. Tað er ikki á hvørjum degi, at avgustar liggja millum oyggjarnar, og at so fýra avgustar velja at nálga seg upp at einastu hvalastøð á norðraðu hálvkúluni má sigast at vera lagnunnar speisemi. Tað seinasta [...] so farið undir at hála avgustin upp á hvalastøðina. Síðani var farið undir at flensa hann og skera kjøtið og innvølar av honum. Alt verður fyribeint, deils tí at ikki hevur verið siður at eta tvøst ella [...] liggja og rotna, so alt kjøt er burtur. Tað fer at taka millum eitt og tvey ár. Ætlanin er at toga avgustin til sjós aftur við hvalastøðina við Áir, og tá hvalurin er púra reinur, skal hann so takast upp aftur
fyrstu ferð, at løgmaður leggur eftir fjølmiðlunum, tá hann kennir seg trongdan upp í ein krók. Kaj Leo Johannesen kann sjálvandi siga tað, honum lystir, men satt at siga vildi eg mett, at tað var [...] var undir hansara tign sum løgmaður, fyri ikki at siga stak óprofessionelt, at leggja eftir einum journalisti fyri at gera sítt arbeiði, sigur Ingrid Bjarnastein. Hon vísir til fyrrverandi danska [...] donsku miðlunum fyri at hava gjørt sítt arbeiði, sigur Ingrid Bjarnastein. Hon heldur, at úttalilsini hjá løgmanni eru ikki sørt ørkymlandi. – Føroysk fjølmiðlafólk royna hvønn dag at gera sítt besta,
útrokningarnar í sambandi við, at farast skal frá at rokna viðbøturnar fyri ólagaliga arbeiðstíð út í krónum og oyrum til í staðin at rokna tær í prosentum av lønini. Eftir at hava loddað dýpið í gjár, kom [...] til ta niðurstøðu, at partarnir ikki einsamallir megnaðu at koma úr stað, og tí var Semingsstovnurin boðsendur. Fundur verður við semingsmenninar seinnapartin í dag. - Eg harmist um, at partarnir ikki sjálvir [...] sjálvir megnaðu at gera arbeiðið liðugt, tí vit vóru at kalla komin á mál týsdagin. Sáttmálin var prentaður út til undirskrivingar, tá eg varnaðist, at nakrar týðandi útrokningar ikki svaraðu til tað, vit
fyrireikaðir. Men hann vísir eisini á, at nú er tað ólógligt at koyra við summardekkum um veturin, tá ið vandi er fyri hálku og løgreglan væntar, at tað hevur fingið bilførarar at seta vetrardekk undir bilin. Annars [...] bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at hava barn undir 15 ár í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti og ein fekk bót fyri at hava 15 ára gamalt barn í bilinum, uttan at tað sat í belti. Harafturat fingu [...] sigur, at hóast líkindini eru heldur vánalig í morgun, hevur ferðslan gingið væl eftir umstøðunum. Tað er hált og fitt av vindi allastaðni og jarðrok í ælunum. Vit høvdu fyrireika okkum upp á, at hetta
Avbjóðingin verður at fáa fólk og virki at seta seg niður í Føroyum, hóast tey virka uttanlands, sigur Johan Dahl. Fólk, sum útbúgva seg krevja at fáa høvi til at brúka síni evni og at fáa avbjóðingar. Vit [...] heimselituni og tí er endamálið við nýggja vinnupolitikkinum at framleidni verður so stórt, sum gjørligt og at fólk og pengar skulu eggjast at fara har, vinningurin er størstur fyri tey, fyri virkið og fyri [...] ásannar Johan Dahl, at vit standa fyri størstu avbjóðing, eitt land kann hava og tað er, at fólkatalið minkar og aldurssamansetingin skeiklast. Hann vísir eisini á heildarætlanina um at steðga gongdini og
heldur eisini, at tað er neyðugt at áseta við lóg, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á einum stovni fyri eldri Hetta er neyðugt fyri at tryggja ta grundleggjandi røktarstigið. Tað er alneyðugt at tryggja r [...] lóg nú tað vísir seg, at hvørki eykajáttanir og leiðslubroytingar hava gjørt nakran mun fyri røktarstigið í gerandisdegnum. Somuleiðis krevur Tign, at tað verður tryggjað við lóg, at stovnar skulu kunna [...] ógvusligar sparingar framdar uttan nakra kunning. Hetta hevði við sær, at búfólk og teirra avvarðandi høvdu ikki nakran møguleika at at mótmæla. - Hetta er í veruleikanum ein stór hóttan móti røktarstiginum
minuttir undan leikloki. At tað ikki eydnaðist Svøríki at skora á útivølli hevur við sær, at dysturin í Svøríki týskvøldið verður torførur hjá svium. Um tað eydnast Portugal at skora eitt mál, so verður [...] møguleika at spæla seg í HM endaspælið næsta summar. Men vegurin til Brasil er ikki so breiður í kvøld, sum hann var undan uppgerðini á útivølli ímóti Portugal. Á heimavølli eydnaðist tað Portugal at vinna [...] ógvuliga tung, tí so verður neyðugt hjá teimum at skjóta í hvussu so er trý mál. Sviar stríddust manniliga, og í 1. hálvleiki vóru teir tvær ferðir tætt við at fáa mál. Eftir hvíldina øktist trýstið støðugt
fegnast øll um. - Tí er tað ikki til at skilja, tá tað nú frættist, at arbeitt verður við at steðga hesi ætlan, nú seinasta strekkið restar í. Borgarstjórin heldur, at tað at lata Skálafjørð liggja eftir við [...] minni til ta ferðslu, sum fer at koma í komandi tíð. Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, vísir á, at hetta hava løgtingslimir ásannað, tá avgerð var tikin at gera nýggjan veg oman fyri tað [...] sum hava koyrt har. Fólk hava verið tolin, tí útlit hava verið fyri, at vegurin skjótt verður lagdur út um bygdina. Hann vísir á, at nú øll ferðslan verður leidd gjøgnum Skálafjørð, er hetta vegastrekkið
hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.
[...] diabetes átakið 2013 kring landið. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði [...] tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna
gjørt vart við yvir fyri Altjóða Talvsambandinum, at vit ynskja at hava eina smálandakapping um góð tvey ár, og sum støðan er, dugi eg ikki at síggja, at nakað skuldi verið í vegin fyri tí, sigur Finnbogi [...] hinum tjóðunum minst 3-1. Eg haldi, at hetta vísir, at vit gera okkurt rætt, sigur Finnbogi Vang, formaður í Talvsambandi Føroya. Hann heldur tað vera av stórum týdningi, at Føroyar luttaka í kappingum sum [...] sum hesari. - Tað er umráðandi, at vit gera okkum galdandi, har vit hava møguleika til tað. Vit síggja eisini frá hesi kappingini, at tað er týdningarmikið, at vit eisini hava ungar talvleikarar við, tá vit