hjá Javna, fer at greiða frá, hvussu LEV arbeiðir á bústaðarøkinum. Hann fer at nema við rákið í Danmark at byggja nógvar íbúðir á sama matrikli, og hvat LEV heldur um tað. Eisini fer hann at siga sína hugsan [...] í Norra, fer at greiða frá bústaðarviðurskiftunum hjá menningartarnaðum har yviri. Í hesum sambandi fer hon eisini at greiða frá norska HVPU-reforminum frá 1991, sum hevði til endamáls at bøta um viðurskiftini [...] Harumframt fer hon at greiða frá nýggju politisku viðtøkuni at gjøgnumganga og endurskoða viðurskiftini á bústaðar- og tænastuøkinum, og um rættindini hjá norðmonnum við menningartarni at fáa tænastu inn
dagin stundir til at fara frá sínum álvarsama arbeiði, og opinberaði seg í einum fjølmiðli, har hann uttan at rysta á hondini við einum relativt føstum eygnabrá sló fast, at orsøkin til, at ein stórur partur [...] er tann, at tey ikki halda andstøðuna vera nakað alternativ. Tað er heilt fantastiskt, at vit hava so knáar akademikarar, at teir kunnu fortelja okkum slíkt. Tað er eisini tankavekjandi, at Kringvarpið [...] og hann hevur helst ikki ofta tíð til at fara frá sínum djúpa og strævna engagementið í at flyta ta føroysku tankaverðina langt inn í næstu øld. Tað er jú strævið at tonkja fyri eitt heilt fólk. Men kortini
heldur, at tað er sólarklárt, at Annika Olsen er við at knúsa eitt vælvirkandi samstarv á eldraøkinum. Hann heldur, at samstarvið millum kommunurnar í øki 2, hevur riggað framúr væl, men at henda [...] ikki nógv støddfrøði til at skilja, at minst ein kommuna kemur at standa við einum heimi og ongum umboði. Eiðis kommuna er fjórðstørst av kommununum og tískil er líkt til, at tað verður hon, sum ikki fær [...] undrandi, nú Annika er við at stjala ræðið á hesi íløgu. Somueiðis undrar tað stórliga, at nakar borgarstjóri í Føroyum kann taka undir við kunngerðini. Borgarstjórar eru valdir at verja áhugamálini hjá
likamligar avbjóðingar. Tað átti at verið ein sjálvsagdur rættur, at tey, ið sita í koyristóli, koyra umborð á flogfarið, ístaðin fyri at verða útsett fyri ta eyðmýkd at verða borðin umborð. Ein sjálvsagdur [...] var at tryggja betri atkomu til tey, ið millum annað sita í koyristóli. Tað tykist sum um, at landsstýrismaðurin við vinnumálum ikki hevur tikið atlit til ST-sáttmálan, tá farið var í holt við at útbyggja [...] tørv á stuðli at koma til og frá flogfarinum, · hevur tørv á stuðli at koma umborð í flogfarið, · nýtir koyristól” Tað er óheppið, tá flogvøllurin verður útbygdur fyri nógvar milliónir, at atlit ikki verður
i. Talan er um upplýsingar sum eru at meta sum handilsloyndir. Eftir at hava fingið svar frá báðum bankum hesum viðvíkjandi, tekur Kappingareftirlitið avgerð um, at allar upplýsingar í frágreiðingini kunna [...] millum annað at Kappingarráðið fór ikki, at broyta galdandi arbeiðsskipan, og harvið taka avgerð um trúnaðarupplýsingar smb. §19, stk. 4 í kappingarlógini, tí avleiðingin av hesum vildi verðið, at virksemið [...] nevndini var, at málið verður ikki tikið upp aftur til nýggja viðgerð. Kappingarmyndugleikin fer í næstum at taka støðu til hvat víðari skal fara fram í málinum, men fyribils kann sigast, at tað er ivasamt
pappíri. Ungdómsráðið metir, at tað er sera týdningarmikið at røkka teimum ungu á teimum samskiftismiðlum, tey eru von at brúka og dáma best. Tað verður sostatt møguligt at lata sína atkvøðu beinleiðis [...] samtykti síðsta heyst at skipa Tórshavnar Ungdómsráð, har tað er staðfest, at ungdómsráðið er umboð teirra ungu í kommununi. Eitt endamál er at styrkja fólkaræðið í kommununi við at skapa eitt forum, har [...] valdagin fáa høvi at velja limir í ungdómsráðið. Ætlandi verður sjálvt valið í seinnu hálvu av mars. Umframt møguleikan at velja, so hava øll millum 14-22 ár valdagin eisini møguleikan at stilla upp. Í alt
einum stað, har tað ber til at lesa í friði og náðum ella at arbeiða við t.d. uppgávuskriving. Har er tráðleyst internet, góðar umstøður og gott pláss. Og tað er ókeypis at nýta lestrarhølið í tíðarskeiðnum [...] kvøldi. Tann sum fær ein lykil, fær eisini eina ábyrgd at fara væl um. Tað er sjálvsagt. Tórhavnar Kommuna hevur boðað frá, at tað er ein royndarskipan at brúka hølini í M.A. Winthersgøtu til lestrarhús. Skipanin [...] eitt eftirmetingarskjal, soleiðis at tænastan kann gerast enn betri frameftir. Skipan eigur at verða varandi Tá ið eftirmetingarnar eru gjørdar, eiga vit so avgjørt at finna fram til eina varandi skipan
almennur fjølmiðil, hvørs høvuðsendamál er at halda eyga við valdshavarunum, hevur fyri føroyska fólkaræðið. Tey nógvu, ið finnast at Kringvarpinum, vísa harafturímóti á, at tað er ikki neyðugt við einum almennum [...] fjølmiðil fíggjast? Sjálvboðið Í dag er tað soleiðis, at øll húski gjalda 3.625 kr. árliga. Tað eru mong, ið halda, at kringvarpsgjaldið átti at farið umvegis skattin. Tað dámar mær ikki. Men mær dámar [...] ynskja, og er tað mín fatan, at tey skulu sleppa undan at gjalda fyri nakað, sum tey ikki vilja gjalda fyri. Hetta er mín grundleggjandi áskoðan um tingini, og tað eigur at vera møguligt í hesum hátøkniligu
sigur Kirstin Clementsen. Kirstin leggur afturat, at hon væntar, at yngru manningarnar fara at standa seg væl. Eisini væntar hon, at seksmannaførini fara at býta frá sær. Næstu ferð gongur leiðin til sundalagið [...] hevur verið seinastu árini um, at kappróðurin er í einum aldudali, at kappróðurin er í kreppu, og at okkurt skal gerast, um kappróðurin ikki skal doyggja út. Men líkt er til, at kreppan ikki er komin til [...] eru sera hørm um, at vit ikki hava fingið mannað størru bátarnar enn. Vit hava gjørt fleiri royndir at fáa serliga Havnarbátin mannaðan, sigur Kirstin Clementsen. Hon leggur afturat, at dreingirnir, ið vunnu
uppskot fyri Løgtingið um at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl niður í 15 ár, vísir hann nettupp til, at ein grundgeving fyri uppskotinum er, at Ungdómstingið samtykti í 2012 at lækka aldursmarkið niður [...] undir við at lækka aldursmarkið niður í 15 ár. Hinvegin vóru 29 tinglimir í Ungdómstinginum ímóti at lækka aldursmarkið og ein atkvøddi blankt. Skjótari at missa prutlið Ein partur av ætlanini er, at nú skal [...] Tey, sum eru 15 ár, eru ov ung at koyra prutl. Tað er nýggjasta fráboðanin frá teimum ungu sjálvum. Aldursmarkið fyri at koyra prutl er 16 ár, men spurningurin um at lækka tað niður í 15 ár, hevur verið