status sum annaðmál og ikki sum fremmandamál longur, sum tey læra formelt. Enn hava vit ikki viðurkent enskt sum annaðmál í Føroyum, tó eitt fremmandamál kann tað valla kallast longur, sum vit [...] samstundis sum vit ongantíð hava havt so stóran tørv á hesum førleikum eisini innan fyri landoddarnar sum nú. Tørvur á vitan á øðrum málum enn bara á enskum og eisini úr londum, sum líkjast okkara [...] forkunnleika, líka so væl sum náttúrubreyt, tøknibreyt og tilfeingisbreyt krevja forkunnleika í alis- og evnafrøði. Tí hava hesar breytir eisini upptøkukrøv líka so væl sum hugbreytin hevur
Polarøkið, so tiðnar ísurin í Grønlandi. Tað ger, at sjógvurin verður feskari, og kann sum frálíður fara at mótarbeiða Golf-streyminum, so hann viknar ella broytir kós. Og hendir tað, kann tað ganga skjótt [...] hendir nú, er, at náttúran er í fríum falli. Men vit taka bara alt sum givið og halda fram at liva, sum einki er hent, meðan CO2 útlátið bara veksur, sigur hann. Norskir granskarar taka yvir ##med6## ##med7## [...] loypa, so gongur skjótt. Og so verður kanska ikki liviligt í Føroyum, sigur Jógvan í Dávastovu. Hann undrast yvir, at fólk ikki taka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum í størri álvara. - Tað, sum hendir
arbeiðið, sum verður gjørt. Har er so nógv, ið skal kannast, so nógvir nýggir spurningar, ið verða reistir, og so nógvir møguleikar, sum eg kann verða við í. Eg eri sera forvitin av lyndi, so fyri meg er [...] er tað sum at vera komin inn í ein stóran bommhandil, sigur hann. ##med3## Toymið, sum Uni Árting er partur av, ger royndir við tólum, sum rúmdarbilurin Perseverance Rover brúkar. - Tann útgerðin, ið situr [...] tilsamans útivið 300 fólkum, ið arbeiða við tólum, sum Perseverance brúkar. Toymið, sum Uni Árting er partur av, arbeiðir við einum tóli, ið nevnist ein georadari, sum situr undir bilinum og sendir radarabylgjur
stig og Valur sum er nummar tvey hevur 48 stig. Valur hevur fýra dystir eftir at leika og kann í mesta lagi fáa 60 stig. Víkingur hevur sostatt fimm "match-bóltar". Teir skulu bara vinna ein av teimum fimm [...] við 3-1 sigri á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á liðnum. Í annaðkvøld kann Gunnar fáa heiðurin saman við liðfeløgunum at vera staðfestur íslandsmeistari 2023. Klokkan 20.15 í annaðkvøld tekur Víkingur [...] fimm dystunum, ið teir hava eftir at leika í ovara endaspælinum so er gullið í hús. Víkingur er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin á KR í annaðkvøld. Støðan ovara endaspælið: Nr
fólkaheilsu og umsita heilsuskráir - Tað var ein politisk avgerð, at granskingin ikki skuldi vera partur av Fólkaheilsustýrinum. Gundgevingin var, at stýrið skuldi vera ein myndugleikastovnur burturav. Granskingin [...] høgt uppi, og so kann tað bara ganga uppeftir, sigur hon. ##med2## Flyta í nýggj hølir Heilsugransking fer eisini fram á fleiri deildum í Sjúkrahúsverkinum. Maria Skaalum Petersen fer sum tað fyrsta nú [...] Maria Skaalum Petersen hevur drúgvar royndir sum heilsugranskari. Hon hevur í nógv ár starvast sum granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, sum Pál Weihe, yvirlækni og professari, hevur staðið
Um tú hevur ein hava, trøð, bóndagarð ella annað, sum tú ynskir skal vera meira villur, so er hetta verkstovan fyri teg. Tit eru vælkomin at taka myndir við av økjum, sum tit ynskja skulu vera meira vill [...] og hvat tað er. Sum eitt dømi um Citizen science eru tey á Havstovuni í gongd við at fáa eitt tól, sum kann máta ymiskt í havinum m.a. salt, temperatur, dýpi. Hetta tól kunnu fólk so lána til at samla [...] soleiðis at mann saman kann koma við uppskotum til, hvat mann kann gera heima í sínum egna garði. Á verkstovuni ber eisini til at melda seg inn í nýggja Vilt við vilja-netverkið, sum verður stovnað á degnum
vaksandi tal av fólki í Havn, sum einki stað hava at fara og royna at finna sær ból ymsa staðni í býnum. – Vit hava sæð nógv smá innbrot ymsastaðni, har tað kann vera slík fólk, sum royna at finna sær eitt stað [...] Í nátt klokkan 03 vaknaði ein maður í miðbýnum í Havn av einum illgrunasomum persónur, sum skavaði uttan fyri hjallin hjá manninum. Tá maðurin, sum átti hjallin, rópti á mannin, og spurdi, hvat hann gjørdi [...] leitaði bara eftir einum stað at sova. Hann fór kortini avstað aftur oman móti býnum. Einki var brotið ella stolið úr hjallinum, men maður valdi kortini at siga løgregluni frá, tí tað hevur verið so nógv
okkara siðvenju at drepa grind, sum tey nærum hildu sermerktu okkum sum fólk. - Harafturat komu so Paul Watson og hansara ágangandi fólk, og tá varð eg í ávísan mun sæddur sum ein trojanskur hestur hjá honum [...] týdning. - Arbeiðið hjá mær er ein sosialisering, sum eg seti prís uppá. Eg trívist ikki við at sita heima einsamallur. Eg vil vera í gongd og vera saman við fólki. - Eg haldi fram so leingi, eg havi hug og orku [...] at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg vil gera, so eg síggi onga orsøk til at gevast, sigur hann. Men hóast alt tykist vera við tað gamla í landslæknahúsunum, so er kortini nógv broytt. Pál Weihe er
og hann læt tí sum einki. Hetta var hon ógvuliga takksom fyri: - Tá ið tú ert ungur, so vilt tú ikki líkjast burturúr. Tú vilt vera sum øll hini. ##med6## Axel Tórgarð var presturin sum fermdi Effie Eingin [...] var ofta so kvalið. - Og henda sessin havi eg enn, slær hon fast. Gjalda at koma í kirkju Nógv er at tosa um, tá ein hevur verið knýttur at kirkjuni eitt langt lít. Eitt av tí heldur serstaka, sum Effie minnist [...] brennandi húsini. Men tá var nógv vatn skvølpað úr henni, og sum oftast brendu húsini niður í grund. - Hinvegin royndu fólk at hjálpa, so frægt sum tey kundu. ##med3## Navn Effie merkir ”gott umdømi”, sambært
hugsaði bara, at sjálvt um tað kundi vera onkur keðiligur ímillum, so eru flestu fólk fitt. Um ein hevði gjørt mær okkurt, so høvdu allir hinir nokk støðga honum, sigur hon. Onkrir menn vóru tó ikki so fegnir [...] nokkso ringt, men eg spýði bara eina ferð tann fyrsta túrin. Tíbetur havi eg tað gott, líka til eg spýggi, og aftaná kann eg bara arbeiða víðari. Prátið umborð á fiskiskipi kann vera rættiliga grovt, men menninir [...] hildu, at eg ikki var har. Ein segði við meg, at hann helt tað vera nógv stuttligari at vera á vakt, tá ongar kvinnur vóru á vaktini, tí tá kundi mann tosa, sum mann vildi. Men ein annar segði, at honum dámdi