stórur, og vit verða noydd til at taka nøkur trupul tøk fyri at framtíðartryggja føroyska samfelagið, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. Løgmaður leggur aftrat, at nevndin virkar fyri alla politisku skipanina [...] Eg eri fegin um, at nevndin er fullmannað og klár at fara til verka. Endamálið hjá nevndini er - enn sum áður - at greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum [...] havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Fyrsta stig er at savna nevndina
í summum førum verður gjørd fyri at fáa uppmerksemi og dámingar á sosialum miðlum. – Tað ger hesa ábyrgdarleysu atferðina enn meira skelkandi. Ongin fyrilit verða tikin fyri teimum oyðileggjandi avleiðingunum [...] Fimm tannáringadreingir lótu lív í einari ógvusligari ferðsluvanlukku í Írlandi náttina til sunnudagin. Bilurin við dreingjunum koyrdi móti ferðsluni á einum motorvegi nærindis býnum Athy, í ein útsynning [...] avleiðingunum, sum koyringin kann fáa fyri ósek fólk og tey, sum koyra, sigur politistjórin sambært Sky News. Familjan í mótkoyrandi bilinum var sambært løgregluni á vegnum uttan nakra skyld, tá bilurin við
segði í juli, at eitt álop á eina Wildberries-goymslu uttan fyri Moskva varð framt, tí hon sambært Ukraina varð brúkt til at goyma ílutir til dronuframleiðslu og navigatiónsútgerð. [...] sunnan fyri Moskva tíðliga í morgun. Tað skrivar guvernørurin í Moskva-landspartinum, Andrej Vorobjov, á Telegram sambært Reuters. Álopið rakti vinnuøkið Novoselki í Tjekhov-økinum sunnan fyri russiska [...] eim av goymslum hennara í Leningrad-landspartinum er evakuerað, eftir at eldur kyknaði har. Orsøkin til eldin er tó enn ikki upplýst. Síðani miðjan juli hevur Ukraina sambært russiskum upplýsingum rakt meira
Síðani tá hevur stuðulin verið við til at skapa nýggjar møguleikar fyri føroysk filmsfólk og fingið fleiri filmsverkætlanir úr hugskoti til veruleika. Stuðulin verður latin til størri føroyskar filmsverkætlanir [...] týdning fyri føroyska filmsumhvørvið. Hann hevur verið við til at styrkja menningina av nýggjum føroyskum filmsverkætlanum og skapa betri karmar fyri føroysk filmsfólk. Samstundis er hann við til at stuðla [...] gjørt nýggja stuðulsavtalu við Filmshúsið fyri árini 2026 til 2028. Hetta skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi. Við avtaluni letur Betri samtakið 2 milliónir krónur til føroyskar filmsverkætlanir, talentmenning
Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth. Charades í París stendur fyri altjóða søluni. Umframt [...] í Mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu leygarkvøldið. Tá var fyrsta sýning í Havnar Bio. Hon var fyri innbodnum, ið høvdu verið við í filmsgerðini. Frá vinstru, síggjast Sofia Nolsøe Mikkelsen, Lars Bredo [...] innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Hin fremmandi er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou
partar av Fifa og HM-kappingini til privatar íleggjarar. Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times við vísing til tríggjar ónevndar keldur, sum hava kunnleika til fundin. Sambært blaðnum varð ein [...] York, har fimm leiðandi embætisfólk í Fifa fingu fram til miðnátt at taka støðu til eina ætlan um at selja 20 prosent av ognarlutinum í Fifa-kappingum til ein bólk av íleggjarum. Gianni Infantino var sambært [...] gingið fyri seg í fleiri mánaðir undir strongum loyndarmáli í samstarvi við íløgufelagið Thrive Eternal hjá Joshua Kushner og bankan JPMorgan Chase. Bert ein lítil bólkur av fótbóltsleiðarum kendi til arbeiðið
minkað um plássið at virka á. – Eg síggi onga orsøk til at koma yvir í Húsahaga at taka lendi til eina súkklubreyt, tá kommunan hevur nóg mikið av lendi til slíkt, skrivar hann. Tummas Rubeksen staðfestir [...] gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin er send Tummasi Rubeksen, festara í Húsahaga, til hoyringar. Hann hevur nú alma [...] fleiri villgæs, lómar og spógvar í økinum enn nú. Eisini er havhestur farin at halda til í Brúnni, hamrinum oman fyri Villingardalsvegin. – Hetta er eitt av teimum einastu støðunum í Havn, har náttúran
bert 25–30 sentimetrar frá kantstrikuni. Víst verður til norskar vegnormalar, sum mæla til eina frástøðu á í minsta lagi 50 sentimetrar. Tí verður mælt til at flyta bilverjuna longri frá koyribreytini. [...] mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin. Uppáhaldið [...] Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru bæði fleiri bilar og meira ferð á vegunum
Hetta stendur í ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu fyri árini 2025–2029. Mátingin varð gjørd við innkoyringina til bygdina á Sondum. Sambært ætlanini koyra [...] vegamótinum til Sandabrekkuna. Tað kann skapa vandamiklar støður, um ein bilur ætlar sær at snara til vinstru, samstundis sum ein annar bilur roynir at yvirhála. Ferðslutrygdarætlanin mælir til, at hámarksferðin [...] verður mælt til eina bremsioyggj, eitt sonevnt ferðportur og ein ferðgáa. Ein lítil rundkoyring við vegamótið til Sandabrekkuna verður nevnd sum ein møgulig og bíligari loysn. Kostnaðurin fyri tiltøkini
Málið um ferðaleiðaran, sum varð tikin við einum ferðalag í haganum oman fyri Funning, er nú avgreitt. Ferðaleiðarin, sum er úr Rumenia, játtaði seg sekan í at hava virkað sum ferðaleiðari uttan neyðugu [...] Løgreglan hevur áður gjørt vart við, at slík brot kunnu hava bæði fíggjarligar avleiðingar og føra til útvísing.