verður tað so, at tá ein fyrst er komin í gongd, er lætt at fylla ein tíma út. Byrjað verður leygardagin kl. 18 tá kendi bygdarmaðurin og tónleikarin, Jens Marni Hansen fer at spæla í ein slakan tíma. Honum [...] áðrenn tað skulu Ása Dam og Ólavur Olsen somuleiðis framføra nakað av tí, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin er at geva tiltakinum ein hugnaligan dám við borðum, palli, dúkum og vakurt prýddum borðum. Tað [...] aðrastaðni frá. Men tað eru kollfirðingar sum fara at seta sín dám á hetta tiltakið. Skipað er soleiðis fyri, at hvør einstakur bólkur fær høvið at spæla í ein tíma ella so, áðrenn næsti luttakari sleppur
vekk, tí ein serfrøðinganevnd er komin til ta greiðu niðurstøðu, at einki er í fólkarættinum, sum forðar fyri, at eitt nú Føroyar kunnu fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Forðingin um ein kann kalla [...] Norðurlandaráðnum, Ole Stavad, so er her heldur eingin forðing longur. Her liggur tí eitt stórt jobbyarbeiði fyri framman, sum bæði Høgni Hoydal og Edmund Joensen so væl hava gjørt greitt í Sosialinum í [...] kærkomin. Allir føroyingar ynskja okkum fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Higartil hevur tað verið ein forðing, at fman hevur mett, at fólkarætturin forðar fyri slíkum limaskapi, tí bara suverenar tjóðir
seg tryggar á sínum plássi á liðnum. Ein av teimum fáu, ið hevur verið rímiliga tryggur á sínum plássi, er netupp Vagnur M. Mortensen, sum nú er úti og tískil skal ein maður finnast til miðverjuplássið. [...] gróthørð. Ein sigur er eitt krav, líkamikið um HB ætlar at varðveita næstfremsta sæti í deildini, ella um teir ætla at fáa oddaliðið aftur. Vanta hvør sín mann Bæði liðini, sum fara á vøllin sunnudagin [...] verður tí ikki við í dystinum móti Skála sunnudagin. Hinvegin verður ein annar lyklaleikari hjá HB við aftur, eftir at hann hevur sitið ein dyst yvir. Tað er Jákup á Borg, og hann er sera væl fyri fyri tíðina
endaliga avgerðin liggur bara einastaðni, og í hennara verð er kvinnan betur egnað til at taka avgerðina enn ein lækni, sum støðan er í dag. Orðaskiftið á tingi var ikki drúgt, og sum nevnt kom ikki nógv [...] uppskot um orsøk til, at tað ikki bleiv nevnt. ? Tá ein hugsar um fosturtøku, so er ein noyddur at kopla heilan frá. Barnið verður ongantíð nevnt í slíkum, tí ein kann ikki tosa um barnið, tá tað ræður um fosturtøku [...] at tað er tann sama niðurstøðan hvørjaferð. Vit føroyingar gleðast um verandi lóggávu, og kanska ein meiriluti av Føroya fólki hevði verið fyri at stramma lógina upp, segði Bill Justinussen. Hann vísti
ímóti pápa sínum, sum hevði verið í feitilendi. Men Heri og abbi hansara funnu í Kleivini ein gest, ið hevði ferðast langa leið og sum við briminum var endaður í Kleivini. Teir funnu ein fløskupost. Í eini [...] fløskupostin, hava ikki roknað við, at hann fór so langt, sum til Føroya. Og tað er eisini ilt at skilja, at fløskan er komin hesa longu leið. Forfar liggur á eystursíðuni og tískil er fløskan komin framvið [...] fløskan hevur verið á veg, áðrenn Heri og abbi hansara funnu hana, so verður óivað ein bilsin sendari, ið fær svar úr Vági ein av komandi døgunum.
fingu nebbasild á teimum øllum. Tað eina tóvið, sum bert vardi í ein hálvan tíma, gav heili 5 tons av nebbasild. So, hetta var nógvar ferðir meira enn tað, sum vit høvdu brúk fyri til Sjósavnið, sigur hon [...] ar um mánaðarskiftið juni/ juli, og tá fæst ein nýggj ábending um, hvussu støðan hjá nebbasildini er. Fiskimenn hava sagt frá nógvari nebbasild í fiski, sum verður kruvdur, og á landi er eisini onkur ábending [...] og upp í vaksnamannaárini. Kirstin veit mest Tann, sum kanska veit eina mest um nebbasild í Føroyum í dag, man vera Kirstin Eliassen, lívfrøðingur, sum starvast á Havstovuni, har hon nú eisini er í holt
áhugaverdur lesnaður, har ljós verður varpað á ein tann mest týdningarmikla føroyska listamannin. Bárður Jákupsson kennir sítt evni og tað liggur væl fyri at skriva, eins og tað plagar. Eg veit ikki um tað er tí [...] minnir bæði í formati og uppseting rættiliga nógv um “Myndlist í Føroyum” frá 2000, sum Bárður Jákupsson skrivaði og sum kom út á føroyskum, donskum og fyri ikki so langari tíð síðani, á enskum máli eisini [...] eisini samanborið við tær stóru monografiirnar, sum eru útkomnar seinnu árini (Mikines, Ruth Smith, Tróndur Patursson m.a.). Teksturin hjá Bárði er sum eitt longri essay, einar tjúgu-fimmogtjúgu A4 síður
bygdini sum ein prýðiligan mosaikk er tað stóra íkastið hjá Zachariasi Heinesen í føroyska list. Hann hevur gjørt tað í einum ótali myndum, síðan hann frá fyrst í 1980-unum fann seg sjálvan sum listamaður [...] sprøklutum litspæli av bláum, reyðum og grønum flatum liggur bygdin sveipað í sól og tám. Litirnir eru um somu tíð tænari og harri. Á tann hátt endurskapa teir ein veruleika, ið kennist aftur, og samstundis mynda [...] fronsku impressionismuna, sum eisini dyrkaði tað sólfylta támið og upploysnina av tingunum. Samstundis eru litflatarnir við til at strika undir dámin av flata og relieffi í myndini, so sum Cézanne og abstraktu
landskassin er ein góður, og tryggur leigari. Men annar møguleiki er at endurskoða gjaldið, sjúklingar og fylgjarar, sum gista á øðrum hotellum enn sjúklingahotellinum, fáa. Sjúklingar og fylgjarar, sum gista á [...] sagdur upp. – Núverandi hotell er eitt gott hotell, og tað liggur væl fyri, sigur hann. Men hann arbeiðir við øðrum møguleikum at avlasta hotellið. Ein møguleiki er at at leiga eitt hotell afturat. Hann sigur [...] Holm Johannesen. – Hetta røkkur ikki langt og tí er ein møguleiki at hækka tað, sigur hann. Hann sigur, at úrslitið av tí kann verða, at sjúklingar, sum eru væl fyri, velja sær onnur hotell at gista á og
Lopra, nakað vestur, men eingin gøta oman á Lopranseiði, sum er ein náttúruperla í Suðuroy, og har Lopranshólmur eisini er. Og tað er nettupp ein gøta oman á eiði ætlanin nú er at fáa gjørda. Í hesum sambandi [...] Vegurin vestur ímóti eiðinum liggur í Lopranshaga, men vágbingar eiga Lopranshólm. Bygdaráðið í Sumba hevur samtykt at taka undir við ætlanini, og at venda sær til tey, sum eiga Lopranshaga við málinum [...] Vági, sum eigur Lopranshólm. Endamálið er at gera eina náttúruperlu á vestaru síðu á Suðuroy lættari atkomuliga hjá ferðafólki og hevði tað eydnast at fingið meiri lunda í hólmin, hevði tað verið ein serlig