samsvarandi. Ein av orsøkunum er helst tann, at meðan tiltøkini eru færri í tali, so sláa fólk seg saman nú og gera størri tiltøk. Tað eru eisini nógv, ið hava tikið tiltakið til sín og hava tað á hvørjum [...] lagnum. - Tað er ikki endaligt upptalt enn, men tað vóru umleið 55 tiltøk kring alt landið. Tað eru vit væl nøgd við, sigur Poula Norðbúð, ið starvast í Krabbameinafelagnum. Meðan áhugin fyri at skipa
hendingina í løtuni, men her hevur eftir øllum at døma verið eitt størri slagsmál, og tveir persónar eru stungnir við knívi, sigur vaktleiðarin, Brian Holm, í Keypmannahavn. Sum skilst á donsku løgregluni [...] er eingin av teimum stungnu í lívsvanda. - Tað vóru rættiliga nógv fólk til Herlev Fight Night, og vit fóru væl mannaði út og hava stongt stevnuna, men enn er eingin handtikin, sigur vaktleiðarin við danskar [...] løgregluna fyri trimum døgum síðan og ávaraði tey um, at her fóru at koma nógv fólk - eisini fólk, sum eru knýtt at bandavirksemi, sigur ein av fyrireikarunum. Sambært Københavns Vestegns Politi fer løgreglan
– Vit fara ongantíð at góðtaka, at verkfalsrætturin verður skerdur. Tað siga seks fakfeløg í eini almennari fráboðan nú á miðdegi. Tey seks fakfeløgini eru Akademikarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkra [...] , Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið. Hetta eru tey feløgini, ið formliga samstarva í tí, tey kalla Fakfelagssamstarvinum. Og tað, tey sipa til, er [...] verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. – Rætturin til fríar samráðingar, og rætturin at fara í verkfall, eru vunnin við hørðum stríði og drúgvum samráðingum, staðfesta tey. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum
ríkisstovnar eru við í bólkinum), næstflest í heilsu- og almannaverki, triðflest í handilsvinnuni v.m. Síðani koma byggivinna, undirvísingarverkið og so tilfeingisvinnurnar í fiski- og alivinnu. Hesar eru 8 tær [...] Kynsbýtið er nógv øðrvísi í tilfeingis-, byggi og framleiðsluvinnum. Í 'Fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum’ eru 4.364 løntakarar, og her er kvinnuparturin 27%. Størsti ójavnin er í fjórða høvuðsbólkinum, ‘Byggivinna [...] nur. Her er kvinnuparturin einans 13% av øllum løntakarunum. Tað er sostatt í tænastuvinnunum, at vit finna flestar løntakarar og tað er eisini her, at flestu kvinnurnar arbeiða. Seinastu fimm árini er
- Vit fylgja við í støðuni í Brússel, og fáa kunning gjøgnum fjølmiðlar og samskifti við okkara starvsfólk. Tað sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til Evropeiska Samveldið, nú heimsins eygu eru vend [...] støðuni í býnum. Fólk hava fingið boð um ikki at samlast í stórum fólkamongdum, og metroin og skúlar eru stongdir, men annars heldur lívið fram í býnum. - Leygardagin vóru handlar og matstovur stongd, men [...] sama er galdandi í dag, men annars sæst støðan kanska best við, at fleiri hermenn og løgreglufólk eru á varðhaldi á gøtuni enn vanligt. - Annars hevur Evroparáðið boðað frá, at tað er ein vanligur arbeiðsdagur
mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Minnilutin, sum eru Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss og Aksel V Johannesen úr andstøðuni eru samd í, at tað skeivt at avtaka mvg á rokningum frá matstovum [...] Tað verður ikki bíligari at eta á føroyskum matstovum. Tað er greitt, nú samgongan havnar einum uppskoti frá Poul Michelsen, tingmanni fyri Framsókn um at gera tað mvg frítt at gista á hotellum og at eta [...] úr samgonguni, at tað er ikki rætt at avtaka meirvirðisgjaldið á hotell- og matstovuvirksemi. Hetta eru inntøkur hjá landskassananum, sum gera, at tað ber til at seta stórar upphæddir av til at marknaðarføra
teirra við harðari hond, og einki undantak er nú norðurkoreans ítróttarfólk luttaka í OL í Rio de Janeiro, har tilsamans 31 út av teimum 11.200 luttakarunum eru úr Norðurkorea. Radio Free Asia skrivar, at [...] ímillum kappingarnar. - Einki. Vit vitja ikki kend støð og koma ikki í samband við útlendingar, segði Wang Ok Gyong við Washington Post. Tað er ikki óvanligt, at luttakarar, ið eru frá londum við einaræði, taka [...] innan norðurkoreansk viðurskifti, sigur við Washington Post, at tað annaðhvørt man vera tí at teir eru undir strongum eftirliti og ikki hava møguleikan at flýggja, ella tí at teir sum løn kunnu vænta sær
mánaðir. Les eisini: Sea Shepherd: Vit koma aftur til Føroya næsta ár Tilsamans hava yvir 500 mótmælisfólk verið í Føroyum, og tað mesta, sum hevur verið ísenn, eru 70 fólk. Og Lamya Essemlali heldur, [...] fordómar ímóti okkum. Hon heldur, at báðir partar eru komnir nógvum av hesum fordómum til lívs. - Eg haldi, at báðir partar skilja hvønn annan betur nú. Summi í Sea Shepherd hava havt eina einfalda mynd [...] mynd av føroyingum og hava bara sæð tykkum sum grindamenn og einki annað. Eg haldi, at føroyingar eru nógv meiri enn tað, og at spurningurin er nógv meiri fjøltáttaður, enn hann tykjast at vera uttanífrá
til Danmarkar við ferðafólkum klokkan 03 í nátt. Tað eru tey ferðafólkini, sum upprunaliga skuldu fara við RC462 og RC456 til Keypmannahavnar. Tað eru tey flogførini, sum vóru avlýst fyrr í dag. Hesi ferðafólk [...] dag er bara tað eina flogfarið lent, tað, sum kom úr Egilstøðum tíðliga seinnapartin. Trý flogfør eru farin úr Vágum, tvey í morgun og eitt seinnapartin. Hóast tað er greytasvart í Vágum, er framvegis [...] nærri boð um fráferð umleið klokkan 21 í kvøld. RC481 úr Aalborg lendi ikki seinnapartin og stendur nú í Keypmannahavn, og eisini har vera nýggj boð at frætta klokkan 21.00 í kvøld, sigur felagið. Eitt
løgtings- og fólkatingsval eru í nógvum førum so smá, at tað ber næstan til at seta navn á, hvør eigur hvørja atkvøðu. ”Hetta er ikki nøktandi,” sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú fer at reisa málið [...] at broyta markið fyri minstu stødd á valstøðum, og hvussu nógvir veljarar landsstýrismaðurin heldur eru hóskandi sum minsta mark fyri eitt valstað. Eisini vil Helgi Abrahamsen hava at vita, um landsstýrið [...] velja eftir síni sannføring Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á, at dømi eru um fólk, sum ikki tora at atkvøða eftir síni bestu sannføring, tí tann sum hevði væntað sær atkvøðuna