kemur seinni. Ebba var donsk, og hon var vird sum fá av øllum sum kendu hana. Men hon virdi eisini tey fólk, sum hon kom at búgva ímillum í Føroyum. Hon tók javnan til, hvussu væl hon varð stuðlað í Føroyum [...] onnur var í køkinum og hin var í stovuni. Hetta kann kanska ljóða ríkiligt. Men tað var kortini nóg mikið at gera, tí hentleikarnir vóru ikki sum í dag og nógv var um at fara. Sentralvarmi var einki sum [...] Ebbu og Hans Müller. Tá var sagt, at tað var so nógv, ið kundi sigast um Ebbu, at tað fór eisini at verða ein Miðvika bert um hana. Tað røkkur heldur ikki til, men tað, sum ikki pláss er fyri hesa ferð
FM-finaluni, sum var leikt í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld. - Eg eri ógvuliga vónbrotin, staðfestir Brynja Høj. Hon ásannar, at Neistin rakti ikki dagin: - Men nú klára vit so ikki at avgera tað uppá [...] staðfestir Brynja, og letur samstundis ongan iva verða um, at hon og liðfelagarnir ætla sær framvegis FM-heitið. Brynja Høj er eisini vónbrotin av, at hon og liðfelagarnir skutu ov illa, og tað er nakað, sum
sangir út. Teir liggja ikki í handlunum, men eru á iTunes. Døgg Nónsgjógv er 17 ára gomul og er ættað av Innan Glyvur. Døgg hevur altíð sungið, men tað var kanska ikki fyrr enn hon framførdi í Norðurlandahúsinum [...] ein skjótur og glaður kærleikssangur. Hin sangurin er ein friðarligur sangur, hon skrivaði um tað at missa pápa sín, ið hon gjørdi fyri níggju árum síðani, bara átta ára gomul.
felagnum hjá føroysku sjúkrasystrunum. Tað verður hon ikki longur enn til 17. mars. Á komandi aðalfundi hjá sjúkrasystrunum um hálva triðju viku fer hon frá, og Vár í Gong tekur við sessinum for forkvinna [...] felagið nevniliga frá, at einki formansval verður á hesum sinni. Orsøkin til hetta var hin einfalda, at verandi formaður ikki ynskti at halda fram í hesum starvinum. Hinvegin hevur nýggja forkvinnan í útvarpinum [...] Í hesi samrøðuni greiddi Vár frá ynski sínum at gera felagið meiri opið og tíðarhóskandi, eins og hon vísti á tað neyðuga í at samstarva meiri við aðrar fakbólkar. Aðalfundurin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
avlýst, segði Jana H. Dalsgaard. Hon staðfesti tó, at sjúkrarøktarfrøðingarnir harmast, at tað ikki ber til at loysa konfliktir á annan hátt enn gjøgnum fútarættin. Hon metir ikki, at Landsjúkrahúsið á nakran [...] frá hesum. Harmiligt Beint eftir, at niðrstøðan var kunngjørd úr fútarættinum, segði Jana H. Dalsgaard við portalin, at sjúkrarøktarfrøðingarnir harmast um, at fútarætturin skal vera mátin at loysa ósemjur [...] nakran hátt hevur latið upp fyri samráðingarmøguleikum. ? Og tað halda vit vera sera harmiligt, segði hon við portalin hóskvøldið.
hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen [...] ni vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur. - Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin [...] rin í telefonini úr Reykjavík. Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum. Konsertin í gjárkvøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi konsertferð, í sambandi við útgávuna
handilin í nøkur ár. Hon hevði planir um at fara til Danmarkar í skúla. So abbi segði, at um eg ikki vildi taka yvir, so var hann helst noyddur at snara um í handlinum. Eg helt ikki, at hetta var nakað eg kundi [...] reglur um abba mín, skómakarin við Gøtugjógv. Á summri 1993 spurdi abbi meg, um eg ikki vildi taka yvir skógvahandilin, sum hann hevði rikið síðani í 1947. Hetta var í sonevndu kreppuárunum, og eg var júst [...] handilin var vorðin alt ov lítil. Tá eg avgjørdi at flyta handilin, var abbi sera spentur mína vegna. Hann mundi verða glaður um, at so steðgaði handilin ikki upp fyribils. Men tann dagin klárt var at flyta
Millumrúmið á báðum ristunum var 55 mm. Hin ristin var úr øðrum plasttilfari, og mátini vóru 3 m x 2 m. Hallið á báðum ristunum var 45 stig, mált á landi. Úrslitið hjá íslendingum var, at ristin úr Kanada royndist [...] plastikki og ein, sum er gjørd úr plastrørum við enda ígjøgnum, soleiðis at hon ikki bognar, men heldur fellur saman, tá hon kemur ímóti eitt nú "vanganum" á trumluni. Undirsjóvarupptøkur eru gjørdar av [...] undir ristini, har fiskurin, sum ikki fór ígjøgnum ristina, sleppur út. Fyrsta og onnur Tann fyrsta ristin, sum royndir hava verið gjørdar við, var gjørd úr stáli. Mátið var 1,60 m x 3,60 m í trimum stykkjum
og Gestir. Fleiri av tónleikarunum vóru ikki heilt nøgdir við ljóðroyndirnar, men hetta var ikki nakað, ið flestu áhoyrarnir hugsaðu um, men onkur framførðsla var smávegis nervað av hesum. Alt í alt eitt [...] Eivør Pálsdóttur, sum hevur miklan tokka millum íslendingar. Hetta er kanska heldur ikki so løgið, um hugsað verður um, at hon hevur verið búsitandi í Íslandi, og at tónleikur hennara verður givin út á íslendska [...] Sólva Ford hevði leiklutin sum frásøgufólk. Hon royndi seg bæði á føroyskum og íslendskum, og hetta kom hon væl frá. Ljóðið í salinum var gott, men kanska var salurin betur egnaður til tann friðarliga tónleikin
tað snýr seg um hyggjaratalið fram um alt annað. Alt er øðrvísi, og kappingin er ógvuliga hørð. Ikki minst havi eg funnið tað markið sum eg havi og sum eg ikki hugsaði so nógv um áðrenn. Eg var sett í eina [...] har eg arbeiddi, hevði nakrar heilt aðrar hugsanir um, hvat tað var vit skuldu gera. Tað snúði seg fram um alt annað at vera undirhaldandi. Um hald var í tíðindunum hevði minni at siga. Vit skuldu uppá [...] sum sæst um allan heim. Men fyri trimum vikum síðani segði hon upp. ? Eg segði upp, tí tíðindadeildin, sum eg arbeiddi á, broyttist so nógv, at eg ikki longur kundi standa inn fyri tí, sum mær var álagt at