Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu [...] at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini [...] skalt tú avlýsa hana. Steðga á og les boðini Fært tú eina ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt
góðar møguleikar í eini fastari farleið millum Føroyar og Scrabster. Føroyar hava ein stóran útflutning av feskum fiskavørum umvegis Bretland til útheimin, og við at seta skip í sigling í millum Føroyar [...] iga staðseting í norðara parti av Skotlandi, og gevur góðar møguleikar fyri skjótan víðari flutning, til týðandi marknaðir og flutningsmiðstøðir í Bretlandi. Harumframt hevur Samskip, í samstarvi við lokalar [...] Scrabster. Sambandi ímillum Suðuroynna og Skotland var í nógv ár sera týðandi fyri vinnuliga virksemið í Suðuroynni, og við nýggju farleiðini fáa vinnufeløg í Suðuroynni aftur besta sjóvegis sambandi til útheimin
nú skorað 13 av teimum 40 TB málunum í 1. deild í ár, og sambært FaroeSoccer hevur hann í 99 dystum í Meistardeildini skorað 19 mál, og í 1. deild hevur hann í 62 dystum skorað 19 mál. Í dag skoraði Samudeen [...] sigur hjá heimaliðnum, tá ið TB í Trongisvági í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. TB vann 5-1, og tað er størsti sigurin, sum aldursforsetin hevur vunnið í ár. Hálvleiksstøðan var 4-1. Sigurin [...] við sær, at TB nú er á fimta plássi við 29 stigum, og nú er tað heilt greitt, at TB eisini í 2027 fer at spæla í næstbestu deildini. Hvussu tað verður hjá NSÍ er meiri ivasamt. NSÍ er á sjeynda plássi við
Tað var toppuppgerð inni í Dal á Sandi í dag, tá ið B71 hevði vitjan av Víkingi. B71 er topplið, og Víkingur var undan dystarbyrjan tvey stig aftanfyri sandoyingar og hevði harvið møguleika við sigri at [...] stig aftur til ÍF, sum í løtuni spælir á heimavølli í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. Um ÍF ikki vinnur fulla úrtøku, so verður uppflytingin hjá B71 veruleiki longu í dag. Tað sær tó út til [...] til, at tað verður neyðugt hjá teimum í B71 at bíða inntil næsta leygardag, tá ið B36 verður gestur á Sandi. Eftir fyrra hálvleik í Gøtu er ÍF frammanfyri 4-0. Aftur í dag áttu donsku spælararnir stóran leiklut
eftir at leiðarin í Visit Sandoy, Michal Antony Charles Johannessen, í Degi og Viku vísti á eina hugsan um at gera eina timburgøtu við Mølheyggjarnar. Borgarstjórin leggur dent á, at talan bert er um eitt [...] myndugleikum, eitt nú Yvirfriðingarnevndini, áðrenn nakað kann gerast í økinum. Sambært borgarstjóranum hevur Umhvørvisstovan verið í sambandi við kommununa um møguleikan at avmarka ferðsluna á fløttinum [...] Sands kommuna hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at gera gøtur ella timburleiðir við Mølheyggjarnar. Tað sigur Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, við Kringvarpið. Málið kom fram, eftir
maðurin eru virkin í felagsarbeiðinum. – HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi [...] sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað í HB-húsinum skal hon seta seg inn í umsitingararbeiðið hjá [...] heimasíðuna hjá HB. Sanna Vitalis hevur verið nógv í og kring HB-húsið sum mamma, stuðul, hjálparvenjari og trivnaðarsamskipari. Nú fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til
eisini verið við til at vinna Víking í deildarspælið í Conference League. Í fótbóltssendingini hjá Stöð 2 - sum er eitt slag av TV2 í Íslandi - høvdu teir eitt fótbóltspanel í kvøld. Har søgdu teir seg ikki [...] Vatnhamar, ið hevur staðið framúr væl í Víkingi Reykjavík síðani skiftið úr Víkingi í Eysturkommunu í 2023, er á veg til Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í Vejle telja tey tað eisini sum eina eyka [...] ikki skilja, at Gunnar vildi skifta eitt topplið í bestu íslendsku deildini, ið javnan vinnur seg í eitt evropeiskt deildarspæl út við eitt danskt elevator-lið. Soleiðis fullu orðini. Gunnar hevur spælt 58
serliga elvd av heitum sjógvi, veikum vindi og stórari nøgd av føðsluevnum, sum renna út í havið úr landi. Sambært Copernicus kann hetta hava neiliga ávirkan á bæði vatngóðsku og lívið í havinum. Týsku [...] tikin av einum Sentinel-3 fylgisveini, vísir grønar ringrásir á sjónum, sum eru eyðkenni fyri blóming av blágrønum algum, eisini nevndar cyanobakteriur. Slík algublóming er vanlig um summarið í Eystersjónum [...] ir í Rostock ávaraðu 11. august um algurnar við strendurnar har á leið og mæltu fólki frá at fara út at svimja. Copernicus nýtir Sentinel-fylgisveinarnar til støðugt at fylgja við havumhvørvinum í Evropa
, sum samanbera støðuna í august 2025 við august í ár. Serliga sjónlig er broytingin í Hyde Park mitt í London. Á fylgisveinamyndmynd frá 13. august í fjør er stórur partur av lendinum grønt, meðan sama [...] sama økið 13. august í ár er vorðið brúnt orsakað av drúgva turkinum. Sama mynd sæst, tá hugt verður at Suðuronglandi sum heild. Stór øki eru nógv brúnari í ár enn í fjør. Sambært European Drought Observatory [...] Observatory vóru 25 prosent av Onglandi í hægsta ávaringarbólkinum fyri turk við endan av juli, meðan 65 prosent vóru í næsthægsta ávaringarbólkinum. Turkurin kemur eftir ein óvanliga heitt og turt summar.
Festivalinum í ár, og í kvøld hevur hann konsert á Vágsbø. Í gjár komu Seebach og hansara fylgi til Føroya. Tey vildu fegin uppliva eitt sindur av Føroyum áðrenn sjálva konsertina, og tað hava tey gjørt. Í morgun [...] hevur Rasmus Seebach hitað upp til konsertina í kvøld við gongutúri í føroysku náttúruni. Tað kendist frískligt, og lagið var sera gott. Rasmus Seebach er ein av størstu poppstjørnum á okkara leiðum, og roknað [...] hjá honum á Vágsbø í kvøld. Rasmus Seebach hevur tikið fleiri treylarar við útgerð við til Føroyar fyri at seta tað stóra showið upp á Summar Festivalinum. Rasmus Seebach spælir í kvøld klokkan 22.