sum hava sæð bilin í tíðarbilinum frá í nátt til umleið klokkan. 15.00 í dag – serliga um onkur hevur lagt merki til føraran. Tað kann gerast við at ringja til politistøðina í Havn á 351448 ella við at [...] fyrr í dag, er funnin við atløgubryggjuna hjá Rituni í Hvannasundi, har hann er settur við skaða. Bilurin er sæddur á Viðareiði millum klokkan 10 og 11 fyrrapartin, har hann koyrdi skilaleyst runt í bygdini
Løgreglan var í gjár boðsend til eini hús í Eysturoynni, tí ein genta vildi ikki fara út úr einum húsum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan í Klaksvík í gjár fór til eini hús í Eysturoynni [...] Eysturoynni, tí ein genta var komin inn í eini hús har, og vildi ikki fara út aftur. Maðurin, sum átti húsini, vildi hava hana út, men vildi ikki sjálvur blaka hana á dyr. Tískil ringdi hann til løgregluna, sum
Seinnapartin í dag lat handilin elsabech upp í Malmø. Tað er føroyska Elsa Bech, sum er útbúgvin klædnasniðgevi og hevur egið merki, ið eigur og rekur handilin. Elsa Bech, ið er úr Havn, byrjaði fyri nøkrum [...] tilhoyr. Síðani er virksemi vaksið, og í dag gongur væl við at selja egna klædnamerkið, ið nevnist elsabech. Saman við manni sínum býr Elsa Bech í Malmø, og seinnapartin í dag hevði nýggi handil hennara opið [...] opið fyri fyrstu ferð. Handilin liggur á Davidshall Torg, sum er á Kockumsgatan í Malmø.
Í kvøld er sonevnd Hóskvøldskonsert í Sirkus í Havn við parinum Gary Wright og Leah Weiss úr Annapolis, høvuðsstaðnum í amerikanska statinum Maryland. Gary & Leah spæla amerikanskan upprunatónleik. Á enskum [...] violinlinjur, tætt samanspæl og góðir harmoniir er tað, ið eyðkennir Gary & Leah. Hóskvøldið hevur parið í Sirkus. Gary á vokal og gittara, Leah á vokal og gittara og Mikael Blak á bass. Konsertin byrjar kl
áður hevur húsast á Hálsi í Havn, at halda til í M.A. Winthers gøtu 2, sum eru fyrrverandi hølini hjá Sjónvarpi Føroya. TAKS flytur tí at av hølini á Hálsi verða gjørd ístand. Í hesum sambandi flytir tænastan [...] lkini eisini oman í býin, og fólk við ørindum til TAKS skulu tískil fara í M.A. Winthers gøtu. Í samband við flytingina verður stongt fyri telefonavgreiðslu og vanligari avgreiðslu í morgin og mánadagin [...] mánadagin. Men týsdagin er opið aftur fyri avgreiðslu í hølunum hjá gamla sjónvarpinum.
skaðan so mikið stóran í virði, at hon hevur skrivað tað sum eitt herverksmál. Enn er eingin tikin ella avhoyrdur í sambandi við málið, men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava okkurt [...] Í nátt hevur onkur gjørt seg inn á ein bil, sum var frásettur á einum heldum oydnum staði í høvuðsstaðnum, kanska tí at bilurin var uppsteðgaður. Herverksmaðurin hevur brotið ein rút og eitt spegl, og [...] okkurt at ganga eftir, men at nøkur viðurskifti skulu kannast fyrst. Løgreglan hevur ikki verið í sambandi við eigaran enn.
eyðkendu røddini hjá Líggjas. Seinasta vikuskiftið spældi Marius í Pæsastovu, ið er eitt tað mest intima og hugnaliga konsertstaðið í Havn. Konsertin er leygarkvøldið kl. 19.30
oljuprís at standa í stað portal.fo Ruddið forsíðuna! Framvegis ov fá parkeringspláss í Hoydølum Kvf.fo Fólkatingið í Fuglafirði? Formansskapurin í Fólkatinginum í Fuglafirði Portal.fo [...] song at uppdríva í Havn portal.fo Serliga ring sunnumorgnar Kanna deyðiliga hundasjúku portal.fo Ruddið forsíðuna! 900 ára gamal kukkur funnin í Odense vp.fo Oljupálmar, kanska? Oljuvøkstur í USA fær oljuprís
Í gjár var líksýn av 60 ára gamla manninum, ið varð funnin deyður umborð á sokna báti sínum í Vágsfirði týskvøldið, men hetta kundi ikki siga nakað um deyðsmátan ella deyðsorsøkina. Tískil er neyðugt við [...] líkskurði og eru fólk boðsend úr Danmark til hetta. Tað upplýsa tey av kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn. Har siga tey eisini, at tað er einki sum bendir á, at nakað illgrunavert er farið fram – men fyri [...] deyðsorsøkina er neyðugt við líkskurði. Líksýnið av manninum var hósdagin, men líkskurðurin verður í fyrsta lagi mánadagin.
Marius Olsen hevur listaframsýning í Ribarhúsi, Fuglafirði, frá 8. august til 3. september. Marius er grafikari, føddur og uppvaksin í Havn. Á framsýningini verða ymisk grafisk verk frá seinastu fýra árunum [...] árunum. Millum annað landsløg í Føroyum, men eisini úr Italiu og úr Finnlandi, ið er vorðið Mariusar annað heimland. Myndirnar av kavaklæddað finska skógarlandslagnum eru, hóast eisini loyndarfullar, lættar [...] lættar at fata. Og somuleiðis er við at kenna varman av Miðalhavinum í myndunum úr Italiu. Myndir hansara lýsa einsemi, longsul og loynur úr mannasálini, eins væl og náttúrunnar duldarmál.