. Hann trúði upp á tað solidariska samfelagið. At vit hava ábyrgd av hvørjum øðrum, og at samfelagið skal geva øllum góðar og javnar møguleikar. Hann var eisini upptikin av, at tað skuldi bera til at liva [...] í 2021, har myndin omanfyri er frá. Tá vóru 56 ár liðin, síðan tann 20 ára gamli Hans Jørgensen var við til at stovna SU og varð valdur skrivari í fyrstu nevndini. Nú Hans er farin, minnast vit ein mann [...] livandi og góða tíð. Hann hevði eitt gott og tætt samstarv við Atla Dam, sum tá var formaður floksins. „Tað var so stórt álit millum Atla og meg,“ segði Hans, tá hann nógv ár seinni fortaldi um tíðina sum skrivari
Eisini verður verandi WDF-heimsmeistarin hjá kvinnum, Deta Hedman , at síggja við Tjarnir. Og so er tað eitt av heilt stóru stjørnuskotunum á dartpallinum í løtuni: 15 ára gamli Mitchell Lawrie . Hóast [...] innleiðandi dystirnir í EM spældir. Hesar dagar eru innleiðandi dystir á 32 banum samstundis, men eisini er ein dystur sum verður spældur á stóra finalupallinum. Dartsamband Føroya eru vertir fyri EM á hesum [...] úr 37 londum luttaka, og millum teirra eru fleiri nøvn, sum dartáhugað kenna væl. Millum profilarnar er svenski stórspælarin Andreas Harrysson , betur kendur sum “Dirty Harry” , og fyrrverandi PDC-spælarin
Landsstýrismaðurin hevur hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Uppskotið skal nú til 3. viðgerð, áðrenn tað er endaliga samtykt sum lóg.
endar uppi á ferðoynni. – Um hetta er eitt vanligt stívt stálrør uttan brot- ella eftirgevingarskipan, hevði eg fegin viljað vitað, um Landsverk metir, at uppsetingin er nóg trygg við einum møguligum samanstoyti [...] Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina. Ferðoyggin [...] samanstoyti, skrivar Sámal Bláhamar til Landsverk. Hann spyr eisini, um skeltastativið er eftirgeviligt og góðkent til staðsetingina, eitt nú sambært evropeiska standardinum EN 12767 ella teimum ferðslu
oyggjaleikabreyt, sum er 3 km til longdar og harafturat við gøtum innií. Talan er um eina breyt við í minsta lagi 30 metra frástøðu til rossagøtuna, og í flestu støðum væl meira enn tað. Ein greið sundurskiljing [...] nógv virksemi longu er runt Vesturvarða, er ósannlíkt at súkklu- og gongugøtur fara at lýta náttúruøkið, og at gøturnar í størst møguligan mun verða gjørdar úr tilfari, sum longu er á staðnum. Tí metir [...] minni í vavi enn upprunaliga ætlanin. Tað uppskotið varð samtykt á býráðsfundi tann 26. februar 2026. ##med2## Málið til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini – avgerð er ikki tikin enn Í mai kunnaði náttúr
á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri, at teir kunnu rapa. - Tað hevur verið neyðugt støðugt [...] og brúkast til gamla múrverkið. Tjóðsavnið vísir á, at á teimum strekkjum, har múrurin er so illa farin, at vandi er fyri, at hann rapar, verður hann tikin varliga niður og laðaður uppaftur. - Aðrastaðni [...] verður lagdur í fugurnar. Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum er væl egnaður til gamalt múrverk, verður brúktur. - Hann er veikari og smidligari enn sementmørtil og kann tí betur fylgja rørslunum
Reykjavík spældu dyst á útivølli móti Akranesi. Víkingur var tvær ferðir aftanfyri í dystinum, men tað eydnaðist teimum at fáa javnleik 2-2. Í seinna hálvleiki fingu liðini hvør sín leikara vístan av vøllinum [...] 1-1 Helgi Guðjónsson, br. ('42 ) 2-1 Gísli Eyjólfsson ('57 ) 2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('59 ) Víkingur er framvegis greitt oddalið í deildini við 44 stigum. Teir eru sjey stig frammanfyri Fram. Komandi hóskvøld
Västerås er nummar sjey í deildini við 25 stigum. Mikudagin klokkan 17.30 spælir Västerås dyst á útivølli móti Enköping í svensku steypakappingini. Enköping spælir í triðbestu deildini, so tað burdi borið
javnleikur 1-1. Men tað gingu bert fýra minuttir, so høvdu Clara La Cour og Nsira Ouedraogo lagt FC Nordsjælland á odda 3-1, og fyrsti sigurin hetta kappingarárið var veruleiki. FC Nordsjælland er nummar fimm
svensku deildini vann greitt 33-23. Í steðginum var Karlskrona bert á odda við einum máli, 16-15. Tað hoyrir tó við til søguna, at Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og trý av [...] Arnór Viðarssyni toppskjútti hjá Karlskrona. Teir skutu sjey mál hvør. Tróndur skoraði trý mál. Enn er ikki greitt hvørjum HF Karlskrona møtir í áttandapartsfinalunum.