Leynar: Tað er týsdagur og klokkan er farin at nærkast middegi. Uttanfyri er veðrið av tí allar ringasta. Vindurin er nógvur og haraftrat oysir regnið niður. Inni í skúlanum eru næmingarnir lidnir við [...] Leyna skúla er bert tann eina gentan, og onkur kundi kanska hildið, at tað var ein óinteressant tilvera sum einstøk genta millum allar dreingirnar. - Ja, tað er skeg viðhvørt, men sum oftast er tað eitt sindur [...] frælsið. At veðrið ikki er til vildar, leggja tey líka í: Bólturin verður tikin í hondina, og nú skal dystur vinnast á vølli. So er líkamikið, hvussu regnið oysir niður. Einki er sum at sleppa av við eitt
Skrímslið, lítla systir mín. Saman við bókini fæst fløga við trimum barnasangum, og Eivørsøgan, sum Eivør lestur. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra ein av sangunum á fløguni. Bókin er bygd [...] tónleikin og sangirnar. Bókin snýr seg um Bjart, ið fær lítla systur og skilur ikki, at vaksin fólk kunnu blendast av hesum. Síggja tey ikki, at hetta er eitt skrímsl? Á vegnum lærir Bjartur at elska lítlu
r, tá Hagstova Føroya í gjár kunngjørdi nýggjastu hagtølini fyri fólkatalið, har víst varð á ein lítla vøkstur í Suðuroynni. Seinastu tíðina hevur trendurin annars verið, at meðan fólkatalið veksur kring [...] hevur minkað. Nýggja dagføringin av fólkatalinum vísir ein fólkavøkstur á 12 íbúgvar í Suðuroynni. Tað er ein prosentvísur vøkstur á 0,3 prosent, og búði 1. september 2016 4.590 fólk í Suðuroynni. Lítli vøksturin [...] og burðaravlopinum. Farna árið vóru 52 suðuroyingar bornir í heim, meðan 47 suðuroyingar doyðu. Tað er eitt burðaravlop á fimm fólk. 115 fólk fluttu til Suðuroynna hetta tíðarskeiðið, meðan 77 fólk fluttu
sera nógv, serliga tí kappingarárið júst er endað, og avgerðir skulu takast um komandi ár. Og feløg hava ringt til mín, men enn er so stutt fráliðið, so tað er bert prát enn. Eg vil í veruleikanum ikki [...] øðrum av høvuðsstaðarfeløgunum komandi ár, sigur hann, at tað sum er ikki er nakað fastlagt. - Eg eri framvegis í hópinum hjá KÍ, og tað er eisini har eg helst vil verða. Men sjálvandi kann tað fyri onnur [...] landinum, men tey eru eisini eirindaleys. Um tað gongur væl, so er alt gott. Men gongur tað so hinvegin, so er tað ikki við mýkindum. - Tá ein er á vøllinum, so fangar ein fyri tað mesta alt tað negativa sum
hesum fløskupostin er rikin líka til Noregs, har ein smágenta fann hann í fjøruni við býin Vevang nakað norðan fyri Molde. – Halló lærarin og næmingarnir í 5. flokki, skrivar gentan í telduposti, sum hon [...] skriva til tykkara. Fløskan varð funnin á vesturstrond Noregs í einum lítlum býi, sum eitur Vevang. Hann er ímillum býirnar Molde og Kristiansund. Tað var á Kvitholmen vitanum, tann 2. mai 2015, at vit funnu
eitt sindur. Greinin staðfestir, at trupult er hjá Guðruni at gera vart við seg og sangin í heimaliga umhvørvinum. Og at Guðrun seinni flytur til Danmarkar, er avgjørt ein møguleiki sambært greinini. Grátandi [...] Guðrun Jacobsen, hevur heitið, Nu skal jeg hjem og prale. Stutt verður hon førd fram sum sjálvstøðuga gentan av lítlu oynni Tvøroyri (!), sum fór einsamøll til upptøkuroynd í Danmark. Men sigurin fríggjakvøldið
Sermitsiaq veit at siga, at níggju ára gamla dóttirin, sum eisini var við á ferðini, tíbetur er funnin á lívi og er flutt á sjúkrahús til viðgerðar fyri løstir. Grønlands Politi rósar sjálvbodnum á leiðini [...] SAR-tyrlu avstað. Sambært grønlendsku løgregluni vórðu tey trý fólkini funnin seinni um dagin, har gentan varð funnin á lívi, men við løstum av tí, sum henni hevði verið fyri. - Vit takka øllum teimum sjálvbodnu
Flogskipararnir á tí lítla amerikanska flogfarinum, sum stoytti saman við eitt brasilskt ferðamannaflogfar í síðstu viku, verða møguliga skuldsettir fyri dráp. Brasilska flogfarið datt niður, og øll tey [...] tey 155, sum við vóru, lótu lív. Tað lítla flogfarið neyðlendi í øllum góðum. Teir báðir amerikonsku flogskipararnir eru framvegis í Brasil, og teir sleppa ikki haðani, tí myndugleikarnir hava tikið passið [...] ferðafólkum, fleyg í 37.000 fóta hædd, men fekk boð um at fara niður í 36.000 fóta hædd. Spurningurin er, um flogskipararnir ikki hoyrdu ella ikki gjørdu eftir boðunum við tí úrsliti, at tey bæði flogførini
urnar vóru, at tey vóru í ferð við at gera okkurt. Men hetta er vána undanførsla, tí trupulleikin er minst 15 ára gamal. DAMP ella AD/HD er einki nýtt í Føroyum, og viðurskiftini hjá børnum við hesi diagnosu [...] vaksin tannáringur. Dóttirin eigur sjálv børn, og øll søgan sum hon er, er ein gølusøga, ein skomm fyri alt tað føroyska almannaverkið. Søgan er merkt av líkasælu, persónligum aggi, vantandi samstarvi millum [...] men tá tað hendir, at tey fullkomiliga stjala myndina í einum valkjaki, tá er okkurt spinnandi galið í samfelagnum. Neyvan er tað tí, at valevni og greinskrivarar ikki vita, hvussu viðurskiftini hjá teimum
stjórnað stóra felagskórinum. Barna- og ungdómskórið er komið til Føroya í sambandi við framførslurnar av tónleikaverkinum og søguni »Skrýmslið, lítla systir mín«, sum í hesum døgum verður framført av Føroya [...] tónleikaverkinum »Skrýmslið, lítla systir mín« saman við Eivør. Harumframt fara genturnar at syngja eitt breitt úrvali av kendum sum ókendum kór- og kirkjutónleiki. Kórleiðari er Rósa Jóhannesdóttir [...] Hóskvøldið kl. 19 verður forkunnug konsert í Gøtu Kirkju. Tað er barna- og ungdómskór Langholtskirkju Graduale Futuri saman við Eivør, sum fer at framføra. Langholtskirkja hevur eina langa tradition fyri