í Klaksvík eru ikki nóg góðar. Serliga er tað amboðsfimleikurin, ið krevur størri og betri umstøður. Sum nú er, er eitt lítið goymslurúm til øll tey mongu amboðini, ið mugu takast út og leggjast upp á [...] partur av uppgávuni hjá kommununi er at skapa karmar fyri góðum trivnaði hjá borgarunum í kommununi. Eg havi gjørt mær nakrar tankar um, hvørji átøk kunnu gerast fyri at betra um trivnaðin í kommununi fyri børn [...] nógv av hvørjum øðrum. Við eini skoytubreyt læra børn eisini um kava, sum er ein natúrligur partur av okkara vetri. Tónlistaskúli Stórur tørvur er á einum tónlistaskúla í Klaksvík. Nógv børn og ung ganga til
Havnina ígjøgnum Eysturoyartunnilin, enn tað er nú, ella hálvur annar tími báðar vegir. - Ein, sum er í Havn 200 dagar um árið, fer sostatt at spara 300 tímar um árið, ella sjey fullar arbeiðsvikur. - Tað [...] meiriluti er fyri einum almennum tunli, tí hevur hann tikið undir við einum privatum tunli. - Ein privatur tunnil er eisini nógv betri enn eingin tunnil, sigur Reimund Langaard. Men nú er greitt, at [...] 30 milliónir um árið, ella eina milliard í 30 ár. - Taka vit so øll tey, sum væntast at koyra ígjøgnum tunnilin, fara tey at brúka fýra milliónir tímar minni í bili um árið, enn tey gera nú. Tað sparir
ikki, at hann er nóg penur, ella at hann er ov gamal (maðurin er 38 ára gamal) o.s.fr. Øll hava okkurt ringt at siga um mannin, ið er farin í dýru klæðini hjá Mr. Bond, men eg haldi at hann er ein hin besti [...] góður Bond Actionfilmurin er altíð um at hava tamarhald á øllum, bad guys, kvinnuni og vápnum. Actionfilmurin er ein hin mest urmytiski filmurin allur sum er, hann er ein lang framvísing av machoetikki [...] Hesin er ein dreparamaskina við sjarmu og køldum hjarta. Ein luksus njósnari og hesin filmurin er ein betur Bondfilmur enn vit hava sæð teir í 20 ár, tó er hann alt ov langur 145 minuttir er alt ov langt
dag. - Tað er eitt sindur ræðandi, at ein veljarakanning kann hava so stórt vald, heldur Jógvan Mørkøre. Men hann sigur, at tað vísir seg, at tá ið tað gongur nokk so javnt á ímillum flokkar, er veljarin [...] Magni Arge, sum fekk ein avgerðandi leiklut í at Tjóðveldi vann mannin. Teir minna á, at tað er ikki so langt síðani, at Johan Dahl, landsstýrismaður fyri Sambandslflokkin, syrgdi fyri, at magni Arge varð [...] bara eru tvey umboð, sum skulu veljast. Samstundis gav tann seinasta kanningin, Tjóðveldi nýggja vón um at vinna annan sessin og úrslitið av tí var, at flokkurin rættiliga blásti í lúður og legði ógvuliga
13% víni og krevur, at farið verður yvir um hav við vatni. Hetta forboðið hevði nakrar halt fáar stuðlar á tingi, sum altíð megnaðu at leggja veto, líkamikið hvør samgongan var. Nú ongin stjórn situr, bar [...] omaná, meðan vit onnur mugu stýra skútuni við áralagnum, tí stýrisvølurin er sleptur? Hygg at málinum um grannskoðararnar. Málið er bert toppurin av ísfjallinum av tí rotinskapi, sum Fólkaflokkurin hevur [...] sýnir liberalu sambandshugsjón sína) ferð eftir ferð skrivar: “Gott løgmaður” um okkara svar uppá Mr. Chance, er talan um enn eitt non-paper ið rósar sitandi non-stjórn. Sjálvstýrisflokkurin bjóðaði rest-BC
og treytin fyri at veita hendan stuðul er altso, at tað er FSF, sum stendur sum eigari av bygninginum. Tyngsti parturin eftir Tað, sum nú restar í at gera, er øll liðugtgerðin av bygninginum innanveggja [...] bygninginum, um UEFA og FIFA skulu lata stuðul, og enn er einki gjørt viðvíkjandi innrættan av hesum, og so skulu fjølmiðararnir og sonevndur VIP?ararnir eisini hava sítt. Til samans er talan um eina íløgu [...] føroyingar nú í tveimum undankappingum hava leikt nakrar av landsdystum sínum á Tórsvølli, so restar enn nógv í, áðrenn vøllurin kann fáa eina endaliga altjóða góðkenning. Í løtuni er talan um eina fyribils
vóru samdir í, at talan var um eina skilaleysa yvirháling, har bilførarin hevði sett ferðslutrygdina í vanda við stórum fyrilitarloysi. Tann ákærdi fer nú at taka støðu til um dómurin skal skjótast inn fyri [...] koyrdi hann langt út á sperrufeltið og tað gjørdi tað ikki frægari, at ein fótgangarateigur var beint við. Ein bilur kom ímóti honum omaneftir Ringvegnum og tá ið tað so vísti seg, at talan var um ein sivilan [...] politisturin frá í rættinum. Politisturin metti eisini, at ferðin hevði verið væl yvir teir loyvdu 50 kilometrarnar um tíman, tá ið hann yvirhálaði. Sjálvur helt tann ákærdi ikki, at vandi var á ferð,
ofta hava ilt við at skilja millum, hvat ið er satt, og hvat ið er ósatt. Satt er tað, ið gagnar teirra málum, alt annað er ósatt. At ein fulltrúi í fíggjarmálaráðnum nú um dagarnar alment verður settur [...] til at stuðla øðrum høgravendum kapitalistiskum bandittastýrum kring knøttin. Hetta er nærum fullgjørt. Í so máta hava kúgararnir og kraddararnir á landi og sjógvi onki at klaga yvir. Høgrareligiøs, [...] alla aðrastaðni. Eisini í Danmørk. Hetta fyribyrgir sjálvjustitsi og er við til at fyribyrgja brotsverkum. Sum nú er, sær tað út sum um, at føroyingar ikki eru eins fyri lógini. At týðandi persónar verða
forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu [...] politiskt rumbul um málið og at renna undan ábyrgd. Alt hetta er beinleiðis ósatt, og tí verður her greitt frá gongdini í málinum. Vanligt mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Málið snýr seg um arbeiðs- og u [...] kríggið í gamla Jugoslavia er liðugt. Síðani hava tey søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, tí her hava tey fingið tilsøgn um arbeiði og bústað. Sostatt søkja tey ikki um at koma til Føroya sum flóttafólk
her og nú. Um vit skulu røkka málinum um, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnámsskúlaútbúgving, er tað ikki nøkur gongd leið at fara úr skúlaskipanini eftir loknan fólkaskúla, tí vandi er fyri, at [...] tilfeingið er eitt vælútbúgvið fólk – soleiðis ljóðar yvirskriftin hjá visiónsbólkinum, ið hevði útbúgving um hendi, og hetta kann eg bara taka fult undir við. Grundarlagið undir okkara samfelag í dag er vitan [...] sum alsamt hava otað seg meira og meira inn um skúlans gátt. Næmingar ditta sær við hvørt at leypa tann síðsta tíman um, tí tey skulu taka eina vakt á eitt nú Statoil ella í onkrum handli. Tað, sum fyrr