serliga elvd av heitum sjógvi, veikum vindi og stórari nøgd av føðsluevnum, sum renna út í havið úr landi. Sambært Copernicus kann hetta hava neiliga ávirkan á bæði vatngóðsku og lívið í havinum. Týsku [...] tikin av einum Sentinel-3 fylgisveini, vísir grønar ringrásir á sjónum, sum eru eyðkenni fyri blóming av blágrønum algum, eisini nevndar cyanobakteriur. Slík algublóming er vanlig um summarið í Eystersjónum [...] ir í Rostock ávaraðu 11. august um algurnar við strendurnar har á leið og mæltu fólki frá at fara út at svimja. Copernicus nýtir Sentinel-fylgisveinarnar til støðugt at fylgja við havumhvørvinum í Evropa
, sum samanbera støðuna í august 2025 við august í ár. Serliga sjónlig er broytingin í Hyde Park mitt í London. Á fylgisveinamyndmynd frá 13. august í fjør er stórur partur av lendinum grønt, meðan sama [...] sama økið 13. august í ár er vorðið brúnt orsakað av drúgva turkinum. Sama mynd sæst, tá hugt verður at Suðuronglandi sum heild. Stór øki eru nógv brúnari í ár enn í fjør. Sambært European Drought Observatory [...] Observatory vóru 25 prosent av Onglandi í hægsta ávaringarbólkinum fyri turk við endan av juli, meðan 65 prosent vóru í næsthægsta ávaringarbólkinum. Turkurin kemur eftir ein óvanliga heitt og turt summar.
Festivalinum í ár, og í kvøld hevur hann konsert á Vágsbø. Í gjár komu Seebach og hansara fylgi til Føroya. Tey vildu fegin uppliva eitt sindur av Føroyum áðrenn sjálva konsertina, og tað hava tey gjørt. Í morgun [...] hevur Rasmus Seebach hitað upp til konsertina í kvøld við gongutúri í føroysku náttúruni. Tað kendist frískligt, og lagið var sera gott. Rasmus Seebach er ein av størstu poppstjørnum á okkara leiðum, og roknað [...] hjá honum á Vágsbø í kvøld. Rasmus Seebach hevur tikið fleiri treylarar við útgerð við til Føroyar fyri at seta tað stóra showið upp á Summar Festivalinum. Rasmus Seebach spælir í kvøld klokkan 22.
Festivalurin fram í dag við konsertum frá útlendskum og føroyskum høvuðsnøvnum. Rasmus Seebach verður roknaður sum høvuðsnavn á Summar Festivalinum í ár, og hann hevur konsert á Vágsbø í kvøld klokkan 22 [...] hann ætlar at seta sama stóra show upp í Føroyum, sum hann plagar at hava á donskum festivalum. Fyri mong er Dynamit eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, og í øllum førum megna teir at savna sera [...] sera stórar fjøldir á Vágsbø og at fáa gott lív í. Dynamit spælir klokkan 01. Í kvøld spæla eisini Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe, Grandma's Basement, Aggrasoppar, Maria Fagranes, Heine Lützen, Herborg Tor
vitjanin hjá skipinum í ár, og samstundis síðsta vitjanin av ferðamannaskipi í Vági í 2026. Hebridean Sky legði at klokkan 22:00 í gjárkvøldið og fer avstað aftur klokkan 13:00 í morgin. Hetta verður fyrstu [...] fyrstu ferð, at eitt ferðamannaskip liggur í Vági yvir nátt. Í dag fara gestirnir á ymiskar útferðir. Flestu ferðafólkini fara við bussi at uppliva oynna, meðan nøkur fara gongutúr. – Okur gleða okkum [...] okkum at taka ímóti Hebridean Sky eina seinastu ferð í ár og bjóða ferðafólkum og manning hjartaliga vælkomnum aftur til Vág, skrivar Vágs kommuna.
fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk ljóðføri [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir [...] minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har
Av tí at nógvar seinkingar vóru í flogferðsluni fyrr í vikuni hevur ólag verið á farmaflutninginum til Føroya við Atlantsflog. Og tí hevur Posta ikki borið haldarunum bløðini enn. Bløðini eru eisini seinkað [...] seinkað til leysasølurnar. Nakað fer út í dag, men bløðini vera ikki í øllum blaðsølunum fyrr enn mánadagin, tá Posta eisini ber haldarunum bløðini. Vit harmast seinkingina og vóna, at haldara, lesarar
kommuna skrivar, at Seinsummardagurin byrjar longu í dag, fríggjadagin 21. august, við súkklukapping fyri børn. Í hesum sambandi verður vegurin inni í Sandavági, frá Nullinum til Bartalsstovuhandilin, stongdur [...] midnátt. Dagurin byrjar við dipping og morgunmati, har Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, bjóðar vælkomin. Restina av degnum verður millum annað sølutorg, spælipláss, barnaundirhald, Húsafellsrenning [...] ing, pilgrímsferð, kirkjukonsert og matsøla. Um kvøldið verða konsertir og dansur í tjaldinum. Við skránni er lagt upp til ein fjølbroyttan dag, har børn, ung og vaksin kunnu hugna sær og vera saman um
greipuvinnarunum í KÍ seinnapartin, tá ið B36 var gestur í Klaksvík. Mikukvøldið varð KÍ í Slovenia varpað úr europeisku meistarakappingini, og hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League í Póllandi. Millum [...] vongverjanum Jean Carlos. B36 misti bóltin í uppspæli í vinstru, og so gjørdi KÍ skjótt av. Í uppspælinum vóru Erlend Hustad og Páll A. Klakkstein, sum legði bóltin út í vinstru, og bæði Páll og Erlend vóru [...] setti bóltin í málið. B36 var nógv á bóltinum, og tað vóru fleiri støður og einstakir møguleikar. Næst við at javna var Dávid B. Andreasen, tá ið hann sendi bóltin í tvørtræið og niður í vøllin. At KÍ
varð steðgað í 2013, tá ein nýggj og ES-atfinningarsom stjórn tók við. Síðani hava hækkandi livikostnaður, kríggið í Ukraina og vaksandi ótryggleiki í grannalandi okkara birt undir ES-kjakið av nýggjum. [...] Í dag skulu íslendsku veljararnir avgera, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at fólkið er býtt í tveir næstan eins stórar [...] Verjan byggir í stóran mun á Nato og eina avtalu við USA frá 1951. Ein ES-limaskapur hevði givið Íslandi beinleiðis ávirkan á avgerðirnar í stovnunum hjá ES. Ísland hevði eisini verið partur av tollsamgonguni