð eitt heilt serligt huglag á G! og tað fara vit at royna at fáa fram í sendingunum og práti við festivalgestirnar, sigur Barbara Holm.
allarmest er tað, at hesi trøini hava kunnað vaksið í friði og náðum í 10 og heilt upp í 30 ár. Og nú verða tey bæði skamfýlað og oyðiløgd soleiðis eftir fáum minuttum, sigur skógfútin. - Trupulleikin [...] ikki minstu hómingina av, hvør kann hava gjørt hetta. Men halda fólk seg vita okkurt um herverkið, eru tey vælkomin at seta seg í samband við skogfútan. Herfyri varð herverk framt ímóti fleiri listaverkum [...] fleiri vakmyndatól upp við hesar standmyndirnar, til tess at fyribyrgja uppaftur fleiri herverkum. - Vit hava tó ikki nakra ætlan um eitt slíkt stig, slær Tróndur Leivsson fast. (Mynd: Ole Kristian Valle)