at lítið inntriv er gjørt í lendið innanfyri rossagøtuna, og at økið sambært teimum ikki er lagt av til ítróttarøki í byggisamtyktini. Eisini verður víst á, at talið á másum í økinum er vaksið seinnu árini [...] hevur áður verið upplýst, at súkklubreytin skuldi liggja 30 metrar frá rossagøtunum. Kortið, sum nú er lagt fram, vísir sambært teimum, at breytin í støðum kemur inn á sjálva rossagøtuna. Harumframt eru [...] tilfar krevst, ella hvussu tilfarið skal flytast út í lendið. Reiðfeløgini vísa á, at eingin vegur er niðan til ætlaða økið við Fjallið og Vesturvarða. Við støði í metingum frá fólki, sum tey siga hava
Trump, sokallaða Board of Peace, hevur lagt fram. Tað staðfesti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum stjórnarfundi í dag. – Eg sigi tað aftur: Ísrael vrakar 15 punkta skjalið, segði Netanyahu [...] Netanyahu sambært Times of Israel. Serliga er ósemja um, nær ísraelski herurin skal taka seg aftur úr Gaza. Netanyahu sigur, at eingin afturtøka verður, fyrr enn Hamas er veruliga avvápnað. – Tá eg sigi, at Hamas [...] Hamas skal avvápnast, meini eg við øll vápn. Tað skal vera verulig avvápning og ikki ein avvápning fyri sjón skyld, segði hann. 15 punkta ætlanin varð løgd fram síðst í juli og hevur fingið undirtøku frá
okkara monnum til fyrimunar. Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði heili 94 mál í hesum endaspælinum. Tað er tað mesta nakrantíð hjá nøkrum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli. Í EM-endaspælinum í [...] Føroyska U18-manslandsliðið røkkur ikki U19-HM endaspælinum komandi summar. Tað sum tó kann bjarga okkara eitt HM-endaspælspláss er um altjóða hondbóltssamgongan, IHF gevur Føroyum eitt sonevnt "Wild Card" [...] Card", ella um eitt landslið úr einum øðrum heimsparti gevur avboð til endaspælið. Tað er komið fyri fyrr. Føroysku U18-mennirnir taptu í dystinum um 15. plássið í U18 EM-endaspælinum í Serbia 35-41 fyri Póllandi
uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, at Iran er nær við at fáa eina avtalu í lag við Oman um sigling og rakstur av einari nýggjari leið gjøgnum Hormuzsundið. Men tað merkir ikki, at sundið verður latið upp [...] verður ikki latið upp aftur, fyrr enn USA hevur gingið undir øll krøvini, sum Iran setti leygardagin. Tað sigur iranska Revolutiónsverjan í dag. Mohammad Bagher Zolghadr, trygdarleiðari í Iran, legði í gjár [...] iransk ogn verður latin leys, og at álopini á sameindu hjá Iran í økinum halda uppat. – Okkara ætlan er at halda Hormuzsundið stongt, til fíggindin hevur góðtikið allar okkara treytir, sigur Revolutiónsverjan
Pentagon, krevur, at verjuídnaðurin munandi skjótari skal framleiða og lata vápn og aðra hernaðarútgerð. Tað skrivar The Washington Post, sum hevur fingið innlit í eitt skriv, ið var sent leiðarum í amerikanska [...] m í krígnum í Iran. Hetta hevur sambært Reuters elvt til stúran um, hvussu væl amerikanski herurin er fyrireikaður til møguligar framtíðar ósemjur. Donald Trump forseti hevur tó víst aftur, at USA hevur
einum øðrum álopi í Cesar-landslutinum. Har rakti ein drona við spreingievni eina løgreglustøð. Enn er eingin illgruni alment vendur móti ávísum persónum fyri seinna álopið. Abelardo de la Espriella tók [...] hevur boðað frá munandi harðari politikki mótvegis vápnaðum bólkum enn undanmaðurin Gustavo Petro. – Tað verður einki friðskjól, eingin lin viðferð og einki revsifrælsi, skrivaði forsetin á X eftir álopini
Eingin álvarsom hending er skrivað í bøkurnar hjá løgregluni frá SummarFestivalinum í Klaksvík í nátt. Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini. Mesta arbeiðið hjá løgregluni hevur verið at finna bileigarar
aftur um bak, hevur 17 stig a fjórða plássi, og at tað eru átta stig fram til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi, og sum er besta boðið upp á lið, sum saman við favorittunum í B71 fer at flyta upp.’TB tapið [...] tapið í dag ber við sær, at TB eftir 18 umfør hevur 22 stig, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss. HB er á níggjunda plássi við 17 stigum. Um eina viku fer TB at spæla á útivølli ímóti [...] fimti ÍF sigurin, síðani Karl Løkin mitt í apríl tók við venjarastarvinum í Fuglafirði. Fimm ferðir er tað endað javnt, og tríggjar ferðir hevur ÍF tapt.
at uppflytingarplássið ikki er so trygt nú, sum tað hevur verið stóran part av árinum. FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er nummar fýra. Í dag spældi FC [...] tveir dystir. Nú er FC Hoyvík á áttanda plássi við 19 stigum. Tað eru tvey stig aftur til HB, og tað eru 12 stig aftur til EB/Streym. Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla ímóti B71, sum er topplið og stórur [...] Tað letur til, at tað er álvari í bjargingarroyndini, sum FC Hoyvík fór undir í juni, tá ið Bárður Olsen tók við venjarastarvinum. Í dag átti FC Hoyvík heimavøll ímóti favorittunum í FC Suðuroy, og tað
Tað er nógvum vindur í støðum í kvøld. Landsverk.fo veit at siga, at boðað verður frá nógvum vindi, ella stormi, har vindurin er mestur. Boðini frá landsverk.fo eru hesi: Oyggjarvegur við Norðadalsskarð