eitt ár gongur til stovnurin er klárur at taka í nýtslu. Heildarætlan Sosiala nevnd hevur ætlanir um at seta ein bólk at hyggja eftir, hvat kann gerast her og nú fyri at útvega fleiri ansingarpláss. Forskúlarnir [...] ein spurningur, um tað er rætt at koyra børn í skúla eitt ár fyrr. Vit eiga fyrst at fáa at vita, hvat innihaldið verður í forskúlunum. Kannað verður, um tað ber til at seta á stovn útibarnagarð Inni á [...] tað er, at sosiala nevnd er samd um, at nýggjur stovnur skal byggjast í Vesturbýnum til 60 børn. Og sum skilst eru allir býráðslimir fyri hesi ætlanini. Forkvinnan í sosialu nevnd roknar við, at í øllum
hendan møguleika at fáa ávirkan í ES, heldur ungi íslendski ráðharrin. Á fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar hevur Høgni Hoydal skotið upp, at samstarvið verður víðkað til eisini at umfata nærøkini [...] leiðsluna har. Hon sigur, at ráðið hevur tikið sera væl í móti uppskotinum hjá Høgna Hoydal um víðkaða samstarvið. Hon sigur, at settur er ein vísmannabólkur, sum hevur fingið til uppgávu at greina út, hvussu [...] leggur eisini afturat, at tá høvdu vit eisini fingið fría atgongd til útbúgvingarsamstarvið í Norðurlondum. Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal eru samd um, at Føroyar og Ísland eiga at leggja sera stóran
Semja er um at geva Landsstýrinum heimild at leggja upp til 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ, treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar. Umframt [...] Landsstýrissins eigur at avmarkast, og skýtur tí upp av avmarka heimildina soleiðis,at 12,5 mió. krónur av landskassaláninum til grunnin verður lagt um til stovnsfæ. Fyritreytin er, at danska stjórnin somuleiðis [...] farið er fram, tá undantak er givið, og um, hvør hevur biðið um at fáa grunnin undantiknan. Nevndin heldur, at Framtaksgrunnurin eigur at verða skrásettur hjá Skráseting Føroya og virka sambært teimum reglum
skýtur fíggjarnevndin upp, at Landsstýrið í tilsøgn síni til Framtaksgrunnin at umleggja lánspening til stovnsfæ, skal skipa so fyri, at viðtøkurnar verða broyttar soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki [...] Fíggjarnevndin mælir til at teir verða valdir fyri tvey ár í senn.Tó skal einki verða til hindurs fyri at nevndarlimir verða afturvaldir. Landsgrannskoðarin hevur upplýst fíggjarnevndini, at viðtøkurnar fyri [...] er fyri, at hann kann útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7, stk. 1, 2. pkt. Eftirlit við grunninum Fíggjarnevndin skýtur tí upp at seta sum treyt fyri heimild Landsstýrisins, at grein 7
ógvuliga fegin um at hava, og henni dámdi eisini væl at koma har. - Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari. - Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana [...] sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at øll kunnu ímynda sær, hvussu tað kennist hjá teimum sjúku at uppliva [...] eina familju. - Hartil kemur, at fleiri ikki hava nakran góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí foreldrin eru deyð. - Hjá okkum er støðan tann, at vit eru tvær systrar í Danmark
sum tó leggur aftrat, at Regin stóð seg einastandandi væl. Tó heldur finnin, at Regin og hann hava ein vansa í at vera so lágir í mun til nógvar av hinum, men Ahola leggur aftrat, at hetta ger tó einki, [...] Sosialurin hitti stutt eftir, at kappingin um at gerast The Atlantic Giant 1999 var lokin. Umgyrdur av børnum, sum vildu hava autograf, greiddi fyrikomandi finnin frá, at hann helt kappingina vera sera [...] til at stúra. Ahola segði, at tað vóru nógvar kappingargreinar, har stórt trýst var á ryggin, og sunnumorgunin var breiðvaksni ryggurin á finnanum eisini móður, greiðir hann frá og leggur aftrat, at tá
á flogvøllinum. Teir ynskja at leggja allan hurlivasan, verið hevur seinastu tíðina, afturum. Tað er líkasum meira áhugavert at tosa um framtíðina, halda teir. Ætlanin er at reka kunningardiskin heilt uttan [...] heldur ikki, at uppskriftin við at leggja støðið eftir inntøkum, er nóg góð. Sjálvandi ljóðar til tilforlátiligt, vísir hann á. Men skal tænastan vera tann, hon fyrr hevur verið, ber ikki til at seta avmarkingar [...] nýggju eigararnir eru gingnir undir. Men Kalle Soll sigur, at hann tók ikki av, tí hann er púra sannførdur um, at tað ikki ber til at veita somu tænastu sum áður, við hasari uppskriftini, teir nýggju menninir
støðugt økt. Seinna orsøkin er, at elprísurin er settur eftir, hvat tað kostar at gera hann, umframt at SEV prístryggjar oljukeypið fram í tíðina. Úrslitið av tí er, at SEV sleppur undan brádligum sveiggjum [...] Djurhuus, stjóri í SEV. Hann vísir á, at tvær høvuðsorsøkir eru til, at føroyski elprísurin er støðugur og lutfalsliga lágur, samanborið við grannalondini. Fyrra orsøkin er, at eftirspurningurin eftir elorku [...] framvegis altavgerandi at vit sleppa av við oljuna, minnir Hákun Djurhuus á. Í høvuðsheitum er elprísurin eitt úrslit av søluni av streymi og útreiðslunum at byggja elnetið út. Tað merkir, at prísurin á streymi
egnað til bygging. Dávur Juul sigur, at skuldi tað verið soleiðis, at onkur hevur hug at byggja sær sethús á Hellunum, fer hann ikki at liggja á boðunum. - Eg trúgvi, at her kundi saktans funnist ein loysn [...] bygdina. Dávur Juul vísir á, at tað eru trý umboð í Hellu-nevndini, har tvey eru av Hellunum, og so er borgarstjórin hin triði limurin. Á Hellunum siga tey, at eitt, sum ætlanin er at broyta í bygdini, er eitt [...] kommunu, sum umframt Fuglafjørð eisini fevnir um Kambsdal. Borgarstjóri er Dávur Juul, og hann veit at siga, at arbeitt hevur verið við einari sonevndari Hellu-verkætlan í nøkur ár. - Vit hava sett nakrar krónur
hugsanin er, at tær skulu mennast her í umhvørvinum, til tær vaksa seg út um hetta umhvørvi, sigur Ólavur Gregersen. Umráðandi at hava eitt netverk Stjórin í Bitland sigur, at tey eru sera fegin um at fáa eitt [...] upp at standa her í Føroyum, tí av tí at okkara samfelag er so lítið, hevur tað sera stóran týdning, at man samstarvar innan vitanarøki. - Vit eru so smá, og talentmassan aðrastaðnis er so stór, at tað [...] tað er nógv lættari at fáa slík umhvørvi upp at standa uttanlands. Vit vita jú, at til dømis hava størstu fyritøkurnar uttanlands menningardeildir, ið eru líka stórar sum størstu fyritøkurnar her á landi