- Útróðurin er burtur allastaðni. Fuglafjørður, Leirvík, Vestmanna, Tvøroyri, Vágur. Alt er steindeytt. Leif Høj er fortørnaður. Hann er stjóri á FoFish, sum keypir og selir fisk, hann er nevndarlimur [...] egnar kvotur. Uppaftur meira ferð er komin á, nú sami leistur tykist vera lagdur fyri sildafiskiskapin, samstundis sum meira er til av svartkjafti. - Alt snýr seg um uppsjóvarflotan og fiskiskapin har [...] uppgevandi á málinum. Spurdur, hvørt tað ikki er natúrligt at fokus er har, ið stóru nøgdirnar og pengarnir eru nú, svarar stjórin: - Jú, men uppsjóvarfiskiskapurin er eftirhondini tann mest óskipaði fiskiskapurin
og síðani hildu fast um munin. Hvørt tað vóru fuglfirðingarnir, sum nú vóru farnir at hugsa um skreyt og gull, ella um tað brádliga vóru teir á heimaliðnum, sum settu eyka ferð á, er ilt at siga, men triðja [...] at taka yvir. Ivaleyst er tað eisini júst hetta, sum hevur verið størsta mangulvøran hjá mótstøðuni, har lutfalsliga stórur partur av ábyrgdini hevur verið á einstøkum leikarum. Nei. Einki er at ivast [...] Mansflogbóltur So er leyst og liðugt hjá ÍF. Mansliðið úr Fuglafirði hevur alt árið á tamb verið oddalið í bestu flogbóltsdeildini, men hóast hesa støðu, so mundu fuglfirðingarnir ikki vera heilt álvuligir
Gunnar. At ferðast tekur tíð, eisini um tað so bar er inn í títt egna høvd at finna svar til ein forvitnan blaðmann. Rithøvundin hevur prátað í tveir tímar. Audiensurin er um at vera av. Hann hevur talað, tú [...] mentanir renna saman, og ymsu mørkini kámast, er tað nógv verri at gjøgnumskoða alt. Í Føroyum sært tú alt. Hetta er eitt privilegium hjá teimum sum búgva her. Men tað er samstundis eisini ein avmarking. Tú ert [...] árini. Her sita vit 30. apríl 1997 og knappliga er støðan broytt. Aftan á 50 ár við leysum tosi og partapolitiskum kegli, eru vit nú mitt í søguni aftur. Hetta er næstan sum í 1946. Tá vóru eisini veruliga
skatt umdømið hjá Byggitek. Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga. ? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku. ? Júst tað, hava vit [...] Sum vanligur siður er, beyð løgmaður døgurða, nú drotningin var á vitjan um hvítusunnuna. Eins vanligt er, at verturin heldur eina røðu fyri gestunum, og soleiðis var eisini hesaferð. Anfinn Kallsberg [...] frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið. ? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin
Þorgeirsson av Seyðisfirði, og móðirin, sum livir enn, er Sveinbjörg Eiríksdóttir, ættað úr Bæ í Lóni – ein lítil bygd tætt við Hornafjørðin, sum nú er avtoftað. Tá hon var tvey ára gomul, flutti familjan [...] í hesum húsunum vuksu eisini Eiríkur og hansara systkin upp. Nógv er broytt, tí Nýibær eru hús nummar 26, sum vóru bygd í Høfn, og nú er íbúgvaratalið eini 2000. Eiríkur var elstur av trimum systkjum. Bróðirin [...] eydnaðist at fáa hann á fund at hoyra, um hann var áhugaður í at gerast stjóri á nýstovnaða virkinum. Svarið var játtandi, og her byrjar søgan um størsta frambrot, sum er hent í føroyskari landbúnaðarvinnu
síðan fekk høvuðspersónurin orðið. Frágreiðingin var ikki komin langt, tá ið hann viðgekk dopingina. Hann var týðiliga rørdur, og tárini vóru um at trilla niður eftir kjálkanum. - Eg eri her í dag fyri at [...] samstundis við at fáa lagt tað býtta aftur um bak. Hetta hevur ikki verið torført. Eg havi tikið doping, og eg havi tikið EPO, ljóðaði tað frá Bjarne Riis, sum í dag er eigari og venjari hjá heimsins besta [...] sum vera man keddur um svikið, ið hann hevur skuffað allan súkkluheimin við. - Eg havi logið fyri øllum, eisini mær sjálvum. Eg vil hervið siga orsaka, men eg kann hinvegin frøast yvir, at tey, ið kenna
niðurstøðu, at nú er neyðugt at líta frameftir, og tað, sum er farið, er søga. Vit vilja varðveita hesa fyritøkuna sum eina sterka fyritøku fyri land og fólk, og besti mátin at gera tað er at geva pláss [...] stovnanina. Poul Mohr, stjóri, dylur ikki fyri, at tað er ein tung avgerð at selja virksemið hjá fyritøkuni. Men hann er sannførdur um, at avgerðin er røtt. Poul Mohr sigur: "Eg havi verið á skipasmiðjuni [...] verður nú lagt yvir í eitt nýstovnað dóttirfelag. Felagið hjá fyrrverandi eigarunum, sum varð stovnað í 1936, heldur fram undir nýggjum navni og verður framvegis virkið í føroyskum vinnulívi. Vaksa um mar
mál fyrstu 20 minuttirarnar eftir steðgin, sigur helst sína søgu um munin, sum nú var íkomin. Stútt og støðugt øktu klaksvíkskvinnurnar nú um munin, og tá alt kom til alt, var eingin ivi. Favorittarnir vunnu [...] fekst verjan hjá Stjørnuni nú at rigga. Neistin slapp snøgt sagt ikki framat skotmøguleikum, og tí gjørdist talan í nógvum førum um 50/50 royndir. Og tá Fríða Petersen nú eisini hevði funnið rætta formin [...] gloyma, at talan var um eina finalu. Hetta skilt soleiðis, at spælararnir tóktust vera fastlæstar av týdninginum av spælinum. Hjá Stjørnuni tóktist hetta als ikki í sama mun gera um seg. Tær royndu at fáa
avgjørt, at nú skulu cowboyhattar og -klæði og western-dansur vera hipt, jamen, so ER tað tað. Tað setur eingin spurnartekin við! Tað, sum Madonna sigur er lóg, í hvussu er tá tað snýr seg um tað, ið er smart [...] skrivað bókina, var føddur í Heidelberg í 1944 og er sjálvur juristur. Bókin er týdd til 29 ymisk mál og er vorðin ein metseljari um allan heim, og tað er púra óvanligt fyri eina týska bók. Hollywood hevur [...] tað er líkasum nakað, eg eigi at halda, so tað telur ikki heilt við. Eg veit ikki, um tað at stjala røtur telur við sum mentan, men tað er ið hvussu er ein heilt serlig mentan, sum fullkomiliga er farin
áleyparum. Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so f [...] til í dag ? okkurt einstakt ár er farið burturímillum ? hevur havt ábyrgdina av onkrum 1. liði, so er skjótt at staðfesta, at dystartalið hjá honum í landskappingini er fleiri ferðir hundrað. Johan Nielsen [...] monnunum, sum í morgin fara í Gundadal at telvast um fyrsta atgongumerkið til Europa Cup komandi summar, setir nýtt met, hvørja ferð hann fer á vøllin. Talan er um venjaran hjá GÍ, Johan Nielsen. Hann sigur seg