ikki fær vart seg. Tað er ófatiligt, at løgtingsformaðurin ikki talar at slíkum álopum. UPPAFTUR meira óhugnaligt er, at ein politikari í hesum sambandi hóttir við ikki at veita fígging til henda stovn, um [...] VIT hoyrdu t.d., at politikarar beinleiðis løgdu eftir Sjónvarpi Føroya og óbeinleiðis eftir tíðindafólkum. Tey vórðu skuldsett fyri at rangsnúgva, mani-pulera og fyri at propagandisera. HETTA eru grovar [...] er barnsligt og óbúgvið. Tað er tí gott, at Starvsmannfelagið ger vart við seg í slíkum føri. EITT tíðindafólk, sum hevur fylgt einum máli, má hava loyvi til at gera sína niðurstøðu ella tulking. Og tá
vit staðfesta trygd okkara formelt við at gerast limir í NATO ella Partnership for Peace. Kjak í tinginum Jenis av Rana heldur, at landsstýrið í størri mun átti at ráðført seg við løgtingið í sambandið við [...] við verjupolitikk fyri Føroyar sum fullveldi. ? Eg haldi, at landsstýrið eigur at leggja málið fyri tingið til orðaskiftis og í størri mun at kunna uttanlandsnevndina, sigur Jenis av Rana. [...] Tað var rætt av landsstýrinum at venda sær til NATO at kanna verjupolitisku støðuna fyri Føroyar sum fullveldi. Hetta er greiða niðurstøðan hjá Jenisi av Rana í sambandi við, landsstýrið hevur latið s
Sandoynni, og tí ivaðust vit ikki í, at longja avtaluna at galda eisini fyri kappingarárið 1999, sigur formaðurin í B71 Jóanes Johannesen. Martin Kúrberg sigur, at hann upprunaliga søkti starvið, tí tað [...] tað altíð hevur havt hansara áhuga at arbeiða við ungum fólki. Og at arbeiðið gevur honum møguleikan at føra tankar út í lívið. Hann sigur seg trívast ómetaliga væl í Sandoynni. Fólkini eru fitt og fyrikomandi [...] Sjálvsagt vilja vit vinna! Høvuðsendamálið er tó at fáa skipað felagið, so at tað virkar á einum sunnum og góðum ítróttarligum grundarlagi, sigur Martin at enda.
sum altíð kemur afturat, tá farið verður undir at umvæla gamalt skip. Líggjas Johannesen, skipari, sigur, at teir hava valt at gera hesa íløguna nú, teir at kalla ongar fiskidagar hava eftir kortini. Tað [...] Johannesen sigur, at árið hevur bara roynst hampiligt, og teir eru ikki bangnir fyri at fara undir hesa íløguna. Teir rokna við at vera klárir aftur í fyrru helvt av juli mánaða. So er at fáa brúkt teir 15 [...] er toskur. Restin plagar mest at vera brosma, sigur Líggjas Johannesen. Hann sigur, at tað hevur ikki staðið á at fingið fólk. Seinastu trý árini hevur manningin verið at kalla tann sama. Teir eru 14 mans
greiðar í tíðindunum. Tí er onki at finnast at fjølmiðlaetiskt. Keldur innan Lærarafelagið, sum útvarpið eisini tosaði við, vóru av tí uppfatan, at hesin nýggi sáttmálin fór at verða fyri hvøssum atfinningum [...] Føroya Lærarafelag hevur eins og onnur loyvi til at hava sína meining um tíðindaflutningin í útvarpinum, men av tí, at atfinningarnar hjá lærarafelagnum eru burturvið, skulu hesar fáu viðmerkingar verða [...] verða gjørdar til tíðindaskrivið: Felagið sigur »at tað var fjølmiðlaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg Vinther koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur
fyri bert at nevna nøkur mál, trupulleikar, sum vit merkja í gerandisdegnum. Javnaðarflokkurin vil vera við til at loysa spurningin um kommunuskuldina og aftur gera tað møguligt hjá kommununum at skapa líkinda [...] líkinda kor fyri sínar borgarar, uttan at vit læna okkum út á sjógv. Javnaðarflokkurin er og fer framvegis at vera aktivur í at finna eina loysn á barnaansingartrupulleikunum í kommununi. Skúlamálini skulu [...] lokalsamfelagum. Javnaðarflokkurin leggur stóran dent á korini hjá teimum eldru og fer tí at virka fyri at skunda undir, so at bústovnar til eldri verða bygdir. Javnaðarflokkurin leggur fram ein politikk, ið ikki
Tað skilst, at talan er um eina útbygging fyri einar hálvthundrað mill. kr. Ein av orsøkunum til at danska fyritøkan er sinnað til at gera íløgur í eina útgerðarhavn á Tvøroyri er tann, at hon vil liggja [...] har leitað fer at verða eftir olju og gassi við Føroyar. Blaðið skilir, at suðuroyingar er sera spentir um hesa ætlan, tí mett verður, at hon - gerst hon veruleiki - kann verða við til at steðga fráflytingini [...] Ætlanin at gera Drelnes til oljuútgerðarhavn gerst nú veruleiki. Arbeitt hevur verið við hesi ætlan í skjótt tvey ár, og nú tykist at verða rokkið á mál við fyrireikingunum. Tað er Danbor Service í Esbjerg
Ætlar samgongan at lækka krøvini so at trygdin hjá skipi og manning blívir minni og reiðari fær eitt bíligari skip. At yvirtaka Skipasýnið, tí tað er ein yvirskotsforrætning er íordan. Men at yvirtaka Skipasýnið [...] sjónum og Skipasýnið Í samgonguskjalinum stendur, at Skipasýnið skal yvirtakast. At ikki aðrar fyritøkur eru nevndar, kann undra ein. Tað er komið fram, at hendan yvirtøkan av skipasýninum skal fremjast, [...] eru ídag. Nú vísir tað seg, at ávísir politikarar renna ørindi fyri reiðarar, tí hesir politikarar vilja lækka krøvini til manning umborð á fiskiskipum. Orsøkin skal vera, at okkara krøv eru hægri enn í
siga, at um Vestmanna Kommuna fær leigu fyri økið, skapar hetta bert eitt fyridømi, ið ger, at fleiri kommunur fara at seta fram sama krav, sigur Gunn Joensen. Spurd um hon heldur, at landið nú fer at rinda [...] gjalda leigu Gunn Joensen sigur, at Vestmanna Kommuna fleiri ferðir hevur heitt á Landsstýrið um at fáa goldna leigu fyri økið, men svarið, ið kommunan hevur fingið er bert, at Landstýrið skilir trupulleikan [...] leigu fyri økið, so onnur ikki fara avstað við tí, svarar hon, at hon væntar einki av myndugleikunum, ið hava nýtt økið síðan 1990-91, uttan at rinda annað enn vanligt havnagjald.
"Felagið fyri foreldrum at smábørnum í Havn (Foreldrafelagið) klagar Tórshavnar kommunu fyri at gjalda út sosiala veitingar uttan at hava heimild í lóg. Klagan er grundað á, at Tórshavnar kommuna í fí [...] men sum ikki hava ráð til at mamman/pápin eru úr arbeiði, kunnu brúka peningin til svarta dagrøkt ella svarta barnagentu Tað vil siga, at Tórshavnar kommuna brúkar pening til at stuðla svørtum arbeiði, meðan [...] kommuna síðani 1. juli hevur veitt foreldrum at børnum, ið ikki hava kommunalt ansingartilboð, hevur ongantíð verið nøkur loysn, sum Felagið fyri foreldrum at smábørnum í Havn hevur góðtikið. Felagið hevur