við, tí talan var um góðar bøkur, og tað er stuttligt, tá vit føroyingar kunnu vera á jøvnum føti millum onnur um allan heim. Harafturat er talan um eitt veldugt upplag, og tí verður tað ikki so dýrt at framleiða [...] hetta er sermerkt, tí so stórur áhugi er um bókina, og tí hon verður útgivin hjá okkum í somu løtu sum um allan heim er eindømi, sigur Niels Jákup Thomsen. Talan er um eina røð av fimm barnabókum til børn [...] seg um fýra smáar gentur, sum eru ellivu ára gamlar og bestu vinkonur. Tær verða tiknar á eina gandakenda ferð, og tá læra tær um lívið. Fínar bøkur Madonna byggir sína søgu á egnar royndir, tá hon skrivar
tjóðveldisflokkinum ikki vilja arbeiða fyri føroyska løn, men valdu heldur danska, tí hon var eitt vet hægri. Var tað ikki tí, at búkurin vann á frælsishugsjónini? Nei, føroyingar liva ikki av berum rakstrarrópum [...] rakstrarrópum - heldur ikki um tey koma frá tjóðveldisflokkinum. Mær tykir at frælsishugsjónin liggur á lágum støði. Hon er vorðin beinleiðis fótatraðk. Og sum tjóðskaparsinnaður haldi eg, at hon hevur annað uppiborið [...] at vera ófrælsur, hóast tú býr í einum frælsum landi, sum óteljandi dømi eru um. Tað var onkur sum nevndi, at vit áttu ikki at renna undan ábyrgdini. Í hasum eri eg fullkomiliga samdur. Men hví eru tað
vísti eisini, at førarin ikki var ávirkaður av rúsdrekka. Trygdarbeltið bjargaði Tey trý eru ikki í iva um, at trygdarbeltið er orsøkin til, at tey øll eru á lívi í dag, og ikki hava fingið mein. Jógvan [...] bilurin varð steðgaður rópti eg, um øll vóru á lívi, greiðir Jógvan frá. Jan svarar, men Maria svarar ikki beinanvegin. Teir hyggja afturum seg, og tá letur hon við seg koma. Hon er kløkk, men hevur tað gott [...] Jógvan. Øll trý eru tey samdu um, at tey fara ikki aftur í bil, uttan at spenna trygdarbelti, eisini um tey sita aftanfyri. Aftur gerandisdagur Túrurin á konsert endaði ikki, sum tey trý høvdu ímyndað sær
Føroya, hóast teir ikki høvdu staðið eina serliga próvtøku, ið var ein av treytunum fyri at fáa løggilding sambært grannskoðaralógini, segði Løgtingsins Umboðsmaður. Úrslitið var, at løgmaður í februar [...] trý ár. Í farnu viku var málið so fyri í Føroya Rætti. Tveir av grannskoðarunum fóru til sak móti Løgmansskrivstovuni um ógildingina av løggildingini. Kravið frá teimum báðum var, at løggildingin skal [...] rætt, tá hon tók málið upp aftur, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevði sátt iva um, hvørt góðkenningarnar vóru gildigar. Føroya Rættur heldur eisini, at freistin at taka nýggja roynd, ið var næstan fýra
Tað var eitt groft álop á talufrælsið, tá stjórin í Almannverkinum, Petra Johnsdóttir Joensen, stutt síðani gjørt greitt fyri starvsfólkunum í eldrarøktini, at tað bert er stjórin, ið úttalar seg um sparingar [...] sparingar í Almannaverkinum. Tað sigur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum. Hon heldur ikki, at tað broytir støðuna, at stjórin síðani hevur drigið nakað í land aftur, tí tað hevur uttan iva longu [...] longu havt ætlaðu effektina. - Allarflestu starvsfólkini í Almannaverkinum fara ikki at tora at úttala seg alment um nakað sum helst, tí tey óttast stjórans vreiði og møguliga at enda á einum svartalista
núverandi nevnd tók við í 1996, var skrivstovan bert opin ein seinnapart um vikuna. Ein játtan Hon vísti á, at nú hevur felagið, sum í dag eitur Heilsuhjálparafelag Føroya, ikki longur eina játtan fyri seg [...] Ása helt fram: - Vit eru ikki bara heima-og heilsuhjálparar, men vit eru tann parturin av heimarøktini, ið er úti, har brúkarin er. Tí kunnu vit ikki umverast. Rindur standur Hon vísti á, at ein leiðari [...] tú lesur gerðarbøkur felagsins frá farnum tíðum, er ikki ov nógv, um sagt verður, at alt er nógv broytt hesi 25 árini. Á aðalfundi leygardagin, tók formaður felagsins, Ása Olsen, eitt sindur aftur í søguna
øld. Andrea Árting var íðin forkempari fyri rættindunum hjá kvinnum. Hon var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og tá var lønin hjá arbeiðskvinnunum væl lægri enn hjá lønin var monnunum og hjá Andreu [...] Árting. Andrea Árting var komin væl upp í árini, tá hon í ringastu tíðunum í 30 ́unum púra óvæntað gjørdist forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og síðani gjørdist hon ein ímynd fyri fakfel [...] fáa tað broytt. Men tað var ikki fyrr enn í 1977 at tað eydnaðist at fáa arbeiðsgevarar at góðtaka, at kvinnur og menn skuldu fáa somu løn fyri sama arbeiði. Andrea Árting var eisini undangongukvinna
vórðu tí víst til forsorgarhjálp um so illa vildi til, at tey vórðu sjúk. Hendan støðan var ógvuliga mannminkandi og ósømiligt fyri hesi fólk, ikki minst tá ið hugsað verður um, at hetta alt vóru væl útbúgvin [...] kunningin frá stovninum ikki verið nóg høgt raðfest. At fólk føla, at kunningin er ónøktandi er sera óheppið, eisini um tey føla, at tey heldur ikki hava fingið ráð og vegleiðing um, hvat tey so kunnu gera [...] skipanini finnast eisini at, at teir ikki fingu nakra ávaring um broytingar í skipanini. Til hetta sigur stjórin á Almannastovuni, at stovnurin ikki kann kunna um lógarbroytingar og broytingar í mannagongdum
úr munninum. Snøgt sagt rein irritatión um, at hon ikki longur var før fyri at geva sítt, og so mátti annars ógvusliga pínan koma í aðru røð. Fyri ikki at tosa um Anniku Ljósstein, sum við brotnari nøs [...] Sjálvsagt gekk leiðin á sjúkrahúsið, men fyrst vildi hon hava sína medalju, eins og hon skuldi royna at lyfta steypið. Ikki fyrr enn hetta var avgreitt, fór hon út í sjúkrabilin, sum tá hevði bíðað í eini trý [...] Finnlandi í hálvfinaluni. Og tá hon so keikti fótin so dyggiliga í tí dystinum, var tað ikki pínan, sum tú fyrst legði til merkis. Nei, uttan at kunna reisa seg, dukaði hon nevarnar í gólvið, samstundis
verða hjartaliga vælkomin á Tvøroyri, tá ið hon kemur í summar. Á fundi í gjár umrøddi Tvøroyrar Býráð eitt skriv frá Løgmansskrivstovuni, har spurt var, um Tvøroyrar Kommuna varð sinnað at fáa vitjan [...] koma til Føroya síðsta summar, men tá avlýsti hon í evstu løtu, tí tað var mitt í harðasta valstríðnum uppundir fólkatingsvalið. Tað vóru tey á Tvøroyri hørm um, tí tey høvdu brúkt nógvan pening upp á fyrireika [...] drotningin kemur til Føroya í summar ístaðin, men hesa ferð kemur hon einsamøll, tí Heindrikkur prinsur, hevur pensjónerað seg sjálvan, og er ikki longur við í virkseminum hjá kongshúsinum. Tað verður í døgunum