uttan. Og at vit ikki hava ráð at lata mennirnar ansa børnunum, tí teir hava so nógv størri inntøkur enn kvinnurnar. Tað tordi ongin, hóast tað í roynd og veru hevði verið tað erligasta, nú støðan var, [...] hjá monnum og konum, sum hava tørv á einum arbeiði og ynskja familju. Arbeiðsmarknaðurin kann satsa uppá, at konurnar taka um endan heima, so maðurin kann vera til taks á arbeiðsplássinum. Páparnir nýtast [...] átaka sær størri ábyrgd á arbeiðsmarknaðinum og harvið prógva, at tað ber til og er neyðugt at sameina arbeiðs- og familjulív. Og at tað í dag er ein samfelags-skylda at taka lut á arbeiðsmarknaðinum og
hann er – hann er ein fortreyt. Vit, sum eru so heppin, at vit liva í einum fólkaræði, hava kortini tann framíhjárætt, at vit í stóran mun kunnu broyta fortreytirnar vit liva og virka undir. Hetta er ikki [...] og stjórin, at fáa betri umstøður á Tjóðpallinum. Eisini viðvíkjandi listaligu menningini og starvsligu umstøðunum annars. Tað átti annars at verið góð tíðindi fyri øll á leiklistaøkinum, at Leiklistaráðið [...] og harvið altíð meirilutin av ráðslimunum – sambært lógini eru sett eftir tilmæli frá ávikavist Leikarafelagum, LISA, MÁF og starvsfólkunum á Tjóðpallinum – tað vil siga úr menta- og listaumhvørvinum sjálvum
løgmanni. Hann ætlar sær nú at hyggja nærri at brævinum fyri at vita, um tað eru ymisk stig, sum skulu takast. Løgmaður hevur frætt, hvat Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað eitt nú henda setningin: ?Ringt [...] úttalilsini hjá løgtingsmanninum eru so mikið grov, at hann fer at kanna tey, tá hann kemur heimaftur. -Tórbjørn Jaoobensen veit væl, at tað eru ikki meira enn tvær vikur síðani, at vit viðgjørdu vinnupolitikk [...] Fólkaflokkinum í landsstýrinum. Skrivingin kemur í kjalarvørrinum á tí orðaskifti, sum hevur verið um privatisering av landsfyritøkum, eitt nú Fiskavirking. Einastaðni í greinini skrivar løgtingsmaðurin, sum
HB, sum hevur vunnið fimm meistaraheiti bara hesi síðstu átta árini! HB og KÍ eru javnaldrar, tí bæði feløgini eru sett á stovn í 1904, men tó byrjaði KÍ ikki við fótbólti fyrr enn í 1911. Men tá kappingin [...] ikki hava vikið plássini á ovastu rók. Nú KÍ fall, er so bara HB eftir, ið enn ikki hevur roynt niðurflyting ella av øðrum ávum er farið úr bestu mansdeildini. Langt ímillum At KÍ nú ikki longur megnaði at [...] ferðir. KÍ helt fram við at vinna við jøvnum millumbili og onkrum háli, eitt nú við tiltikna 66-liðnum, og tá KÍ í 1972 kom upp á meistaraheiti nummar 15, hevði HB bert verið meistari seks ferðir. Bert HB
og smáu oyggjarnar liggja. - Nei, er tað sannheit... Eru tykor úr Fyrjun? sigur hon á suðuroyarmáli. Vit sessast á gólvið og fella í prát, meðan vit bíða eftir klæðunum. Frances er hálvur føroyingur. Mamma [...] Vaskimaskinan er liðug, og vit leggja hálvvátu klæðini saman. Frances skundar sær upp á kamarið at gera seg til reiðar. Ein tíma seinni kemur hon rennandi oman trappurnar: - Nú eri eg klár. Riggar taskan [...] Hollywood Boulevard. Hon gongur á The Walk of Fame gøtan, har tey kendu hava fingið teirra navn skrivað á eina stjørnu. Hvør veit... Kanska Frances Nolsøe oHara einaferð fer at standa á eini stjørnu...? Frances
roynt á túrunum frammanundan, men í hesum førinum var gps-arin tómur. Einki var hjá eftirlitinum at fara eftir, og tá báturin kom til lands, tók maðurin veiðina við sær til hús. Hóast ásetingar nú eru sum [...] vinnulig línuveiða ikki skal sleppa at ganga heilt inn í klettin, og nú gevur sami stovnur ferð eftir ferð royndarloyvi til útróður á hesum leiðum. [...] varð, at hann hevði sett línu í vinnuligum útróðri ov nær landi. Hetta er nevniliga næsta fiskiárið á rað, at vinnulig línuveiða ikki er loyvd heilt í klettin. Ásett er, at bátar skulu royna í ávísari fjarstøðu
Tað er ikki hissini, sum lokalu hetjurnar á A liðnum og B liðnum lova, nú tað stundar til kommunuval í høvuðsstaðnum. Skattalættar og barnakekkar - you name it. Einki er óført. Einasta kravið hjá teimum [...] teimum er: Øll sum hava nokk skulu hava meir. Hetta eru Seriu A og Seriu B liðini hjá teimum, sum beint innan árslok gjørdu seg so grundleggjandi inn á pensjónsviðurskiftini hjá tí einstaka. Tey, sum brandskattaðu [...] kanska. Enn einaferð hevur 200 rætta svarið: “Reypaði, um at vit øll skuldu fáa skattalætta allastaðni. Ja, also var tað øll, ella hvør var tað nú, sum skuldi fáa skattalætta? Ja, eg veit ikki, øll skuldu
góðan mun. Tað sigur Ruth Vang, forkvinna fyri Framsókn, nú Løgtingið viðger annan hjálparpakkan frá landsstýrinum til fyritøkur og løntakarar, sum eru hart rakt av koronakreppuni. Men hon heldur ikki, at [...] hóvar ikki Ruth Vang, at markið er knívskorið upp á 50 prosent. Tað merkir, at ein fyritøka, sum hevur mist 49 prosent av umsetninginum fær onga hjálp. Vit kundu hugsa okkum eina stigvísa skipan, so at eisini [...] Men annars væntar hon, at tað verður neyðugt við fleiri hjálparpakkum, eitt nú til fiskivinnuna, sum eisini er hart rakt. Trýst á pílin undir myndini og hoyr forkvinnuna í Framsókn siga sína hugsan um nýggja
ár, einaferð í mars og nú aftur í november. Hetta hendir hóast, at eitt samt Løgting tann 20. apríl 2018, samtykti eftir tilmæli frá einari samdari Vinnunevnd, at heita “ ... á landsstýrið um at seta niður [...] áðrenn nakað blekk er sett á blað, er tað, sum eingilskmenn kalla ”a dead duck” - nakað, sum ikki verður til nakað óansæð, tí politiski viljin er ikki til tess. Eg haldi, at nú skyldar landsstýrismaðurin [...] gera hesa løgtingssamtyktina og seta serfrøðinganevndina, har eisini fólk frá vinnuni eru við. Føroyar hava tørv á einum vinnupolitikki, sum tryggjar, at náttúrugivnað tilfeingið verður troytt til gagns
endurvenjing, eitt nú balansubrettir, máttir, bóltar og annað. - Heilsan hjá okkara borgarum hevur ótrúliga nógv at siga við tað, at tá fólkið er væl fyri, fáa vit eitt betri samfelag á so nógvum økjum. [...] sjúkradagar, okkara eldru kunnu verða longri í egnum heimi og longri á arbeiðsmarknaðinum. Fyrimunirnir eru ótrúliga nógvir. Jógvan í Skorini vísir á, at sjálvandi er hetta eisini enn eitt tiltak í tilgongdini [...] Eiðis kommuna samtykti á seinasta bygdaráðsfundi í 2016 at keypa venjingarútgerð til nýggja fitnesshølið í húsinum í Hólmanum. - Nógvar maskinur verða keyptar, og kommunan hevur í tilgongdini ráðført seg