hendi tað aftur og hesaferð í Týsklandi. Ein ungur maður fer alvápnaður inn á ein skúla og drepur frá hond, næmingar og lærarar. Hetta rák hevur nú í nøkur ár eyðkent støðuna í USA, Bretlandi, Týsklandi [...] Stórir bólkar í samfelagnum eru bergtiknir av vápnum eins og ávís lond hava eina so liberala vápnalóggávu, at nógv er til av vápnum í vanligum heimum. Tað øtlandi bandakríggið við skotbardøgum í Keypmannahavn [...] ansa eftir, at eingin smokkar niður í millum í skipanini. Vit eiga sum heild at ansa sera væl eftir børnum og ungum, soleiðis at tey kenna seg elskað, trygg og vælkomin í heimin.
stutt eftir, at skúlin hevur ligið stillur í tríggjar vikur, heldur hann ikki vera spilta tíð. ?Men setursskúlarnir eru útsettir í summar. Teir verða í heyst í staðin. So ta tíðina hava vit so tikið innaftur [...] Kellingin eru sjálvandi eisini við í roðandi sólsetri eitt vakurt summarkvøld. Vagn Foldbo er fyrstilærari við Eiðis skúla. Hann greiðir frá, at hetta, sum gjørt verður, er liður í ætlan skúlans, sum er at fremja [...] leggja seinastu hond á stórverkið, tey hava verið í holt við seinastu vikuna. Tey umbyggja og prýða skúlagarðin, so hann verður sum ein annar garður at koma í. Tey mála undir hálvtakinum uttan fyri fimlei
umstøðurnar hjá teimum eru tryggar og rúmligar. Tað siga tey í Sjóvar kommunu í dag, nú sáttmálin er undirskrivaður. Í kommununi vísa tey á, at í september í 2019 lótu tey tríggjar nýggjar vøggustovur upp, og tá [...] fullar, og í hesum sambandi hevur kommunan valt at skipa tilboðið í skúlabólkinum í nýggju frítíðarstovuni. - Í skúlabólkinum eru børnini, sum skulu brúka eitt ár til at gera seg klár at byrja í fyrsta flokki [...] tilboð verður skipað í sera góðum samstarvi ímillum námsfrøðingar og hjálparfólk á Lítlafløtti og lærarar í Stranda skúla. Í Sjóvar kommunu siga tey, at nýggja frítíðarstovan verður bygd í tveimum hæddum, og
gjalda til hesa skipan. Í fyrsta lagi var í Sjónvarpinum gjørd sammeting av kostnaðinum av rakstrinum í miðnámsskúlunum í Føroyum. – Sama dag vísti skúlastjórin í Tekniska Skúla í Klaksvík, at hetta var [...] teir eru, men taka støðu fyri tí, teir innan í sær hava alsk til, so sum síðu teir hava valt í politikki, lokalum viðurskiftum ella hvar teir meta, framtíðin í landinum skal liggja. Føroyingar hugsa sjálvir [...] við skeivum grundarlagi. – So hoyrdist ikki meiri her! Í øðrum umfari hevði Sosialurin nøkur dømi um hægri lønir í Føroyum. Beint eftir kom leiðslan í Norðoya Sparikassa við fólkaligari rættleiðing til skeivu
møguliga av landinum eisini. - Fyri ung í Suðuroynni merkir hetta, at tey í allar flestu førum skulu flyta úr Suðuroynni í longri áramál, frá 3-4 ár til 6-7 ár, og í flestu førum av landinum. Hóast nógv hava [...] Avbjóðingin hjá Suðuroynni minnir í nógvar mátar á avbjóðingina hjá Føroyum sum heild mótvegis útlandinum, í øllum førum sum støðan var fyri nøkrum árum síðani. Eins og í restini av landinum, so ynskja ungir [...] til útbúgvin fólk leys at søkja í Suðuroynni. Av somu orsøk enda tey flestu eftir lokna útbúgving í miðstaðarøkinum, og heilir árgangir verða á hendan hátt “burturi” í Suðuroynni, skriva kommunurnar. Tí
og í fjøllini. Søgulig gonguferð Hetta ferðavinnu-vikuskiftið í Suðuroy byrjar leygarmorgunin við gonguferð úr Trongisvági til Fámjins. Í tí sambandi koyrir bussur av Kunningarstovuni í Gamla Skúla í Vági [...] Ferðavinna Suðuroy: Ferðavinnan í Suðuroy mennist alsamt. Alt hetta sæst aftur í, at tað verður alsamt skipa fyri fleiri og fleiri tiltøkum í Suðuroy. Og hetta vikuskiftið verða ikki færri enn trý forvitnislig [...] kort yvir økið við. Í fjørðin við Johonnu Leygarkvøldið verður so møguleikin at sleppa í fjørðin við søguligu sluppuni Johonnu. Tann fiskitúrurin byrjar leygarkvøldið klokkan 19 og varar í einar 2-3 tímar
dent á, at vit skulu ikki bara skriva eina danska lóg av, og seta hana í gildi í Føroyum. Tvørtur ímóti skulu vit hyggja at lógunum í hinum norðurlondum, og so taka tað frægasta burtur úr. Og tað eru bæði [...] børn koma í klemmu, tá ið foreldur, sum ikki semjast, men brúka tann felags foreldramyndugleikan til at buka hvønn annan í høvdið við, og tvinga børnini til bæði at skifta bæði heim og skúla aðruhvørja [...] til bæði sínu foreldur. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, vísir á, at í Føroyum er tað so, at eru foreldrini ikki gift, er tað yvirhøvur mamman
lille pige med svovlstikkerne eftir H.C. Andersen. Ta bókina fekk eg í fyrsta flokki frá Ásu Sevdal, sum var vikarur í Søldarfjarðar skúla í 1970. Bókina fekk eg sum heiðursløn fyri at hava dugað væl at lisið [...] Hvørja bók lesur tú í løtuni? - Eg eri sum oftast í ferð við 2-3 bøkur samstundis. Ein liggur á vesinum, ein á náttborðinum og ein í stovuni. Ein av bókunum er The Five Love Languages of Children eftir [...] tolt ræðuligar pínslur í kinverskum fangatippum. Brádliga lótust allar hurðar upp í fangatippinum, og hann gekk út framvið øllum fangavørðunum, uttan at nakar sá hann. Nú býr hann í Vesturheiminum og greiðir
3. og 5. flokki í Gøtu skúla í hvítum klæðum og ljósi í hond umgyrdu kirkjufólkið, og Eivør so við og við savnaði tey syngjandi um seg á kórsgáttini og at enda eins og smoygdi sær inn í egna bygdarumhvørvið [...] Vilhelmsen í Syðradali á Kallsoynni, har hann syngur »Et barn er født i Betlehem«, at vera eina tað ríkastu við sínum kensluborna, ótilvitaða skifti í lagnum, alt eftir sum jólaboðskapurin mennir seg í hesari [...] viðføddar songgávur út um tað, vit áður munnu hava vitað um í Føroyum, men við sínari framkomu og soleiðis, sum hon megnaði at spinna allar partar saman í eina ljómandi heild, manifesteraði hon seg eisini sum
stuðla og fyrireika yvirgang í Kundby nær Keypmannahavn, er í dag funnin sek í ákærunum. Málið byrjaði 13. januar í fjør, tá løgreglan gjørdi eina húsarannsókn í einum sethúsum í Kundby. Har fann løgreglan [...] hevði gentan vent við til islam. Í morgun greiddi hon frá, at hesa tíðina, hon hevur sitið í fongsli, er hon vorðin styrkt í síni trúgv á Allah. Í grundgeving sínari í dag greiddi dómarin frá øllum tí [...] illgrunavert í kjallaranum. Dagin eftir varð gentan varðhaldsfongslað, skuldsett fyri at hava spreingievni og fyri at fyrireika álop móti tveimum skúlum. Talan er um ein skúla, sum gentan sjálv gekk í, og so